mikudagur 1. juni 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
8
Sosialurin
Gera ferjuleguna nýtiliga
Um vikuskiftið gjørdi skipari á Ternuni greitt, at teir fingu ikki nýtt nýggju
ferjuleguna í Nólsoy, tí fendararnir vóru ov harðir. Nú skal hetta bøtast.
Leo Poulsen
Eina
snøgga
viku
nýtti
Ternan nýggju ferjuleguna í
Nólsoy. Og nú hava teir í eina
viku aftur lagt at bryggju-
kanti num, tí teir tordu ikki at
nýta ferjuleguna.
– Trupulleikin er, at fen-
dararnir á ferjuleguni eru ov
harðir. Hetta førir við sær, at
skipið stoytir, tá tað kemur at
ferjuleguni, og tað kann vera
lívshættisligt, sigur Gutti
Jacobsen, skipari.
Trupulleikin er, at trapp-
urnar eru rættiliga brattar
og so ganga tær efturvert í
skipinum.
– Hetta ger, at um fólk
– serliga eldri og illa gongd
– eru stødd í trappunum, tá
skipið fær hendan stoytin,
skal so lítið til at tey fara fram
eftir fummum og skrambla
niður gjøgnum trappurnar.
Tí risikera vit stutt sagt ikki
at leggja at ferjuleguni, sigur
Gutti Jacobsen.
Tað sigur seg sjálvt, at tað
ber ikki til at byggja eina
ferulegu fyri sjey milliónir
og so ikki nýta hana. Menn
frá Articon, sum hevr bygt
ferjuleguna, komu tí út til
Nólsoyar í morgun fyri at
bøta um trygdina.
– Ætlanin er í fyrsta
umfari at taka annanhvønn
fendara burtur. Tað skuldi
væntandi gjørt tað bleytari
at komi at hjá Ternuni, sigur
Jákup Enni, projektleiðari
hjá Articon.
Randi Jacobsen
Í seinastu viku kom ein
frá boðan um, at fiska fri ka-
dellur frá Norðfra vórðu
kallaðar aftur. Tekniskt brek
í framleiðsluni var nevnt
sum orsøkin.
Til hetta hevur Norðfra
viðmerkingar, sum standa á
heimasíðu teirra:
“Tað tey siga er, at vegna
vantandi skrá set ing/niður-
skriving av kjarnu tempera-
turi
í
frikadellunum,
so
kunna vit ikki prógva at
fiskafrikadellurnar eru gjøg-
num steiktar, um hon ikki
er gjøgnum stokt, so kann
vøran møguliga innihalda
sjúkuelvandi bakteriur.
Vit á Norðfra, meta ikki
at tað er nakar vandi at eta
okkara fiskafrikadellur.
Eingin
hevur
staðfest
at tað er nakað galið við
vøruni, vit hava haft somu
mannagongd øll hesi árini
vit hava framleitt fiska-
frikadellur, og hava selt
ca 1,7 millón stk. av fiska-
frika dellum
síðan
2006,
og hava ikki somikið sum
fingið eina viðmerking um
at nakar nakrantíð hevur
fingið ilt av okkara fiska-
frikadellum.
Tá
Fiskafrikadellurnar
hava
verðið
framleiddar,
hava vit brúkt vit og skil,
eygu, nøs og smakk, sum vit
altíð hava dømt útfrá, um
vøran er gjøgnum stokt ella
ikki”.
P.S Framyvir verða hesar
hitaskrásetingar gjørdar.
Frikadellurnar nú gjøgnumstoktar
Norðfra heldur ikki, at nakar vandi er við at eta teirra frikadellur, framleiddar fyri 24. mai,
men tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, og fólk kunnu fáa vøruna býtta um
Nú skuldi Ternan væntandi aftur kunna lagt at við nýggju
ferjuleguna í Nólsoy
Mynd: Leo Poulsen
Rætturin skal staðfesta
løgtingssamtykt
Leo Poulsen
- Tá Løgtingið hevur sagt A,
so eigur tað eisini at siga B.
Tað sigur Kári á Rógvi,
formaður Sjálvstýris flok sins
við Rás2 og Sosialin undan
rættarfundinum í morgun.
Hann vísir á, at Løg tingið
eftir hansara tykki hevur
samtykt at lati honum far-
loyvi við løn í tveimum um-
førum.
