Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 Sosialurin Merkisdagar Silvurbrúdleyp Fríggjadagin 10. juni halda vit bæði. Sonlis og Tummas Eli Høj Joensen, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skalabotni frá kl 18.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 3. juni á tlf. 749451 ella á telduposti: tehj@kallnet Silvurbrúdleyp 21. juni hava Eyðvør og Eyðfinnur Dam í Húsavík verið gift í 25 ár. Silvurbrúdleypið verður hildið í Samljóð í Skopun 25. juni kl. 19. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, verða vinarliga biðin um, at boða frá áðrenn 18. juni á telf. 361061 - 261540 ella e-mal: ey-dam@olivant. fo Silvurbrúdleyp Mikudagin 13. juli hava Gudny og Marner Mortensen Klaksvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdar­húsinum í Leirvík mikudagin 13. juli kl.18. Tey ið vilja gleða okkum við halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 1. juli á tlf. 456261/222261 ella teldupost gudny@email.fo Brúdleyp Leygardagin 9. juli giftast Ida Nielsen og Garðar Justinus­sen. Vígslan verður í Havnar Kirkju kl. 15. Vælkomst verður á Mýrusnípuveg 44 kl. 19. Tey, ið vilja gleða okkum, við at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 10. juni á telefon 287800 (Ida), 230814 (Garðar) ella á brudleyp2011@gmail. com Brúdleyp Leygardagin 2. juli giftast Rannvá Arge Funn úr Vest­ manna og Dagfinnur Jensen úr Skopun. Vígslan verður í skopunar kirkju kl. 14. Vælkomst verður í Samljóð í Skopun kl. 18.30. Tey sum vilja gleða okkum, við at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 20. juni á tlf. 361600. Brúdleyp Leygardagin 2. juli giftast Esther Pia Holmsund og Tórarin Tindskarð, Norðasta Horn. Vígslan verður í Saksunar kirkju kl 14. Vælkomst verður í róðranestinum á Argjun kl 19. Tey sum vilja feira dagin saman við okkum, vera biðin um at siga frá í seinasta lagi 15. juni á tlf 264030 (Heiðveig) ella 572634 (Esther Pia). 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 3. juni fyllir Jona Midjord í Bøkkum Porkeri 90 ár. Dagurin verður hildin í Purkugerði 12 B í Tórshavn frá kl 18. Øll eru hjartaliga vælkomin 60 ára føðingardagur Týsdagin 14. juni fyllir Johannes Joensen, Vágur, 50 ár. Væl­komst verður heima á Marknoyrarvegi 24, leygar­ dagin 11. juni frá kl 10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Týsdagin 31. mai fyllir Margith Poulsen, Syðrugøtu, 70 ár. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum við Gøtugjógv leygardagin tann 28. mai frá kl. 16 til 21. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Týsdagin 7. juni verður Gunnar Holm á Sevmýri, Tvør­oyri 60 ár. Dagurin verður hildin fríggjadagin tann 10 juni frá kl 19 í Hondverkara húsinum. Tey, ið ynskja at gleðast saman við honum henda dagin, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 30 mai á tlf 371125/571125 ella senda ein mail til piae_29@ hotmail.com Sunnudagin 5. juni giftast Anja Skýlindal og Fróði Hammer, Kollafjørður. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 13. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 14.30 á Hotel Føroyum. Opið hús verður í missiónshúsinum í Kollafirði kl. 