Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 Sosialurin Leo Poulsen Tað kostaði einum 63 ára gomlum oyndfirðingi 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing at hótta grannakonuna, bæði munnliga og við felliknívi. Maðurin sjálvur segði seg minnast lítið og einki til hendingina, har hann í trimum umførum hótti kvinn­una. Hann helt seg ikki hava nakað útistandandi við kvinnuna og dugdi ikki at siga, hví hann skuldi havt hótt hana. Maðurin, sum síðani hend­ingina 9. mai hevur fylt 63, var ákærdur fyri í trimum førum at hava hótt kvinnuna. Fyrst var hann komin á óbodna vitjan, og fullur sum hann var, hevði kvinnan ongan hug at fáa hann inn, og segði seg ikki hava stundir at tosa við hann. Hetta fekk øði í mannin, sum fleiri ferðir segði, at kvinnan kundi fara til hel­ vitis. Hann segði eisini við hana, at hon skuldi ansa væl eftir børnum sínum, tí hann hevði í hyggju at gera teimum skaða og henni við. Hon hevði tó fingið mann­ in út. Hann var síðani farin heim til sín sjálvs, har bróður­ sonurin hevði gjørt teimum báðum náttura. Ákærdi mað­ urin hevði verið so ónøgdur við, at grannakonan ikki vildi hava hann á vitjan, at hann helt seg noyðast at fara at tosa við hana einaferð enn. Ein av døtrunum sá tó mannin koma aftur, at kvinn­ an helt tað vera frægast at møta honum uttanfyri, og tók tí hundin við sær, fyri at maðurin á tann hátt ikki skuldi koma á gátt. Hótti við knívi Terassan uttan fyri hevur ein garð, og maðurin og kvinnan møttust við portrið. Maðurin kom nú við hóttanum um at drepa kvinnuna. Hon sá, at hann hevði ein felliknív í hond­ini, og bað hann geva sær hann. Men tá læt maðurin felli­ knívin upp og hótti kvinn­ una við honum. Sambært kvinn­uni rendi hann til við knívinum tvær ferðir, sam­ stundis sum hann segði seg vilja drepa hana. Hon helt seg undan og metti, at knívurin var einar 15-20 sentimetrar frá sær. Hon segði, at hevði hon ikki hopað undan, hevði hon verið rakt av knívinum. Eftir hetta valdi hon at kvika sær innar og læsa hurð­ina. Hon segði seg tá verða á markinum til panikk, og hon óttaðist fyri lívinum hjá sær sjálvum og børnunum. Hon bað tær tríggjar døt­ urnar fara upp á loftið at krógva seg, og tá skríggjar tann eina, at maðurin kemur aftur við einum steini. Hon ringir tá til løgregluna at koma eftir óða manninum, og hon hoyrir, hvussu ákærdi maðurin við steininum bukar á úthurðina. Hon ringir tá til ein mann í bygdini um at koma sær til hjálpar, og fer síðani út í gongin, har maðurin hevur brotið eitt hol í glasrútin í út­hurðini. Tá hann trilvar inn um við hondini at lata hurðina upp, tekur kvinnan eitt skóhorn og slær mannin á fingrarnar. Tað eydnast kortini maninum at fáa hurðina upp, og tá veit kvinnan sær einki annað at gera, enn at sláa mannin í høvdið við skóhorninum alt tað, hon var ment. Skuldi hevna seg Tað var eins og maðurin klárn­aði, tá hann fekk slagið í høvdið. – Hvat havi eg gjørt? Eg havi brotið úthurðina, eg skal gjalda hana aftur, segði maðurin og fór síðani á dyr. Men tá hann so tók seg til høvdið og varnaðist, at hann bløddi, gjørdist hann aftur í øðini. – Tú hevur skatt meg, eg skal nokk hevna meg, rópti maðurin eftir kvinnuni, men fór kortini til húsar heim. Allan vegin – so leingi sum kvinnan hoyrdi – bann­aði og blótaði hann inn á kvinn­ una. Nú kom so maðurin, sum hon hevði ringt eftir, og tey gjørdu av at fara oman í eitt neyst at krógva seg. Hon ringdi aftur eftir løgregluni at vita, hvat teir blivu av, men tá vóru teir á staðnum stutt eftir. Bróðursonurin váttaði í rættinum, at seinnu ferðina maðurin var komin aftur, hevði hann verið illur og hevði sagt seg skula drepa kvinnuna og síðani taka lívið av sær sjálvum. Hann segði seg ongantíð hava hoyrt pápa­beiggjan tosa soleiðis áður. Ákærin í málinum helt, at prógv var fyri, at maðurin hevði hótt kvinnuna, bæði munnliga og við knívi, og at tað átti at kosta manninum tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Verjin metti hinvegin, at dómurin átti at liggja um teir 20-25 dagarnar, og tá maðurin longu hevur sitið varð­ haldsfongslaður í tríggjar vikur, átti ein møgulig rest at vera treytað. Dómarin valdi at døma mannin í 60 dagar treyta­ leysa fongsulsrevsing, men at dagarnir, maðurin hevur sitið í varðhaldi, skulu drag­ ast frá. Knívshóttanin kostaði 60 dagar 63 ára gamli maðurin, sum fyri trimum vikum síðani hótti grannakonu í Oyndarfirði við einum felliknívi, skal inn at sita í 60 dagar treytaleysa fongsulsrevsing Tað kostaði einum nú 63 ára gomlum oyndfirðingi 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing at hótta grannakonuna Modellmynd