mánadagur 30. mai 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Fíggjarlógaruppskotið
fyri
2011
legði upp til, at stuðulin til Ítróttar
sambandið skuldi skerjast við
500.000 krónum. Tað varð broytt.
Skerjingin verður 200.000 krónur.
Ítróttarsambandið harmast um
hvørja skerjing, tí hon hevur
beinleiðis ávirkan á virksemið hjá
ítróttarrørsluni, segði Petur Elias
Petersen.
– Tað er okkara greiða vón,
at politiska skipanin fer at taka
ábyrgd og hækka játtanina til
ítróttin heldur enn at royna at klípa
av henni, tá høvi býðst. Tað hevur
alstóran týdning fyri eitt og hvørt
sjálvboðið arbeiði, at viðurskiftini
við almennar myndugleikar – bæði
kommunalar og almennar – eru góð.
Báðir partar royna í hvør sínum lag
at stuðla undir og lívga virksemið
hjá einstaklinginum, segði Petur
Elias Petersen í síni røðu.
Limaskapurin í OL
Forsetin ásannaði, at tað eru ikki
útlit fyri sjálvstøðugum føroyskum
limaskapi í Altjóða Olympisku
Nevndini, og har við sjálvstøðugari
luttøku í Olympisku Leikunum í
bræði, hevur Ítróttasamband Før
oya tikið upp samstarv við Donsku
Olympisku Nevndina og Altjóða
Olympisku Nevndina við tí endamáli
at geva evnaríkum føroyingum
møguleika
fyri
at
luttaka
í
Olympisku Leikunum. Petur Elias
Petersen segði, at avtala er gjørd
við Altjóða Svimjisambandið FINA,
Svimjisamband Føroya og Danska
Svimjisambandið, sum loyvir før
oyskum svimjarum at umboða
Føroyar í øllum altjóða kappingum,
samstundis sum teir umboða Dan
mark í Olympisku Leikunum, uttan
at fáa leikbann fyri at skifta tjóð
skap.
– Við hesi avtaluni er ein ítøk
iligur trupulleiki loystur við tað, at
føroyskir svimjarar, sum tildømis
Pál Joensen, sum hava prógvað sítt
høga støði í altjóða kappingum, nú
hava møguleikan at kvalifisera seg
til luttøku í Olympisku Leikunum,
segði hann.
Oyggjaleikirnar í 2021
Forsetin í Ítróttarsambandinum
vísti á, at stjórnin í Ítróttarsam
bandinum og almennu myndugleik
arnir hava verið positiv um at hýsa
Oyggjaleikunum í 2021. Tað hevur
higartil verið hørð kapping millum
limaoyggjarnar um at sleppa at
skipa fyri leikunum. Altjóða Oyggja
leikanevndin arbeiðir við at broyta
skipanina, soleiðis at tær oyggjar, ið
ynskja at skipa fyri leikunum, verða
settar í eina røð, so at áhugaðar
oyggjar fáa møguleikan so líðandi,
uttan at skula vinna eina kapping
við aðrar oyggjar um leikirnar.
– Tað er tó ein fortreyt, at Før
oyar, eins og aðrar áhugaðar oyggjar,
megna at sannføra Altjóða Oyggja
leikanevndina um, at vit megna at
skipa fyri einum so stórum altjóða
tiltaki, sum oyggjaleikirnir eru.
Størstu avbjóðingarnar eru innivist
og manglandi umstøður í ávísum
ítróttargreinum, sum tildømis golf,
skjóting og tennis, segði Petur Elias
Petersen.
Nevndarvalið
Nevndarval var eisini á skránni á
aðalfundinum. Petur Ove Petersen
var valdur til varaforseta næstu
tvey árini, uttan mótvalevni. Katrin
Joensen var eisini vald til skrivara
í starvsnevndini næstu tvey árini,
uttan mótvalevni. Nýggjur vara
limur í starvsnevndini er Anna
Rein.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Umstøðurnar til golf verða mett
ar sum ein avgjørd fyritreyt fyri,
at Føroyar kunnu fáa vertsskapin
fyri oyggjaleikum í framtíðini.