- Eg gjørdi mær ómak,
tá eg skrivaði umsóknina
um farloyvi, so eingin mis-
skiljing kundi standast av.
Løgtingsformaðurin, Hergir
Nielsen, læs um sóknina upp
og mælti til at samtykkja
hana uttan atkvøðugreiðslu.
Hetta hendi sum nevnt í
tveimum umførum, segði
Kári á Rógvi í rættinum í
morgun.
Kortini fekk hann – somu-
leiðis í tveimum umførum –
boð frá løg tingsumsitingini,
at hann Gjaldstovan hevði
fingið boð um at draga 14/30
av næstu løn.
Kári á Rógvi helt, at skuldi
javnstøðulógin geva meining,
so mátti tað verða javnstøða
millum kynini.
- Sum dømi kann eg
nevna, at Annita á Fríð riks-
mørk fekk alla barns burð-
artíðina fekk fulla løn frá
Løgtinginum, með an eg varð
trektu í løn. Einasta frá-
greiðingin, sum eg kann
finna fram til, er at munur er
á kynunum, segði Kári á
Rógvi.
Virkar illa
Kári á Rógvi hevur eina
fortíð sum formaður í Javn-
støðunevndini.
- Eg varð ein dag í hoyna
ringdur upp av Hans Paula
Strøm og spurdur, um eg
vildi verða formaður í Javn-
støðu nevndini restina av
skeið inum, av tí at verandi
formaður hevði fingið forfall.
Eg helt hetta verða lætt nokk,
tað var bara at telja á hond-
unum, um eins nógvar kvinn-
ur og men vóru í nevndunum.
Men so lætt var tað ikki, segði
Kári á Rógvi.
Hann segði, at javn støðu-
lógin fyri tað fyrsta var
torskilt, og heldur ikki í øllum
førum imple men terað.
- Men hetta fekk meg at
fáa áhuga í javn støðulógini.
Og tað var eisini orsøkin til,
at eg gjørdi mær slíkan ómak
við umsóknunum um barns-
burðarfarloyvi, segði Kári á
Rógvi.
Hann helt eitt sindur iron-
iskt fyri, at hann fyrr hevði
fingið farloyvi við løn – tá
hann var á ST-aðalfundi fyri
Løg tingið – og tá hevði borið
til at goldi lønina bæði til
hansara og til varamannin.
- So tað er ikki før leikarnir,
ið vanta, helt hann.
Tað eru ikki pengarnir,
men sjálvt prinsippið, ið
hevur fingið hann at fara í
rættin við málinum.
- Stevningin ljóðar upp á
47.741,04 krónur, men vinni eg
sakina, verða pengarnir lætn-
ir felag num, sum tekur sær
av rættindunum hjá børnum
og pápum, segði Kári á Rógvi.
Fylgja siðvenju
Hitt vintið í rættinum í morg-
un var Súsanna Danielsen,
løgtingsstjóri. Hon greiddi
frá manna gongdini í sam-
band við farloyvi.
- Tað er ein meiriluti av í
minsta lagi 17 tinglimum,
sum skal samtykkja eitt
farloyvi hjá einum ting limi,
segði Súsana Daniel sen.
Hon segði, at tað er greitt
definerað, tá ein tinglimur
kann fáa far loyvi við løn.
- Er talan um sjúku, skal
tinglimurin vísa læknaváttan,
so rindar Løgtingið farloyvi
við løn. Í hinum førinum kann
tinglimur fáa farloyvi við løn
um viðkomandi er í farloyvi
fyri Løgtingið, ella um talan
er um fólkatingslimirnar,
segði Súsanna Danielsen.
Í sambandi við barns-
burðarfarloyvi er sið venjan
hon, at kvinnur fáa 24 vikur
farloyvi við løn, meðan menn
kundu fáa ein mánað far-
loyvi, tó ikki við løn.
Væntandi verður dóm ur
sagdur í málinum um nakrar
vikur.
Kári á Rógvi, løgtingsmaður og for maður Sjálvstýrisfloksins, hevur drigið
Føroya Løgting í rættin við kravi um, at hann fær útgoldið løn fyri tíðina,
hann hevur verið í barns burðarfarloyvi
Kári á Rógvi heldur, at tá Løgtingið hevr sagt A, má tað eisini
siga B
Mynd: Jens Kristian Vang