mikudagur 1. juni 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
6
Sosialurin
Kvívík vil leggja
saman við Havnini
Endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni
í Kvívík varð hetta
Valrætt høvdu: 445 fólk
Atkvøður: 326 atkvøður, ella 73,26%
Ógyldugar: 13 atkvøður
Fyrsti spurningur var:
Skal Kvívík leggja saman við aðrari kommunu?
Ja: 226 ella 72,2%
Nei: 87, ella 27,8%
Av teimum, sum søgdu ja, vilja:
• 167 leggja saman við Havnini
• 49 leggja saman við Vestmanna
• 10 leggja saman við Vágum
Tey 87, sum vildu varðveita Kvívík sum sjálvstøðuga
kommunu, skuldu kortini svara, hvørjum tey vilja
leggja saman við, verða tvey tvingað til tað við lóg.
Av teimum vildu:
• 64 leggja saman við Havnini
• 14 leggja saman Vestmanna.
• 9 leggja saman við
Sostatt vísir úrslitið, at tilsamans vilja 231 kvívíkingar
av teimum 326, sum greiddu atkvøðu, leggja saman
við Tórshavnar Kommunu, 63 vilja leggja saman við
Vestmanna og bara 19 vilja leggja saman við Vágum.
Áki Bertholdsen
- Vit eru sinnað at akta fólk
sins vilja.
Tað er stutta niðurstøðan
hjá Dánjal Petur Múller, borg
arstjóra í Kvívík, eftir fólka
atkvøðuna í kommununi í
gjár um samanlegging.
Hann staðfestir, at tá ið
avgjørt var at hava fólkaat
kvøðu var tað fyri at fáa fólk
sins meining at vita.
Men tað var eisini greitt,
at fólksins vilji skal virðast.
Her er talan um so sera
greiðan meirluta, so her er
onki at ivast í, sigur hann.
Tí fer Kvívíkar Kommuna
nú at senda umsókn til
Tórshavnar Kommunu um
samanlegging.
Hann sigur, at tey mugu
eisini tosa við Tórshavnar
Kommunu um, hvussu farast
skal fram.
Eitt sum hann her sipar
til, er, at borgarstjórin í Havn
hevur sagt í Sosialinum, at
meiri eigur ikki at verða lagt
afturat Tórshavnar Kom
munu fyrrenn fólkaatkvøða
hevur verið í Havn, so at eisi
ni havnarborgarar fáa høvi
at siga sína hugsan um hetta.
Hann veit ikki akkurát
nær tað verður, men tá ið
bygdaráðsfundur
verður
aftur í Kvívík, verður málið
tikið upp.
- Tað eru spurningar, sum
hesir, ið greiða má fáast á.
Dánjal Petur Múller sig
ur, at landsstýrið má eisini
kunnast um ætlanina og so
er spurningurin, um lands
stýrið vendir tummil upp
ella niður.
Ímóti
Hetta verður ein tilgongd,
sum kanska fer at krevja
serliga nógv av borgarstjóra
num, tí Dánjal Petur Múller
dylir ikki fyri, at sjálvur er
hann ímóti samanlegging.
- Eg haldi, at Kvívík skal
varðveitast sum sjálvstøðug
kommuna, tí eg haldi, at tað
er eitt ov stórt inntriv at gera
at avtaka kommununa.
- Hinvegin eigur kommun
an so at samstarva við aðrar
kommunur um uppgávur,
sum vit ikki makta at loysa
einsamallir.
Men nú fólkið hevur talað
sítt greiða mál, er hann fúsur
at taka tað til eftirtektar.
Fylgjast
Í lógini um sjálvbodna kom
munusamanlegging stend
ur, at Vestmanna og Kvívík
skulu velja sama samstarvs
øki.
Og økini, tey fingu at
velja ímillum vóru Vágar,
Sundalagið ella Streymoy,
sum í hesum føri er Havnin.
Og Vestmenningar hava
sagt sína hugsan á fólka
atkvøðu
tann
19.
janu
ar í 2008 og har var úrs
litið eisini, at meirilutin
av
vestmenningum
vilja
samstarva
við
Tórsavnar
Kommunu.
Á fólkaatkvøðuni vóru
61,1% av vestmenningum fyri
at samstarva við Havnina og
tað varð staðfest í bygdaráð
num nakrar fáar dagar seinni
og fráboðað landsstýrinum.
So her er í samsvar ímill
um fólkaviljan í Vestmanna
og í Kvívík, so í ølllum førum
er tann snávingarsteinurin
ruddaður av vegnum.
Kvívík
í tølum
Áki Bertholdsen
Fær ein stórur meiriluti av
fólkinum í Kvívíkar Kommu
nu sín vilja, verða tey løgd
saman við Tórshavnar Kom
munu.
Tað er greiða úrslitið av
fólkaatkvøðuni í teimum
fimm bygdunum í Kvívíkar
Kommunu í gjár.
Tilsamans høvdu 445 fólk
vælrætt og av teimum vóru
326 fólk, ella 73,26% á vali.
Av teimum vóru 13 at
kvøður ógildugar.
Og tá ið atkvøðurnar
vórðu taldar, vísti tað seg, at
heilt stórur meiriluti fyri, at
leggja saman við Havnini.
Í fyrstu atløgu vísti at
kvøðugreiðslan, at stórur
meiriluti er fyri at Kvívík
leggur saman við aðrari
kommunu, tí tað vilja 226
fólk av teimum 326, sum
greiddu atkvøðu, ella 72,2%
Av teimum, sum vildu
leggja saman vildu heili 167
leggja saman við Havnini, 49
vildu leggja saman við Vest
manna og bara 10 fólk vildu
leggja saman við Kvívík.
Hinvegin vildu 87 fólk ikki
leggja saman og tað er 27,8%
av teimum, sum atkvøddu.
Men verða tey tvingað at
leggja saman við lóg, vilja
heili 64 av teimum leggja
saman við Havnini, 14 vildu
leggja saman við Vestmanna
og ikki fleiri enn 9 vildu
leggja saman við Vágum.
Sostatt
vísir
úrslitið,
at heili 231 fólk í Kvívíkar
Kommunu vilja leggja sam
an við Havnini, 63 vilja
leggja saman við Vestmanna
og bara 19 vilja leggja saman
við Vágum.
Fimm bygdir eru í Kvívík
ar Kommunu: Kvívík, Válur,
Stykkið, Leynar og Skæling
ur.
KOMMUNUSAMANLEGGING Stórur meiriluti av fólkinum í
Kvívíkar Kommunu vil leggja saman við Tórshavnar Kommunu
Fólkið fær sín vilja, men tað fær
borgarstjórin ikki
Kvívíkingar
fáa sín vilja
FYLGJA FóLKAVILJANUM Bygdaráðið í Kvívík er sinnað
at fylgja tí greiða fólkaviljanum um samanlegging
Fólkið fær sín vilja, men tað fær Dánjal Petur Múller, borgarstjóri, ikki. Hann gjørdi eisini
sína skyldu og atkvøddi, men hóast úrslitið gekk honum ímóti, fer hann at seta tað í verk
Greið tala
Dánjal Petur Múller, borgarstjóri, atkvøddi ímóti
samanlegging - men má nú virka fyri samanlgging