mánadagur 30. mai 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tá hálvur tími var farin av dystinum
við
Djúpumýri
fríggjakvøldið,
noyddist
ÍF-málverjin,
Jákup
Mikkelsen, at lata seg skifta út, tí
hann hevði fingið ein skaða. Ein
útskifting, ið sjálvandi ikki hugaði
fuglfirðingum, men heldur ikki
teimum, ið varða av landsliðnum.
– Eg fekk henda skaðan, tá eg
skuldi taka eitt málspark, tí tá føldi
eg, ta tað klikti í. Løtu seinni varð
eg noyddur at gera eina bjarging
og tað gjørdi tað nokk ikki frægari.
Eg merkti, hvussu beinið ikki vildi
meira, so eg mátti bara lata meg
skifta út, greiðir Jákup frá skað
anum, sum ger, at hann enn er nokk
so eymur í beininum.
– Enn veit eg ikki við vissu,
hvussu álvarsligur skaðin er, tí
fysioterapeuturin dugir ikki at siga
við vissu enn, hvussu vorðið er.
Talan kann annaðhvørt vera um
eina fipurspreinging í innarsíðuni
á lærinum ella um ein skaða, sum
stendst av, at ov nógv hevur staðið
á. Ikki fyrr enn í dag ella í morgin
kann sigast nakað um, hvat veruliga
bagir hjá mær.
Var blivin spentur
Nú føroyska manslandsliðið innan
fyri fáar dagar skal spæla tveir
EM-dystir ímóti fyrst Slovenia
fríggjakvøldið og síðani Estlandi
týskvøldið, er tí rættiliga óvist, hvør
skal verja føroyska málið.
Gunnar Nielsen, sum annars er
fyrstavalið hjá Brian Kerr, er fram
vegis skaddur, og tí hevur Kerr
enn eina ferð sent boð eftir Jákupi
Mikkelsen, ið annars ætlaði sær at
gevast á heysti í 2009. Men í fjør
vóru tvær ferðir boð eftir Jákupi,
og nú skuldi hann aftur taka nøkur
tøk fyri landsliðið.
– Nú var eg annars ordiliga við
at gerast spentur til landsdystirnar,
so eg vóni ikki, at talan er um eina
fipurspreinging, tí so má eg nokk
taka steðg í einar tvær vikur.
Og er tað skaðin, so verða eingir
landsdystir til mín á hesum sinni,
staðfestir Jákup Mikkelsen, ið
saman við hinum úttiknu spælar
unum skal møta á Svangaskarði í
kvøld klokkan seks.
– Hvussu er og ikki, fái eg
allíkavæl ikki verið við í fyrstu venj
ingunum, tí eg skal hava viðgerð. Eg
standi eitt sindur í einari bíðistøðu,
men vónandi fái eg vant ordiliga í
morgin ella mikudagin.
Umframt Jákup, er eisini Rene
Tórgarð úr EB/Streymur úttikin
sum málverji, men um Jákup ikki
fær spælt, verða helst boð send
eftir annaðhvørt Tórði Thomsen í
B68 ella Meinhardt Joensen í B36.
hilmarjan@sosialurin.fo
Skaddur Jákup ivasamur
Fótbóltur Hóast Brian Kerr enn eina ferð hevur givið
Jákupi Mikkelsen landsliðsboð, er ikki vist, at Jákup
fær spælt nakran av heimadystunum ímóti Slovenia og
Estlandi, tí hann fríggjakvøldið fór út við skaða
IVASAMUR
Jákup Mikkelsen veit ikki enn, um hann fær vart føroyska málið
ímóti Slovenia og Estlandi, tí enn er ikki greitt, hvussu álvarsligur
skaðin er, sum noyddi hann av vøllinum fríggjakvøldið
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
– Eg havi fingið eitt nýtt starv í
privata vinnulívinum, og av tí at tað
ikki sampakkar so væl við at vera
venjari í Vodafonedeildini, gevist
eg í ÍF, sigur Abraham Løkin, sum
longu hósdagin boðaði frá hesum.
Tað vil siga, at avgerðin var tikin og
nevndin í ÍF hevði fingið tað at vita,
áðrenn ÍF fríggjakvøldið legði rygg
til eitt 2-0 tap fyri KÍ.
– Nevndin fekk boð um hetta
hósdagin og eg havi eisini tosað
við spælararnar. Til felagið hevur
funnið ein avloysara, vil eg fegin
hjálpa til, og eisini eina løtu aftaná,
um brúk er fyri tí. Men annars leggi
eg frá mær nú.
Hetta var sætta tapið hjá ÍF í
teimum 10 landskappingardyst
unum higartil – millum tapini á
heimavølli eru bæði botnliðini,
B71 og 07 Vestur – men sjálvt um
tað í sjálvum sær kundi fingið tað
at hitna undir flestu venjarum, er
tað kortini ikki orsøkin til, at ÍF
nú noyðist at leita eftir nýggjum
venjara.
Kanska rætta løtan
– Tað er í longri tíð, at eg havi
leitað eftir einum vanligum starvi
aftur, og tá møguleikin kom at ger
ast sølumaður hjá Magn, var eg
skjótur at taka av, tí hetta var tað,
eg veruliga ynskti mær. Eg veit, at
eitt slíkt starv ikki riggar so væl
saman við tí at venja eitt lið í bestu
deildini, so tí kann eg ikki gera bæði,
sigur Abraham Løkin.
Sum sagt, hevur ÍF klárað seg
serstakliga illa í landskappingini, og
hóast liðið vann fyrru hálvfinaluna
í steypakappingini og er nær við at
endurtaka finaluplássið frá í fjør,
er vert at leggja til merkis, at ÍF
er komið sera lætt víðari í steypa
kappingini í ár, tí ikki fyrr enn í
hálvfinaluni fingu fuglfirðingar
Vodafone-mótstøðu.
– At tað ikki hevur gingið eftir
vild hjá okkum, skal eg vera tann
fyrsti til at viðganga, men tað hevur
altso einki við mína avgerð at gera,
nú eg leggi frá mær. Hinvegin ber
helst til at siga, at hetta man vera
rætta løtan, skal onkur annar taka
um endan sum venjari hjá ÍF, sigur
Abraham Løkin.
Tað hevur tíverri ikki eydnast
okkum at fáa eina viðmerking frá
formanninum í ÍF, Ólavi Larsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Abraham
gevst í ÍF
Fótbóltur Sjálvt um ÍF langt frá hevur livað upp til dygdina
á spæli og úrslitum í fjør, sigur Abraham Løkin einki av hesum
vera orsøk til, at hann nú leggur frá sær sum venjari hjá ÍF
FARIN FRÁ
Abraham Løkin gevst sum Vodafone-venjari hjá ÍF, tí hann
hevur fingið nýtt starv í privata vinnulívinum – og ikki, tí
tað ikki gongst eftir vild hjá ÍF í landskappingini
Mynd: Álvur Haraldsen