mikudagur 1. juni 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
10
Sosialurin
Kjak
Hans Joensen
formaður
Havnar Arbeiðsmannafelag
Tey tímaløntu hava
í áravís verið við
skerdan lut og eru
tað framvegis
Tað er ikki rætt sum stjórin
í Vinnihúsinum sigur í fjøl
miðlunum, at tey starvsfólk,
sum arbeiða á skrivstovu og í
handli, eru við skerdan lut.
Millum
onnur
hevur
stjórin í Vinnuhúsininum
verið frammi og víst á, at
tað ikki er rímuligt, at Løg
tingið hevur tryggja teimum
tímaløntu rætt til at vera
heima hjá sjúkum barni utt
an lønarmiss.
Stjórin í Vinnihúsininum
vísti m.a. á, at skrivstovufólk á
privata arbeiðsmarknaðinum
ikki vóru fevnd av lógini.
Starvsfólk hava nógv
betur lógarásett rætt
indi enn tey tímaløntu
Tað sum hvørki stjórin í
Vinnuhúsinum ella útvarpið
nevndi var, at starvsmanna
lógin, sum er galdandi fyri
m.a. skrivstovufólk, bæði á
privata og almenna arbeiðs
marknaðinum, geva starvs
fólkum rætt til bæði løn
undir sjúku uttan tíðarav
marking og uppsagnarfreist
upp til 6 mánaðar, alt eftir
starvsaldri.
Her er talan um lógarásett
rættindi, sum fakfeløgini,
sum umboða hesar starvs
bólkar soleiðis ikki hava havt
tørv á at reisa sum sáttmála
krøv.
So at siga eingir av lim
unum í arbeiðarafeløgunum
eru fevndir av starvsmanna
lógini.
Arbeiðarafeløgini mugu
við
sáttmálasamráðingum
stríðast fyri at fáa rætt til
løn undir sjúku og longri
uppsagnarfreist
Arbeiðarafeløgini
hava
ikki frá Løgtinginum fing
ið rætt til løn undir sjúku
og upp til 6 mánaðar upp
sagnarfreist, og tí mugu
arbeiðarafeløgini, í sambandi
við
sáttmálasamráðingar
royna at “keypa sær” hesi
rættindi.
Bæði løn undir sjúku og 6
mánaðar uppsagnarfreist er
ein sjálvsagdur rættur í øllum
almennum sáttmálum, men
Føroya Arbeiðsgevarafelag
fer neyvan uttan víðari at
geva limunum í arbeiðara
feløgunum hesi rættindi,
hóast sama felag ger sátt
mála
við
fakfelagið
hjá
skrivstovufólkum á privata
arbeiðsmarknaðinum, sum
frammanundan hevur rætt
til løn undir sjúku og upp til
6 mánaðar uppsagnarfreist
sambært starvsmannalóg
ini.
Vil Føroya Arbeiðs
gevarafelag ikki geva
øllum somu sømdir?
Tað hevði verið áhugavert at
fingið at vita, um ynski hjá
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
um felags treytir fyri løn
takarar skal skiljast soleiðis,
at tey tímaløntu nú kunnu
vænta at kunna fáa løn undir
sjúku og upp til 6 mánaðar
uppsagnarfreist soleiðis sum
starvsfólk hava.
Stórur ójavni er
millum tey tímaløntu
og tey sum eru undir
starvsmannalógini
Sum eg havi nevnt oman
fyri, so er rættuliga stórur
munur á teimum rættind
um, sum tey tímaløntu hava
í mun til tey sum fevnd eru
av starvsmannalógini.
Eg unni sjálvandi starvs
fólkum rættindi teirra, men
eg haldi tað er hugstoytt,
at umboð fyri Vinnuhúsið
harta Løgtingið fyri at bøta
eitt lítið sindur upp á tann
mun sum er í rættindunum
hjá teimum tímaløntu í mun
til tey sum eru fevnd av
starvsmannalógini.
At enda skal eg takka
teimum
løgtingslimum,
sum hava tikið undir við
ynskjum okkara um at bøta
um rættindi hjá vanliga
føroyska arbeiðsfólkinum, tí
hóast langt er eftir á mál, so
er hendan lógarbroyting tó
ein bati.
Oyggjaleikirnar til Føroya
Jógvan Arge
formaður í mentamála-
nevndini í Havn
Tórshavnar Býráð er til reið
ar saman við almennum
myndugleikum og øðrum
samstarvsfeløgum
at
tryggja, at í kommununi
verða umstøður at avgreiða
kappingar í eitt nú golfi og
skjóting á Oyggjaleikum 2021
ella fyrr.
