mikudagur 1. juni 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
Sosialurin
Fólkaatkvøðan í Íslandi 1944
Tað er hugaligt, at Regin
Eikhólm er farin at viðgera
fólkaatkvøðuna í Føroyum
tann 14. september 1946. Tað
er at vóna, at hann fer at
halda fram við viðgerðini, tí
henda størsta avgerð, sum
føroyska tjóðin hevur tikið,
hevur uppiborið at skína
fagurt í minni okkara.
Men lætt er at mistaka seg,
tá ið slíkar hendingar skulu
umrøðast, og skal eg loyva
mær í øllum lítillætni at gera
vart við nakað, sum ikki er
heilt rætt í tí sum Regin sigur.
Hann førir fram, at íslend
ingar í 1944 høvdu fólkaatkvøðu
um loysing ella samband, og
at henda atkvøðugreiðslan
eigur at samanberast við ta í
Føroyum í 1946. Har gerast vit
minnimenn, tí íslendska val
luttøkan var nógv størri enn
tann føroyska, og meirilutin
var eisini størri.
Men
íslendska
fólkaat
kvøðan í 1944 var ikki um
loysing ella samband. Ísland
var tá eitt sjálvstøðugt ríki,
og tann spurningur, sum
veljararnir skuldu svara, var
um hetta sjálvstøðuga ríki
framhaldandi
skuldi
vera
kongsríki ella tað skuldi gerast
lýðveldi. Tað var undirtøkan
fyri lýðveldishugsjónini, sum
í 1944 var við yvirlutan.
Tað var als ikki hetta, sum
var spurningurin í Føroyum
í 1946. Tað vit tá skuldu taka
støðu til, var um vit skuldu
gerast eitt sjálvstøðugt ríki
ella ikki. Síðani skuldu vit
sjálvandi
avgera,
um
ríki
okkara skuldi hava forseta
ella kong sum oddamann. Sum
kunnugt komu forðingar, sum
hava útsett henda spurning.
Tað verður tí ikki fyrr enn eftir
valið 19. januar 2012, at vit fara
undir hesa viðgerð.
Men tann fólkaatkvøðan
í Íslandi, sum kann saman
berast við ta í Føroyum í
1946, fór fram í 1918. Tá skuldi
íslendska fólkið taka støðu
til, um tað tók av tilboðnum
um at gerast eitt sjálvstøðugt
ríki. Hetta tilboð var gjørt í
sátt og semju millum donsku
og íslendsku stjórnina, og allir
íslendsku
flokkarnir
tóku
undir við tí.
Hvussu var úrslitið so av
fólkaatkvøðuni í Íslandi í
1918?
Meiriluti var fyri upp
skotinum.
Av
gildugu
at
kvøðunum vóru 90% fyri.
Hóast tað hava íslend
ingar miklan ampa av hesi
atkvøðugreiðslu. Orsøkin er,
at valluttøkan var lág. Yvir
helvtin av øllum borgarum
landsins gjørdu sær ikki tann
ómak at koma til valborðið.
Í so máta vóru føroyingar
í 1946 nógv framman fyri
íslendingar 1918. Her greiddu
tveir triðingar av øllum velj
arum atkvøðu, hóast nógvir
vóru burturstaddir í arbeiðs
ørindum.
Verður
litið
at,
hvussu stórur partur av velj
arunum greiddu atkvøðu fyri
loysingini, so er munurin tó
ikki stórur. Í Íslandi vóru tað
knøpp 40%, her 33.
Felags fyri báðar hesar
atkvøðugreiðslur er, at tað ikki
frammanundan vóru ásettar
reglur um, hvussu stórur
partur av atkvøðunum skuldu
vera fyri uppskotinum, fyri at
tað var samtykt. Her var bert
talan um einfaldan meiriluta.
Var ein atkvøða á muni, so var
tað tann størri bólkurin, sum
hevði vunnið. Tí var loysingin
samtykt í Íslandi 1918 eins og í
Føroyum 1946.
Djóradagarnir Í Havnardali
28. og 29. mai 2011
Dan av Lofti
Alt gott um djóradagin í
havnadali – tó eitt minus ella
tvey! Eg og daman vóru farin
úr Streymnesi Sunnudagin
29. mai til Havnar fyri at
uppliva eitt av fleiri tiltøkum,
sum Føroya Ríðingarfelag
hevði lýst við; mær vitandi
bæði í bløðunum og á
heimasíðuni
http://rossfo.
blogspot.com/ at byrja kl
16.30 báðar dagarnir nemliga
»Politihundar vísa kynstur«
Tað vóru fleiri við okkum,
sum høvdu leitað sær út í
Havnardal fyri at síggja hettar
tiltak, sum lýst varð við. Tá
vit koma út har, sær tað ikki
út til at nakað er á skránni.