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 9. juli kl. 13.00 giftast Rósa Magnussen, Toftir, og Frits Eið, Hellurnar, í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00, har tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá innan 20. juni, á tlf. 257021 (Rósa) ella 289091 (Frits), eftir kl. 17.00 Brúdleyp Leygardagin 16. juli giftast Mia Heinesen, Leirvík og Jan Nónklett, Glyvrar. Vígslan verður kl. 9 í Berøa. Borðhald verður á Hotel Føroyum kl. 11-16, har vit bjóða familju og vinum at verða hjartaliga vælkomin. Tey, sum vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verða vinarliga biðin um at siga frá innan mánadagin 4. juli til miaogjan@hotmail. com ella til +45 50620089/+298 261914 (Mia) ella +45 50620087 (Jan). lagið hevur egnan bus við. Kostnaður er 3.690,- krónur fyri hvønn, og tá er alt uppií uttan kostur og tað fólk njóta og keypa á ferðini. Nøkur pláss eru eftir, og fólk úr øðrum feløgum eru vælkomin við. Luttakarir tekna seg skjótast gjørligt hjá einum av nevndar­ limunum. Telefonir: 311756, 228138, 210621, 213244 ella 222733. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 tlf. 316491/286491 Teldupostur: tilhald@torshavn.fo Týsdagur 31. mai 09.00 - 16.00 Motiónsrúmið opið. Øll eru hjartaliga vælkomin 10.00 Vit syngja Simme Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin 14.00 - 16.00 Prát Mikudagur 1. juni 09.00 - 16.00 Motiónsrúmið opið 09.30 Fimleikur menn. Dánjal Húsgarð 13.00 Bindiklubbur 15.00 Túrur: Koyra niðan á Sornfellið ganga út á Núgvuna. Jóhann G. Danielsen. Hetta er ein lættur túrur. Øll eru hjartaliga vælkomin Hósdagur 2. juni Kristi himmalsferðingardagur Stongt Fríggjadagur 3. juni 09.00 - 16.00 Motiónsrúmið opið 09.30 Fimleikur menn. Dánjal Húsgarð 14.00 - 16.00 Prát Almenn mentunarkvøldseta í Tilhaldinum fríggjadagin 3. juni kl. 19.30 – 21.00 Hans Andreasar sangkvøld Fyri 60 árum síðani doyði okkara fólkakæra skald, Hans Andreas Djurhuus, sum varð f. 20. Okt. 1883. Á kvøldsetuni fer Hanus Kamban at hug­ leiða um skaldið og Knút Olsen, Flóvin Jacobsen og Simme Jacobsen at spæla nøkur løg, har vit øll syngja við. Drekka er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks Frá 1. mai verður Tilhaldið opið frá 09.00 – 16.00 Samuelskirkjuni Tað eru guðstænastur: 5. juni kl. 14 og 19. juni kl. 14. Á Hvítusunnu byrjar summartíðin á Listasavninum Listasavnið á Sandi er opið hvønn sunnudag kl. 14-16, men vert er at hugsa um, at skúlaflokkar, virki og onnur sum koma í Sandoynna hava høvi at vitja Listasavnið á Sandi eftir avtalu á tlf. 211924 ella 361617. Vinaliga ringið í góðari tíð, so vit finna ta tíðina, sum passar tykkum og savninum best. Á Hvítusunnu byrjar summartíðin á Listasavninum. Tá er opið allar dagar uttan mánadagar kl.14-16. Atgongugjaldið er kr.50 Mikukvøldstúrarnir á Sandoynni So byrja mikukvøldstúrarnir aftur í Sandoynni! Ætlandi verða hesir túrar gjørdir gjøgnum summarið! Allir túrar byrja kl. 20.00. 1. juni 2011, norð á Drang í Skopun: Farið verður frá Vegendanum norðuri í Høvdarhaga. 8. juni 2011, Dalur: Gingið verður niðan á Skarið 15. juni, Skálavík: Gingið verður av Keldu og norður eftir. Hittast á Keldu. 22. juni, Sandur: Gingið verður inn eftir Ryggi. Møtast við Landsverk. 29. juni 2011: Gingið verður frá Líðarenda og út eftir Berginum. 6. juli, Skopun: Farið verður frá Vegendanum norðuri í Høvdarhaga, gingið verður norður á Rætthamarin, har vit síggja út yvir Trøllhøvda. 13. juli, Sandsvatn: Gingið verður runt Sandsvatn. Farið verður frá Kunningarstovuni. 20. juli, Húsavík: Hittast við Sólarris og gingið verður til krossvegin og aftur. 3. august, Knúkur: Farið verður niðan á Knúk. Vit møtast við Tyrvingarplássið. PS. Ikki er loyvt at hava hundar við á hesum túrum! visitsandoy.fo facebook: Sandoyar Kunningarstova Góði Jónas! Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum í morgin! Heilsan Anna, mamma og babba