Í yvirlýsing frá einum
samdum býráð verður sagt,
at býurin longu nú hevur
umstøður og førleika at hýsa
flestu
ítróttakappingum
á
hægsta altjóða stigi, og býurin
viðurkennir, at tørvur eisini er
á altjóða kappingarumstøðum
til golf og skjóting.
Tað eru hesar umstøður
Tórshavnar Býráð er til reiðar
at útvega saman við almenn
um myndugleikum og øðrum
samstarvsfeløgum til Oyggja
leikirnar, sum ÍSF fer at søkja
um at skipa fyri í 2021 ella
kanska longu í 2019.
Leikirnir seta krøv
Umstøður til golf verða í
dag mettar sum ein avgjørd
fyritreyt fyri, at Føroyar
kunnu fáa vertsskapin fyri
oyggjaleikum í framtíðini.
Skjótiítróttin er sera fram
komin í fleiri av teimum
oyggjasamfeløgum,
sum
eru við í oyggjaleikasam
starvinum, og tær umstøð
urnar eru eisini umráðandi.
Island Games Assosciation
leggur dent á, at luttakararnir
á oyggjaleikum verða hýstir
nær hvørjumøðrum og nær
ítróttabreytunum. Tí boðar
Tórshavnar Býráð frá, at tað er
sannført um, at býurin kann
hýsa 2500 ella fleiri luttakarum
innanfyri 10 minuttir frá høv
uðskappingarbreytum, hallum
og vøllum.
ÍSF er farið undir samráð
ingar og fyrireiking til at søkja
um Oyggjaleikirnar 2021, men
nevnt hevur verið, at tað kann
henda seg, at møguleiki verður
fyri at fáa Oyggjaleikirnar
longu í 2019. Ongantíð betur,
um tað verður.
Góðar umstøður
fyrireikaðar
Á oyggjaleikum verður kapp
ast í um 15 ítróttagreinum.
Meginparturin av greinunum
eru tær somu hvørja ferð,
men fyrireikararnir hava
sjálvir møguleika fyri at
bjóða nakrar greinir fram.
Hugsandi er, at ÍSF eitt nú
fer at bjóða fram bæði fim
leik og judo, sum ikki eru
fastar
oyggjaleikagreinir,
men har vit eru sterk og hava
eina stolta søgu í oyggja
leikahøpi.
Føroyar hava luttikið í
Oyggjaleikunum síðani fyrstu
leikirnar í 1985, og stevnan
hevur eina ferð verið í Føroy
um, men tað eru longu meir
enn 20 ár síðani. Kortini hava
Oyggjaleikirnir havt stóran
týdning
fyri
menning
og
margfeldni í nógvum ítrótta
greinum í Føroyum.
Oyggjaleikirnir hava eisini
gjørt sítt til, at fleiri ítrótta
greinir hava fingið breytir, sum
annars ikki hava funnist í Før
oyum. Tórshavnar kommuna
hevur seinastu árini útvegað
eitt nú rennibreyt til frælsan
ítrótt og fimleikahøll á altjóða
stigi. Hetta eru fyrst og fremst
umstøður til almenningin at
nýta, men møguleikin fyri at
hýsa oyggjaleikum og slíkum
kappingum hevur eisini talt
við í avgerðunum.
Um golf er tað sama at
siga. Ein golfvøllur í Havn
er sjálvandi fyrst og fremst
ætlaður til almenna nýtslu
hjá føroyingum, men eisini til
útlendskar golfspælarar, sum
ferðast kring heimin, og til
spæl og kappingar á altjóða
stigi.
Golf er sera væl umtókt
ítróttagrein til motión úti í
heimi og hevur eisini fest røtur
í Føroyum, hóast umstøðurnar
eru aftarlaga sum er. Golfvøll
ur kostar nakað. Við oyggja
leikum um 8-10 ár sum máli
ber til at gera eina slíka íløgu
yvir nøkur ár, so hon ikki
darvar aðrar neyðugar ætlanir
stórvegis.
Stóran týdning
fyri okkum
At átaka sær vertskapin
fyri Oyggjaleikunum hevur
stóran týdning fyri Føroyar
og Havnina. Hetta setir okk
um á kortið, dregur nógv fólk
til Føroya og harvið inntøkur
til ymsar partar. Hetta hev
ur eisini týdning fyri menn
ingina av ítróttinum og
førleikanum at skipa fyri
stórum stevnum.
Og
hjá
luttakarum
og
áskoðarum er tað móti øllum
at kunna uppliva slíka stevnu
á heimavølli.
So nú er bara at bróta upp
um armar og spýta í lógvar
nar!