Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Áhugin í Føroyum fyri før­ oyska útisetafelagnum í Keyp­ mannahavn hevur altíð verið stórur, men møguleikin fyri at fylgja gongdini hjá ymsu liðum felagsins ella einstøku leikarunum, hevur ikki altíð verið tann besti. Hetta ynskir ÍF Føroyar at broyta við nýggju heimasíðuni, har tey leggja dent á, at tað skal vera lætt hjá avvarðandi at fylgja við familju og vinum í ÍF Føroyum. Heimasíðan fevnir millum annað um dystarfrásagnir, myndir og tættir um ymsu leik­arar­nar. Harumframt er ætlanin eisini menna heima­ síðuna við hagtølum, soleiðis at tað ber til at koma heilt tætt at leikarunum. – Soleiðis fáa familja og vinir hjá leikarunum eitt gott og greitt yvirlit yvir, hvussu tað gongst teimum, tey vara av í ÍF Føroyum. Fótbóltsáhugaðir føroyingar annars kunnu fáa stóra gleði av heimasíðuni, um­framt at venjarar heima í Før­oyum við hesum hava bein­ leiðis atgongd til gongdina hjá ein­støku leikarunum, sigur Ingibjørn Johannesen, nevndar­ limur í ÍF Føroyum, um nýggju heimasíðuna, www.fotboltur. dk. Rólant Waag Dam Longu undan seinasta lands­kapp­ ingarumfari hetta vikuskiftið var greitt, at Hvidovre hjá Øssur Dalbúð og FC Fyn hjá Viljormi Davidsen vóru flutt niður. Ógvuliga sym­ bolskt var hetta staðfest við enn ein­um tapi sunnudagin. Hvidovre tapti tepurt fyri Næst­ ved, 2-3, uttan at Øssur Dalbúð slapp upp í part. Hetta var 19. ferðin í ár, at Hvidvore tapti. Fimm ferðir hevur liðið spælt javnt og seks ferðir hava teir vunnið. Tilsamans gjørdist tal­ an um 23 stig til Hvidovre. Lítið betri var støðan hjá FC Fyn. Teir taptu ruddiliga fyri Næstved 4-0. Viljormur Davidsen spældi, sum vant, dystin á tamb á bakkinum, har hann var partur av 16. tapinum hjá FC Fyn í ár. Eisini Bjarni Jørgensen slapp upp í part hjá FC Fyn, tá hann varð skiftur inn í 69. minutti. Atli spældi javnt Meðan úrslitini hjá FC Fyn og Hvid­ ovre avgjørt ikki hava verið nakað at reypa av, hevur tað verið á heilt góðari leið hjá Atla Danielsen og FC Roskilde. Teir endaðu kapp­ingar­árið við javnleiki í móti Kolding, sum flutti niður saman við FC Fyn og Hvidovre. Sum hann plagar, stýrdi Atli Danielsen slagnum á mið­vøll­ inum í samfullar 90 minuttir. Tíverri rakk innsatsurin frá hon­ um og liðfeløgunum ikki longur enn til ein javnleik. Tískil endaði FC Roskilde á einum áttanda plássi, sum avgjørt er góðtikið. Hinvegin droymdu Atli og teir um sætta pláss­ið, sum hevði verið besta úrslit í søgu felagsins, men so langt rukku teir ikki á hesum sinni. Nú er næstbesta danska fótbólts­ deildini farin í summarfrí. Atli Danielsen og Viljormur Davidsen kunnu tó ikki slappa av enn, tí Brian Kerr hevur boðsent teimum báðum til lands­dystirnar í móti Slovenia og Estlandi. rolant@sosialurin.fo Rólant Waag Dam Landsliðsleikarin er sostatt í góðari dystarvenjing, nú hann kemur heim til Føroya at spæla í móti Slovenia og Estlandi. Holst hevði útgangsstøði í vinstra borði, har hann setti fleiri álop í gongd, tó uttan at teljast millum málskjúttarnar sjálvur. Silkeborg gjørdi tvey mál og AC Horsens eitt. Sostatt vann liðið hjá Holst á seinasta leikdegnum í kappingini, teir endaðu nummar fimm í. Tað vóru annars fleiri sum spáddu, at Silkeborg møguliga fór at stríðast fyri lívinum í deildini, men Holst og liðfelgarar hansara hava tvørturímóti víst, at Silkeborg hevur talst millum landsins bestu lið í vár. Nú er besta danska fótbóltsdeildin farin í summarfrí. FC Keypmannahavn gjørdist danskur meistari fyri fleiri vikum síðani, 26 stig frammanfyri OB, sum gjørdist nummar tvey. Brøndby hevur havt eitt rættiliga miseydnað kappingarár, men megnaðu kortini at vinna bronsukrónurnar á seinasta leikdegi. Í hinum endanum fluttu Esbjerg og Randers niður, meðan AGF og HB Køge flyta upp í bestu deildina. rolant@sosialurin.fo Páll Mohr Joensen úr HB er ein av mongu leikarunum í ÍF Føroyum Mynd: Janus Ortind Fylgið føroyskum fótbóltsútisetum Fótbóltur Ein hópur av sera stinnum leikarum spæla við ÍF Føroyum í Keypmannahavn. Ein spildurnýggj heimasíða letur nú upp fyri møguleikanum at fylgja gongdini í felagnum heilt tætt Holst fingið summarfrí Superligan Christian Lamhauge Holst spældi allan dystin, tá Silkeborg um vikuskiftið vann á AC Horsens Rólant Waag Dam Andreas Lava Olsen spældi í góðar 70 minuttir, tá BK Frem um vikuskifti tryggjaði sær uppflyting í Danmarksseriuna. Hetta gjørdu teir við at vinna 5-0 á Amager FF leygardagin. Leirvíkingurin í BK Frem hevur skotið fleiri mál seinastu dystirnar, men hann taldist ikki millum málskjúttarnar hesaferð. Enn resta fýra umfør at spæla, men søguríka felagið, sum var tvangsniðurflutt úr næstbestu donsku fótbóltsdeildini eftir fíggjarligt óskil, tykist at vera á rættari kós nú. Eisini í 2. divsión Vest, har Johan Troest Davidsen og Krzysztof Popczynski stríðast fyri Aarhus Fremad, sær tað spennandi út. Landsliðsleikarin og pólski venjarin fingu trý stig um vikuskiftið, tá teir bastu Næsby. Samstundis spældi oddaliðið Blokhus javnt. Sostatt hálaði Aarhus Fremad inn á Blokhus og eru bara trý stig millum liðini, nú tað resta trý umfør av landskappingini. Hetta vera trý spennandi umfør, har Aarhus Fremad á pappírinum hevur nakrar lættari uppgávur enn Blokhus. rolant@sosialurin.fo Lava flutti upp Lægru deildirnar Andreas Lava Olsen og BK Frem tryggjaðu sær uppflyting í Danmarksseriuna, og Johan Troest Davidsen og Krzysztof Popczynski nærkast oddaliðnum Trý lið og eitt stig Atli Danielsen og FC Roskilde fingu javnleik á seinasta leikdegnum 1. división Eingin av føroyingunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini fekk fult í seinasta umfari av landskappingini