Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Sosialurin Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 kappingin Summar Tað var rættiligt lív á skrivstovuni hjá LÍV í farnu viku: Ikki færri enn trý av starvsfólkum teirra vunnu hvør sína ferð í Summarkappingini hjá Sosialinum og Rás2. - Eg plagi aldrin at spæla slíkt, og tí havi eg heldur ikki vunnið nakað, sigur Tordis Debes Eiriksfoss, sum fríggjadagin ognaði sær ein ferðaseðil til Reykjavíkar. - Men hesaferð tók eg so við avbjóðingini – og vann! Tríggir vinnarar á sama arbeiðsplássi Hóast ársins Summarkapping skjótt er at enda komin, var tað ikki fyrrenn í farnu viku, at tað veruliga gekk upp fyri Tordis, hvussu góðir vinningarnir vóru. - Eg visti einki um hesa Summ­ ar­kappingina, men tá tey á arbeiðs­ plássinum byrjaðu at tosa um hetta, tá bleiv eg spent, - eg meini, at svara fimm spurningum og so vinna eina heila ferð. Nógv lættari kundi tað ikki verið, sigur Tordis. Tær vóru nakrar á skrivstovuni sum settu seg væl fyri, fyrireikaðu seg væl og settu sær haraftrat fyri at nú skuldu tær vinna eina av ferðunum. Og mín sann um tað ikki eydnaðist: Mánadagin vann Bjørg Patursson eina ferð til London; mikudagin vann Mai-Britt Debes, sum vit greiddu frá í vikuskiftisblaðnum, eina ferð til Reykjavíkar, og fríggja­ dagin átti so Tordis tørn til at vinna sína ferð, somuleiðis til Reykja­ víkar. Tað sjáldsama við hesum er, at Mai-Britt og Tordis eru svigarinnur, og tí hava tær báðar og makar teirra sligið seg saman um at fara til Reykjavíkar ísenn. – Eg havi verið við Norrønu á Seyðisfirði, men hetta verður so fyrstu ferð at eg vitji í Reykjavík. Tað gleði eg meg nógv til, sigur Tordis Debes Eiriksfoss. Online í heilum við Vodafone Keyp eina smartphone í mai og fá Data Pluss við 500 mb/mðr. í mai og juni fyri 0 kr.* vodafone.fo EINGIN binding * Data Pluss kostar vanliga kr. 149 um mðn. Data Pluss data pakkin krevur hald frá Vodafone. Minsti prísur við Vodafone 1 í 2 mðr. er kr. 6.230,- (íroknað telefon). Les meira á vodafone.fo Retina skíggi úr herdaðum glasi Síður úr rustfríum stáli Apple A4 prosessara 5 megapixel myndatól HD video Innbygt LED-blits Wi-Fi 802.11b/g/n Bluetooth 2.1 iPhone 4 – eitt hvítt undur iPhone 4 er fylt við framkomnari tøkni og er ein hin mest framkomnu smarttelefonunum á marknaðinum. einans 5.990,- NÚ EISINI HVÍT EINGIN binding * Data Pluss kostar vanliga kr. 149 um mðn. Data Pluss afone. Minsti prísur við data pakkin krevur hald frá Voda Vodafone 1 í 2 mðr. er kr. 6.230,- (íroknað telefon). Les meira á vodafone.fo Online í heilum við Vodafone Keyp eina smartphone í mai og fá Data Pluss við 500 mb/mðr. í mai og juni fyri 0 kr.* vodafone.fo E b Retina skíggi úr herdaðum glasi Síður úr rustfríum stáli Apple A4 prosessara 5 megapixel myndatól HD video -blits Innbygt LED- b/g/n Wi-Fi 802.11 1 Bluetooth 2. iPhone 4 iPh 4 ur – eitt hvítt undu i h í d hin iPh omnari tøkni og er ein hone 4 er fylt við framkomnari tøkni o ðinum. me omnu smarttelefonunum á marknað est framkomnu smart h í d einans 5.990,- NÚ EISINI HVÍT SAMAN Tveir fegnir vinnarar í Summarkappingini 2011 – Bjørg Patursson (vinstrumegin) sum skal til London og Tordis Debes Eiriksfoss sum í hesi vikuni fer til Íslands, saman við svigarinnu síni, Mai-Britt Debes ið eisini vann eina ferð í Summarkappingini Mynd: Jens Kristian Vang