Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 Sosialurin Slættur og rættur skattur Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins Liberal fatan er, at skattur skal álíknast eftir evni, heldur enn eftir avriki. Tann ið grevur talentirnar niður má rinda sama skatt sum tann ið vekslar tær. Herfyri fanst formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag at manglandi kjakinum í Før­ oyum, serliga um fíggj­ar­mál og búskap. Ar­beiðs­gevarar eru vanir at skula vísa á úrslit og laga virksemi sítt eftir gongdini í búskapi og viðkomandi umstøðum. Tí undrast teir á, at landið ikki ger sínar tillagingar og betrar útlitini. Dømi var nevnt við versnandi kreditmetingini hjá greiningarfyritøku. Rætt hava tey í Vinnuhúsinum í hesum máli. Landið og fyri­ tøkur kunnu ikki saman­ berast í øllum, men í báðum førum krevjast samskipandi leiðsla og alsamt tillagaðar útreiðslur, inntøkur og íløg­ ur. Okkara liberala boð er, at landið má satsa stórt uppá førleikamenning, lestrarpláss og gransking. Føroyingar liva av tí ið loysir seg at gera, har vit eru nóg dugnalig at vera kappingarfør. Føroyskar fyrit­økur útflyta telduforrit, oljuútgerð og manna út­ lendsk skip, føroyskar fyri­ tøkur veita tænastur og selja vørur til útflutnings eins væl og til innlendis nýtslu. Felags er, at tær mugu hava dugnalig fólk við viðkomandi førleikum. Tey flestu og bestu starvsfólkini fær vinnulívið við at til ber at útbúgva seg í Føroyum. Gott er at fara út við hvørt, men flestøllum má standa í boði at taka part av útbúgvingini í Føroyum, herundir at halda fakið viðlíka og eftirútbúgva seg. Men hetta merkir eisini, at vit mugu siga nei til aðrar almennar útreiðslur. Besta boðið er at lata fólk fara fyrr í skúla og verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Laga­ lig tillaging av skúlaaldri og pensjónsaldri økja munandi um arbeiðsstyrkina og har­ við búskapin – og spara mun­andi um almennu út­ reiðslurnar. Men eisini aðrar almennar útreiðslur, ov nógv umsiting, og ov stór um­ fordeiling, serliga ‘fíggj­ar­ ligt sjálvbedrag’ sum rentu­ stuðul og aðrar veitingar, sum næstan øll fáa og stórt sæð tey somu mugu fíggja ígjøgnum hægri skattir á øðrum økjum, mugu minkast munandi uppá sikt. Slættur og rættur Eysturoyar vinnulívsfelag skipaði fyri frálíkari ráð­ stevnu um royndirnar hjá Estlandi. Spennandi var at hoyra, hvussu lætt gekk at stovna fyritøkur, og serliga hvussu skatturin er einfaldur, slættur og rættur. Fyritøkur gjalda ikki vinningsskatt; men vinn­ingsbýti eins og annað útgjald verður skattað – við sama satsi sum øll inntøka. Hetta er vert at nýta sum fyrimynd. Men, eisini kom fram, at Estland somu­ leiðis hevur rættilig høg arbeiðsmarknaðarg jøld, eins og rímilig meirvirðis- og umhvørvisgjøld og ogn­ ar­skatt at fíggja al­menna geiran. Estiski fíggjar­mála­ ráðharrin harmaðist, at ikki hevði eydnast at skatta dýrar íbúðir og jørð (sum hevur sama týdning har sum fiskastovnar hjá okkum). Hann vildi greitt skatta poten­tiali, tilfeingi, høvi at tjena pengar, eins væl