Skjótiítrótturin er sera framkomin
í fleiri av teimum oyggjasamfeløg
unum, sum eru við í oyggjaleika
samstarvinum, og tær umstøðurnar
eru eisini sera umráðandi.
Tað eru hesar umstøðurnar,
sum Tórshavnar Býráð er til reiðar
at útvega saman við almennum
myndugleikum og øðrum samstarvs
feløgum til Oyggjaleikirnar, sum
Ítróttarsambandið fer at søkja
um at skipa fyri í 2021 ella kanska
longu í 2019, skrivar Jógvan Arge,
formaður í mentamálanevndini í
Havn, í tíðindaskrivi.
Islands
Games
Assosciation
leggur dent á, at luttakararnir á
Oyggjaleikum verða hýstir nær
hvørjum øðrum og nær ítróttar
breytunum. Tórshavnar Býráð hev
ur nú boðað frá, at tað er sannført
um, at kommunan kann hýsa 2500
ella fleiri luttakarum innanfyri
10 minuttir frá høvuðskappingar
breytum, hallum og vøllum.
Neyðugt við golfvølli
Jógvan Arge ger greitt, at ein golf
vøllur í Havn er fremst av øllum
ætlaður til almenna nýtslu hjá før
oyingum, men eisini til útlendskar
golfspælarar, sum ferðast kring
heimin, og til spæl og kappingar á
altjóða stigi.
– Golfvøllur kostar nakað. Við
oyggjaleikum um átta ella 10 ár,
sum málið er, ber til at gera eina
slíka íløgu yvir nøkur ár, so hon ikki
darvar aðrar neyðugar ætlanir stór
vegis, sigur hann.
Stóran týdning
Formaðurin í mentamálanevndini í
Havn ger greitt, at tað hevur stóran
týdning fyri Føroyar at átaka sær
vertskapin fyri Oyggjaleikunum.
Hetta setir okkum á kortið, dregur
nógv fólk til Føroya og harvið inn
tøkur til ymsar partar. Tað hevur
týdning fyri menningina av ítrótt
inum og førleikanum at skipa fyri
stórum stevnum.
Føroyar hava tikið lut í Oyggja
leikunum síðani fyrstu leikirnar í
1985. Stevnan hevur verið eina ferð
í Føroyum, í 1989, men tað eru longu
meira enn 20 ár síðani. Kortini hava
Oyggjaleikirnir havt stóran týdning
fyri menning og margfeldni í
nógvum ítróttargreinum í Føroyum,
heldur hann.
– So nú er bara at bróta upp um
armar og spýta í lógvarnar!, sigur
Jógvan Arge.
uni@sosialurin.fo
Tað ræður um at halda fast sum frægast
– Tað vísir seg, at skerjingar eru á øllum økjum á fíggjarlógini. Tað ræður tí um at halda fast sum frægast.
Hvør króna, sum kemur til ítróttin er væl givin út, tí hon strekkir so langt í hondunum á sjálvbodnu
eldsálunum kring landið, segði Petur Elias Petersen, forseti, í síni røðu á ÍSF-aðalfundinum
– Tað er okkara greiða vón, at politiska skipanin fer at taka ábyrgd og hækka játtanina til ítróttin heldur
enn at royna at klípa av henni, tá høvi býðst, segði Petur Elias Petersen, forseti, á aðalfundinum
Tað hevur týdning fyri menningina av ítróttinum og førleikanum
at skipa fyri stórum stevnum, heldur Jógvan Arge
Nú er at bróta upp ermar
og spýta í lógvarnar
Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, sigur, at Tórshavnar Býráð er til reiðar
saman við almennum myndugleikum og øðrum samstarvsfeløgum at tryggja, at í kommununi
verða umstøður at avgreiða kappingar í gold og skjótin á Oyggjaleikum 2021 – ella fyrr