Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 12 Sosialurin Kjak Framsókn Tá tað almenna ikki røkkur ...... Vit eru noydd at gera nakað munagott fyri at loysa tann ovurhonds stóra trupulleikan vit hava innan eldrarøktina. Sannlíkt er, at samfelagið - tey fyrstu nógvu árini - ikki verður ført fyri at loysa hendan trupulleika. Kunnu vit góðtaka at eldra fólkið, sum hevur tørv á hjálp, livir undir so vánaligum um­ støðum, sum tey gera í dag? Við at hugsa óvanligt kunnu vit á liberalum grundarlagi hjálpa munandi um støðuna. Prinsippið er, at al­ mannaveitingar skulu fylgja persóninum Vit kunnu ikki taka tað sum eina sjálvfylgju, at tað al­ menna í framtíðini fer at klára at veita allar tær tæn­ astur, sum vit í dag rokna sum sjálvsagdar. Vit eiga tí at hugsa ótradi­ tio­nelt og á hvønn hátt tann privati parturin av sam­felag­ num kann brúkast til hesar avbjóðingar. Onkursvegna hava tær almennu Føroyar ta fatan, at almenn tilboð og tænastur bara kunnu veitast trygt og gott um tað almenna sjálvt stend­ur fyri og er arbeiðs­ takari. Úrslitið er, at vit ongantíð fáa eftirkannað, um tey tilboð og tænastur, sum tað almenna veitir, standa mát við tørv og kostnað. Hesa skeivu gongd eiga vit at broyta. Allar al­menn­ar tænastur innan m.a. barna­ans­ ing, skúla, almanna­veitingar, heilsu- og eldrarøkt eiga vit at loyva privatum persónum og feløgum at geva sítt boð uppá at loysa. Landið skal í eindarprísum rinda fyri hesar tænastur - t.v.s at peningurin fylgir per­ sóninum. 200 Ellis/eldraíbúðir Flest øll vita, at støðan hjá eldri fólk, sum hava tørv á hjálp, er lítið virðilig. Tey eldru liva eitt ússaligt lív, og familjur teirra bukka undir fyri tí trýsti hjálparloysið skapar. Tey gomlu føla seg til fortreð, og familjan følir, at tey svíkja. Her má og skal gerast okk­ urt munagott – og meira enn tað, sum tað almenna er ført fyri. Vit skjóta tí upp, at vit beinanvegin á privatum grund­arlagi byggja 200 ellis­íbúðir og soleiðis taka broddin av tí trýsti, sum er á alla eldrarøktina. Byggingin verður skipað eftir einum eigaraíbúðarleisti, har hvørt búfólk keypir sína egnu íbúð og útvegar fígging. Oftast kann keypspeningurin útvegast við m.a. at selja egin hús ella eisini við vanligari lántøku. Ein tílík ætlan er sera væl egnað hjá einum pensjónsgrunni at fíggja. Tá búfólkið ikki longur hevur tørv á íbúðini, verð­ur ognin seld aftur til eig­ara­ felagið eftir einum framm­ anundan avtalaðum index- lykli. Eigarafelagið selur so íbúðina til tann næsta, sum hevur tørv á eini ellisíbúð. Íbúðin verður ikki seld á fríða marknaðinum. Slíkar ellis- og eldra­íbúðar­ loysnir eru royndar í Íslandi, og virka væl. Byggieindirnar skulu byggj­ast í bestu góðsku og í ymiskum støddum (millum 40 – 70 – 90 m2), bæði til støk og pør. Byggjaríið skal liggja væl í lendi og í so stórum eindum (kanska millum 50 og 100 íbúðir), at atlit er tikið til rakstur, og at tænastur kunnu veitast á høgum støði fyri lægsta kostnað. Ein privat skipan skal veita búfólkinum tær neyðugu al­ mannatænastur. Og hetta á einum støði sum búfólki sjálvt setur – tó við almenna støðinum sum minstamark. Gjaldið fyri hesar tæn­ ast­ur kemur frá teimum eindarprísum landið veitir, og um neyðugt frá búfólkunum sjálvum - alt í mun til, hvat tænastustøði ynskt verður. Til hvørja byggieind eru knýttar nakrar kjarnu­tæn­ astur, sum skal tryggja at bú­ fólkið fær ta neyðugu hjálp og tænastur – ergoterapi, fysio­ terapi, persónliga røkt, sosialar aktivitetir, hárfríðkan, nær­ handil v.m. alt í mun til stødd­ ina á ætlanini. Umframt tey, sum eru undir almannaverkinum og hava tørv á hjálp, kunnu fólk, sum eru pensionistar keypa sær íbúð í búðstaðareindini. Hetta seinasta til tess at tryggja