og for­brúk, men ikki vinning hjá fyritøkum, tí vinningur skal nýtast til nýíløgur og vøkstur. Vinningur skal ikki skatt­ast fyrrenn hann verður útgoldin. Falska liberala háttalagið hjá Óla Breckmann og Fólka­ flokkinum hevur verið at fremja spjaddar skattalættar uttan at taka tær neyðugu hørðu avgerðirnar um al­ mennar umraðfestingar og alternativar skattir. Veru­ liga liberalur politikkur er at duga at stýra almenna geir­anum miðvíst, javnviga fíggjarlógina og áseta skattin við skili. Eg síggi í bløðunum at Fólka­ flokkurin spyr, hví Fram­ sókn hevur gjørt semju við Javnaðarflokkin, Sam­bands­ flokkin og Tjóðveldi um ein langtíðar fiskivinnupolitikk. Svarið er sera einfalt. Hesir omanfyri nevndu flokk­ar hava munandi meira í felag við fiskivinnupolitikkin hjá Fram­sókn enn t.d. Fólka­ flokk­urin hevur. Eg haldi ikki, at tað er skeivt, tá eg sigi, at Fólka­ flokk­urin hevur stjórnað førda fiskivinnupolitikkinum hesi nógvu seinastu árini. Alt ov stór veiðiorka toytir fiska­ stovnarnar, lítla virðing fyri lívfrøðiliga grundarlagnum, og treytaleysa stuðulsjáttan til rakstur, hevur máað støð­ ið undan øllum lønsemi í fiski­vinnuni. Forrestin “tilfeingisgjald” hvør uppfann tað? Var tað ikki Fólkaflokkurin, sum í fjør álegði fiskivinnuni ser­ ligan tilfeingisskatt? Nú er makrelveiðan í ár ikki so avgerandi fyri lang­ tíðarsemjuna. 2011 er eitt royndarár, har allar skip­an­ ir­nar skulu fáa loyvi at royna seg. Og 1. oktober verður tikið samanum. So verður niður­ støðan skrivað inn í lang­ tíðar­avtaluna. Eg kundi hugsað mær, at fólk fóru inn á www. framsókn.fo og har finna har eina grein, sum eg skrivaði í fjør um makrelmálið. Greinin endar við, at heitt verður á vinnuna um at søkja møguleikarnar og ikki forð­ ingarnar. Sjálvur haldi eg ikki, at landsstýrið er komið serliga væl frá býtinum av makreli fyri í ár. Beinleiðis skeivar av­ gerðir eru tiknar. Landsstýrið hevur í høv­ uðs­heitinum bara tryggja nóta­flotanum sín stóra part. Og nógv kann sigast um hvussu rætt er farið fram her. Síðani hevur landsstýrið roynt at endurgoldið teim­ um, sum siga seg hava mist rættindi, or­sakað av at vit onga stranda­landaavtalu hava. Alt sum eitur royndarveiða, nýggir veiðihættir og virðis­ øking, er ringt at fáa eyga á í býtinum. Hetta er sera harmi­ligt, og er ein mótsøgn til sjálva grundgevingina hjá uttanlandsnevndini, at loyva royndarveiðu eftir 50.000 tons av makreli. Í avtaluni um fiskiskapin eftir makreli í ár er avtalað, at gjald skal takast fyri veiði­rættindini. Fyri okkum í Fram­sókn er hetta onki krav. Vit ynskja ikki, at gjald skal leggj­ast á ta veiðu, sum verður av­reidd í Før­ oyum, meðan veiða, land­að uttanlands, skal hava ser­ ligar treytir og tá er gjald ein møguleiki. Hetta hava vit fingið við í avtaluna og við, tá eftirmetingin skal gerast. Vit eru eisini sera iving­ar­ som mótvegis uppboðssøluni – hetta mest tí, at Tjóðveldi ikki enn hevur megnað at greiða frá, hvussu ein slík skal virka. Hetta kann bara prógvast við at royna eina slíka, og so síggja hvussu