Eg royni at hyggja umkring
fyri at vita, um nakað er, og
daman fer so at spyrja ein av
oddamonnunum í felagnum
um, hvussu er og ikki!? Hon
fær bara vita, at hettar er
avlýst, og tað var tað eisini í
gjár grundað á forfall/sjúku
Tað minnsta fyrireikarnir
gera er at rætta broytingar
o.a á heimasíðuni og gjøgnum
útvarpið boða frá, at hettar
tiltakið verður avlýst. Ongin
kunning var á umráðnum
yvirhøvur til tann vitjandi.
Og tað var nú heldur ikki heilt
ókeypis at koma inn. 50 kr fyri
vaksin fyri at uppliva nakað
av tí sum í skránni stóð til at
verða.
Ein og hvør veit, at ein ávís
líkasæla ræður í Føroyum,
men álvaratos alt við máta.
Fyrirekarnir
kundu
havt
okkurt alternativ til hettar,
sum upprunaliga skuldi verða.
Man má hava ein plan-B í
tilfeldi av, at okkurt skuldi
miseydnast. Hundafeløg eru
fleiri av í Føroyum, so okkurt
annað áttu teir at kunna
bjóðað.
Zakarias Wang
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi og
valevni Sjálvsstýrisfloksins
Føroya
frádráttur
Hanus Samró hugleiðir í
lesarabrævi um umstøður
hjá lesandi í Føroyum sam
anborið við lesandi í Dan
mark. Alt gott um tað, men
hann kemur tó ikki við
einum uppskotið sjálvur,
tykist tað. Sigur m.a. at
enda:
Tað krevur, at lesandi í
Føroyum fáa ein "føroya
frádrátt" uppá kr. 71.000.
Slíkur frádráttur er sum
at stoyta bensin á eld, tí
at løgtingið ger mismun á
samfelagsbólkum. Tí er frá
flytingarspurningurin
eitt
paradoks, ein politisk tví
støða.
Hvat man tvístøðan vera,
og hvørjir samfelagsbólkar
eru tað sum eru fyri mismuni?
Eg skal lata henda spurning
standa hálvósvaraðan. Tí.
At í Føroyum eru tað fleiri
samfelagsbólkar, ið eru fyri
mismuni. Heilt avgjørt eru
lesandi ein bólkur. Mið
námsskúlalesandi bjóðaðu
landsins kosnu fyri tveimum
árum síðani at taka kr 300 av
teirra studningi. Hetta gjørdi
tey fyri at vísa samfelagssinni
í hesum sváru tíðum. Men
hvat er hent síðani tá? Hvør
annar samfelagsbólkur hev
ur víst samfelagssinni og
bjóða at lækka pening til
sín? Teir munnu vera fáir, um
nakar. Fleiri eru tó tvungin
til tað. Vóru tey lesandi býtt
kanska? Lesandi vóru aftur
rakt í ár. Og spurningurin er,
vera tey rakt næsta ár?
Sjálvstýrisflokkurin
vil nakað annað
Kári 6á Rógvi hevur lagt
tingmál nr 179/2010 fram
fyri Løgting, fyri at hjálpa
lesandi, so at tey vera ver
andi í Føroyum og kunnu
hjálpa til við at fáa vøkstur
í Føroyum.
Uppskotið og
viðmerkingarnar:
“§ 4b. Persónur, sum er und
ir fullari skattskyldu eftir
reglunum í § 1 í samtíðar
skattalógini, og sum er full
tíðar lesandi, fær í útroknaða
landsskattinum ein lesandi
frádrátt, tó í mesta lagi í 5
kalendaraár. Frádrátturin er
kr. 80.000. Kommunur kunnu
áseta samsvarandi kommu
nalan frádrátt.”
Viðmerkingar
Til tess at tryggja, at lesandi
fara seinni út og koma fyrr
heim aftur, og til tess at
bøta tann miss, lesandi hava
verið fyri í lestrarstudningi,
verður ásett, at lesandi fáa
frádrátt í inntøkuni.
Henda
lógarbroyting
kemur serliga væl við hjá
teimum, sum longu hava sett
búgv, og eru ikki heilt ung
longur. Men, sum hava valt
at útbúgva seg í Føroyum. Vit
í Sjálvstýrisflokkinum vilja
millum annað útbúgving,
og mæla tí Løgtingi at sam
tykkja hetta uppskot (áðrenn
summarferiu), til betring hjá
lesandi í Føroyum.