Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 Sosialurin Randi Jacobsen Áhugin fyri tiltakinum at stovna eina rørslu fyri sam­kynd tvíkynd og rams­ per­sónar hevur víst seg at vera so stórur, at stovnandi fund­urin í kvøld klokkan hálvgum átta er fluttur úr Manna­rættindahølunum hjá Amensty International til Posthúskjallaran í Havn. Felagsskapurine er komin í lag, eftir at tveir bólkar hava arbeitt á Facebook við at siga síni sjónarmið. Tað hava verið ein bólkur fyri kvinnur og ein fyri menn, og nú eru tey so ein bólkur við sløkum 80 fólkum og eru til reiðar at stovna rørsluna. Hesum fólkum dámar ikki tosið um, at tað skal vera so trupult at vera samkynd í Før­oyum, at neyðugt er at rýma av landinum. – Vit vilja virka fyri, at Føroyar verða so rúmligar, at rúm er fyri øllum, og vit vilja skapa eitt umhvørvi og trivnað, sigur Bjarni Lisberg, talsmaður fyri rørsluna, sum eisini ætlar at hjálpa og veita stuðul. Stuðlinum er tørvur á, tí øll hava ikki líka lætt við at tosa um sina kynsligu orientering. Rúm fyri øllum – Vit samkyndu hava tað gott í Føroyum, men sjálvandi kundu vit havt tað betri. Vit halda, at samkynd væl kunnu vera her og vilja senda út tann boðskap, at tey, sum rýmd eru, kunnu koma heim­ aftur. Hetta er galdandi fyri øll, sigur Bjarni Lisberg. Hann heldur tó, at sam­ kynd onkuntíð kunnu kenna seg eitt sindur einsamøll í einum so lítlum samfelag, og har kann ein slík rørsla menna eitt umhvørvi, sum samkynd kunnu kenna seg aftur í. Bjarni Lisberg hevur ong­ antíð upplivað beinleiðis happ­ing, tí hann er sam­kynd­ ur, men hann hevur møtt nógvum fordómum. – Men tey fordómsfullu eru ein minniluti, og tað er ikki rætt, at tey fordómsfullu eru tey religiøsu. Onnur hava eisini fordómar, og fleiri sam­ kynd finnast millum tey religi­øsu, sigur Bjarni Lis­ berg. Hann ger vart við, at henda rørslan verður fyri øll, sum kunnu stuðla søkini hjá teimum samkyndu. – Vit ætla so avgjørt ikki at isolera okkum, heldur tvørt­urímóti. Vit vilja menna eitt um­hvørvi fyri okkum og onnur. Bjarni Lisberg og hini í røsluni grenja ikki um viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum. Boðskapurin er jaligur Mynd: Álvur Haraldsen Samkynd hava tað gott í Føroyum - Vit vilja breiða út boðskapin, at í Føroyum er rúm fyri samkyndum sum øllum øðrum, sigur Bjarni Lisberg, taksmaður fyri nýggju rørsluna, sum verður stovnað í kvøld Taks fer eftir fótbóltinum Í næstan fer Taks at kanna, hvøri fótbóltsfeløg hava rindað spælarunum løn undir borðið, og hvørjar skattskyldugar ágóðar, teir annars hava fingið Randi Jacobsen Næstan øll siga seg vita tað, men tey fægstu tora at tosa opið um tað: Í fleiri ár hava flestu ella fleiri fótbóltsfeløg rindað spælarum sínum løn undir borðið. Fyrrverandi bókhaldsleið­ arin á fyritøkuni Formula segði opið, tá ið hann mána­dagin var í rættinum ákærdur fyri fíggjarsvik, at hann sum kassameistari hjá EB/Streymi hevði goldið spæl­arunum lønina svart. Kent Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks fekk hetta við, og sum so nógv onnur hevði hann hoyrt um hetta áður. Okkurt fótbóltsfelag, sum ikki hevur havt ráð at løna sínum spælarum, ella eisini ikki hevur havt líka góð ráð, hevur eisini vent sær til Taks og spurt um henda ójavna. - Tað er sjálvandi eisini kappingaravlaðandi, tá ið nøkur feløg kunnu løna spæl­arum svart, og onnur fe­løg ikki hava ráð at keypa góðar spælarar. Haraftrat er tað sjálvandi ikki rætt, at øll ikki eru líka fyri lógini, sigur Eyðun Mørkøre. Hann sigur, at Taks í næst­um fer at fyrireika eina kanning, helst í samstarvi við fótbóltssambandið. Tá verða viðurskiftini kannað nøkur ár aftur í tíðina. - Tað er trupult at kanna slík viðurskifti, tí svartur peningur er ongastaðni skrá­ settur, sigur Eyðun Mørkøre. Tað ber tó til at kanna slíkt. - Vit hava hoyrt, at summ­ ir leikarar hava havt fría íbúð og hava koyrt í bili hjá felagnum. Teir ágóðarnir eru skattskyldugir. Tað ber eisini til at síggja, hvussu lítla inntøku spælarar hava havt í mun til eina lítla inntøkur, sigur Eyðun Mørkøre. Hansara vón er, at feløg vilja spæla við at koma hes­ um skattasviki til lívs. Taks ger javnan efirlit í ymiskum vinnum.