hetta spælir av. Framsókn - veit og virðir, at íløgur skulu gerast í fiski­ vinnuna, og at tryggleiki skal til, fyri at hesar skulu rentast og afturgjaldast. Eg haldi ikki at fiskivinnan skal óttast fyri framtíðini. Tó eigur fiskivinnan at hugsa um, hvør vil, fiskivinnuni væl, og hvør vil at vinnan gerst lønandi, stuðulsfrí, fjølbroytt og burðardygg. Hesum haldi eg eisini fólk skulu hugsa um, tá tey fara á val næstu fer. Framsókn sær tíverri lítlar møguleikar í at samstarva við Fólkaflokkin um ein framtíðar fiskivinnupolitikk – men vón­andi kann hetta broytast. Framsókn hevur á heima­ síðu síni lýst sín fiski­vinnu­ politikk: - Á veg móti einari lønandi fiskivinnu. Fiskivinnan skal eiga hægstu raðfesting við tí enda­máli, at hon gerst kappingarfør og lønandi. Øll fiskiveiða skal verða grundað á fiskifrøðiligar tilráðingar frá Havstov­ uni. Ein 3-5 ára skiftisskipan skal tryggja, at øll veiða verður lívfrøðiliga burð­ ar­dygg. Ein verjuskipan skal tryggja tilgongdina av smá­fiski. Allar stuðulsskipanir eiga at falla burtur yvir eitt 3 – 5 ára tíðarskeið. 2018 verða øll veiðuloyvi endurnýggjað at tryggja lønsemi, best møguligan samfelagsbúskap, lívfrøði, fjølbroytni, orkunýtslu, vinnufrælsi og verandi vinnu. Dentur skal leggjast á at gagnnýta alt tilfeingið. Ein granskingar- og verk­ setanarfígging eigur at tryggja, at hetta hendir. Politiska skipanin skal miðsavna seg um at gera karmarnar og ikki stýra fiskivinnuni í smálutir, soleiðis, at vinnan sjálv fær møguleika at virka og tillaga seg føstum kendum karmum. Krøv ella gjøld kunnu áleggj­ast øllum fiski­ loyvum við atliti til størsta samfelagsliga týdningin. Fiskivinnan – rannsakan og sjálvrannsakan Svar til Fólkaflokkin Poul Michelsen Framsókn www.framsokn.fo So hendi tað aftur !!!!! Ann Mikkelsen Tað skal sparast .......... OK. Men hvør er tað, tit siga skal spara? Fyri tveimun árum síðani skuldi eisini sparast, sigast upp og lukkast nið­ur! Endurtøka, so man vaml­ ast !!! Eigi ein, son sum hevur schelerosu. Hvat hugsa hann/konan? Tey hava sett búgv, bygt sær eitt heim, eiga tvey børn, liva! MEN Hann hevur schelerosu og nýtist medsin hvønn dag! Og hann fær at vita, at tað er dýrt! Vit eru glað um, at okkara skipan tryggjar, at hann klárar skerini (halda vit) MEN er tað ikki tað okk­ ara ja-liga skipan, sum ger, at øll sum hava tørv, fáa hjálp? Ella eru tað bara tey væl­ bjargaðu, sum skullu klára skerini, er tað tað okkara høgt virdu saman við leiðsluni á Landssjúkrahúsinum vilja? Hvør er meira verdur at fáa dýrt medsin sum hjálpir? ella tað sum man veit, IKKI hjálpir? Hvør skal viga og finna tey løttu? Vita tit, leiðslan, lands­ stýr­ismaður og høgt virda ting, at tit oyðileggja lívið fyri tey sum hjálparleys sita í stovuni og lurta eftir tíð­ indunum?? Vita tit, at tað er eitt helviti, hesi fólkini skulu ígjøg­num?? Hvussu tað oyðileggur, niðurbrýtur og vesnar um støðuna hjá teimum?? Haldi tit skuldu tikið tykk­ um saman!! Ein áheitan frá mær, eini mammu sum við bangnum sinni, siti og eygleiði, hvussu leikur fer!