einum virknum og fjølbroyttum grannalagi. Tørvur er á 200 røktar­heims­plássum um­framt 200 ellis- og eldra­íbúðum bara í Tórs­havn Tørvurin á ellisíbúðum um landið er stórt, og bara í Tórs­havnar Kommunu mangla umleið 200 ellis- og røktarpláss umframt 200 eldraíbúðir. Vit skulu bara fyrst stað­ festa, at hvørki land ella komm­una eru før fyri at loysa henda trupulleika bara í nánd av tí tørvi, sum er staðfestur. Bara í Suðurstreymi er tørvurin á ellis-og røktar- heimsplássum omanfyri 300. Her má tí okkurt munagott gerast. Av teimum plássum, sum eru til í dag, verða øll brúkt sum røktarheimspláss og so at siga ongi sum ellis­ heim ella eldraíbúðir. Orsøkin er tann, at tá tey eldru endiliga eru so heppin at fáa tilboð um búpláss, eru tey so veik sálarliga og kropsliga, at tala­n er um røktarkrevjandi fólk, sum í bert lítlan mun kunnu gera brúk av teimum fasili­ tetum, sum eru á heiminum og kemur íløgan tí als ikki til sín rætt. Ellis-og røktarheimini virka í stóran mun sum bíði­ pláss, áðrenn tey gomlu fara hiðani frá fyri seinastu ferð. Bygging av ellis- og røktarheimum Hátturin at byggja ellis-og røktarheim í Føroyum, er danskur. Allar fortreytir, støddar­krøv v.m. eru eftir donskum leisti. Tískil kostar eitt ellis- og røktarheimspláss útvið 2 mill kr at byggja. Íroknað er tá innbúgv. Meðal m2-talið fyri hvørja eind í dag er áleið 70 t.v.s kr. 28.000/m2. Hesin byggiháttur er ikki nøktandi –hvørki fíggjarliga ella tørvsliga. Kostnaður kann lættliga fara munandi niður –uttan at slakað verður í innihaldi til brúkaran ella í dygd á bygging. Hvørjum er brúk fyri Staðfest er, at fleiri og fleiri eldri fólk sita í alt ov stórum húsum. Og allarflestu av hesum ynskja sær ein minni bústað, sum tey eru før fyri at halda og gjalda. Ein íbúð í somu stødd, sum eitt røktarheimspláss uppá 70 m2 kann í dag byggjast fyri umleið kr. 10.000/m2 t.v.s. at fyri hvørt røktarheimspláss kunnu knappliga 3 íbúðir byggjast. Byggjast skulu eindir uppá 50 til 100 íbúðir í støddini 40 til 90 m2 í gólvvídd. Íbúðirnar eru innrættaðar soleiðis, at øll – eisini rørslu­ tarnað –frítt kunnu gera brúk av øllum íbúðunum, og soleiðis at búfólkini kunnu búgva har heilt fram til, at tey hava tørv á røktarheimi. Sum nevnt skal ein tæn­ astu- og aktivitetsdepil tryggja, at búfólkið fær ta neyð­ugu hjálp og tænastur – eitt nú ergoterapi, fysioterapi, persón­liga røkt, felagsrúm til sosialar aktivitetir, hárfríðkan og nærhandil Endamálið er: at fáa røkt­ ina út til tey eldru, heldur enn at tey eldru verða tvungin til røktina. Avleiðingar av ætlanini: • Positivar persónligar av­ leiðingar fyri tey eldru • Positivar persónligar av­ leiðingar fyri tey av­varð­ andi • Positivar avleiðingar fyri bústaðarmynstrið • Positivar avleiðingar fyri samfelagsbúskapin • Nógv arbeiði verður sett í gongd og harvið fleiri skattakrónur og peningur í umfar • 200 hús verða tøk á sølu­ marknaðinum • Tørvurin fyri nýggjum útstykkingum í óbygdum øki verður tálmaður. Fyrsta stig á leiðini er bein­ anvegin at fáa gongd á hesa alternativu íbúðar­bygging í miðstaðarøkinum, har tørv­ urin er allarstórstur. Samandráttur Tey liva eitt ússaligt lív við lítlari og ongari lívsgóðsku. Nógvar familjur royna at hjálpa, men eru í dýrastu neyð, vita sær ikki livandi ráð og bukka undir. Dag­lig­ dagurin hevur fyri hesar familj­ur nóg mikið í sær sjálv­um. Hava tey gomlu treingjandi eldru nakra vón fyri framman? Og kunnu vit gera okkurt ? Á liberalum grundarlagi kunnu vit hjálpa munandi um støðuna og skjóta vit tí upp, at hetta omanfyri nevnda uppskot verður roynt. Hetta fer Framsókn at finna ein meiriluta á tingið fyri at fremja. Hugsað uppskot um ellis- og eldraíbúðir. Uppskot til innrættan av íbúðini.