mikudagur 1. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
14
Sosialurin
Tað var á heysti 2009, at Smyril
Line fekk tað hugskot at skipa
fyri eini ferð til Seyðisfjørðin, har
vitjast skuldu støð, har føroyskir
fiskimenn og útróðrarmenn hava
havt síni spor. Sum ein, ið visti eitt
sindur um hetta, varð eg biðin um
at koma við sum frásøgumaður.
Tað vísti seg beinanvegin, at tað
var stór undirtøka fyri hesum hug
skoti. Eftir stuttari tíð høvdu út
móti 100 fólk teknað seg. Ta ferðina
varð farið norður á Bakkafjørðin. Í
Seyðisfirði varð vitjað í kirkjugarð
inum, har teir menn, sum doyðu við
bátinum á Riddaranum í 1927, liggja
grivnir. Henda grøv er ein ímynd av
lagnunum hjá nógvum føroyskum
fiskimonnum undir Íslandi.
Henda ferðin eydnaðist so mikið
væl, at í apríl seinasta ár varð aftur
skipað fyri einum túri, har tað aftur
teknaðu seg úti við 100 fólk. Hesa
ferðina varð eisini farið suðureftir
til Neskaupstaðin og Vattarnes.
Til ferðina í ár var áhugin størri
enn nakrantíð, og aftur vóru tveir
fullir bussar av hugaðum luttak
arum sum, umframt tað teir fingu
at síggja, eisini fingu frásagnir um
føroysku søguna í vitjaðu støð
unum. Hetta hevur alt verið so væl
umtókt, at fleiri av luttakarunum
fyrru túrirnar vóru við aftur í ár.
Tíðin, sum er til taka á eini
slíkari ferð, er frá týsmorgun til
mikukvøld. Hetta gevur tveir dagar.
Skráin er eitt sindur broytt fyri
hvørja ferð. Tískil varð hesa ferðina
bert farið suðureftir.
Lítla Moskva
Tann fyrra dagin varð eins og í fjør
vitjað á Norðfjørðinum ella Nes
kaupstaði, sum býurin eisini verður
kallaður. Seinasta ár varð í Miðvikuni
greitt frá teirri vitjanini á Norð
fjørðinum. Millum annað frá fyril
estrinum hjá søgumanninum Gesti
Smárson, har hann segði, at tað vóru
føroyingar, sum seinna partin í 19. øld
lærdu íslendingar á Eysturlandinum
vinnuligan fiskiskap, bæði við veiðu
og tilvirking av fiski.
Hesa ferð var betri tíð til júst
hesa vitjan. Her má enn eina ferð
takast til blíðskapin, sum føroy
ingar møta í Íslandi. Vertir á Norð
fjørðinum var tann stóra fyritøkan
Sildavinnslan, og tann sum stóð
fyri sum vertur var Karl Johann
Birgisson, sum aftur hevði skipað
fyri eini áhugaverdari skrá, m.a. við
rundferð í býnum.
Her varð millum annað greitt
frá, at Norðfjørðurin varð í síni
tíð kallaður Lítla Moskva, tí teir
vinstrahallu í mong ár høvdu
valdið í býráðnum. Eisini sóust tær
kavaforðingar, sum vóru gjørdar
omanfyri býin at forða fyri skalva
lopum, sum áður hava kostað fleiri
mannalív.
Drama hjá føroyingum
og íslendingum
Eins og í fjør var møguleiki hjá
føroyingunum at hitta gamlar ís
lendskar fiskimenn, sum høvdu
siglt saman við føroyinginum. Her
hittust tískil eisini gamlir skips
felagar aftur.
Ein av hesum var Kaj Johanne
sen, ættaður úr Fuglafirði. Hann
var við trolaran Goðanes, sum var
av Norðfirði, tá ið skipið á veg inn
á Skálafjørðin rendi á Flesjarnar 3.
januar 1957 og skiparin umkomst.
Nú kom Kaj at hitta millum aðrar
sín gamla skipara Birgir Sigurðson,
sum er pápi tann umrødda Karl
Johann og beiggi skiparan á Goða
nes, Petur. Ein annar var Torbjørn
Joensen úr Kollafirði. Hann var
eisini í Íslandi um somu tíð og kendi
somu menn.
Ein partur av hesi søgu er eisini
illveðrið fyrst í 1959, tá ið Hans
Hedtoft gekk burtur. Tað vóru
eisini føroysk og íslendsk skip, sum
kundu fingið somu lagnu. Mortan
(hjá Andreas) Johannesen var eisini
við á ferðini, og hann var sjálvur við
Fiskanes, sum var á hesum leiðum.
Birgir Sigurðsson var skipari
á Gerpi. Teir vóru á veg til New
Foundland at fiska, tá ið teir rendu
seg í hetta illveðrið. Tað stóð so
nógv á, at skiparin hevði skipsráð
umborð at taka støðu til, hvat gerast
skuldi, um teir skuldu venda ella
halda áfram. Sjálvur mælti hann
til at halda fram. Ein grundgeving
var, at tað stóð so illa til fíggjarliga
hjá skipinum, at komu teir heim
við ongum, so var vandi fyri, at teir
mistu skipið.
Teir fóru til New Foundland og
fingu ein rimmartúr, sum bjargaði
skipinum. Men so væl gekk ikki
hjá øllum. Tað var so kalt, at størsti
vandin var yvirísing av skipinum,
sum so aftur kundi føra til, at skipið
koppaði.
Tað var eisini hetta, sum hendi
um somu tíð við íslendska trolaran
Juli, sum hvarv við 30 monnum.
Tað var tó eingin føroyingur við. Tá
vóru tíðirnar broyttar í Føroyum.
Bert tvey ár frammanundan var
tað javnan, at meira enn helvtin av
manningini á íslendskum trolarum
var føroyingar.
Tað stóð eisini nógv á hjá
Torkell Mána. Hann var so yvirís
aður, at hann kundi eins væl verið
koppaður. Men her gjørdi mann
ingin tað bragd, at teir fingu kvett
tær yvirísaðu mastrarnar av, so tær
fóru fyri borð við øllum ísinum.
Hetta bjargaði teimum. Mortan
greiddi frá, at Torkell Máni og
Fiskanes komu í senn til Grimsby
at selja, men báðir trolarar vóru
so illa farnir, at teir vórðu lagdir av
sýninum, til neyðugar ábøtur vóru
gjørdar. Einki er frætt um nakar før
oyingur var við Torkell Mána. Men
um nakar var, kundi verið áhuga-
vert at frætt frá viðkomandi.
Fjarðabyggð
Norðfjørður er ein partur av Fjarða
byggð kommunu, har tað tilsamans
búgva um 4.500 fólk. Umframt Norð
fjørðin eru bygdirnar Eskifjørður,
Reyðarfjørður, Fáskrúðsfjørður og
Støðvarfjørður.
Norðanfyri Norðfjørðin er Mjói
fjørður, har tað fyrst í undanfarnu
øld var ein norsk hvalastøð, sum tá
var ein tann størsta í heiminum.
Har arbeiddu upp til 200 fólk.
Her hava føroyingar eisini róð
út. Petur Martin Petersen greiðir
frá í Føroya Siglingarsøgu, at abbi
hansara, S.P. Petersen í Fuglafirði,
kallaður gamli Sámal Petur, sendi
í 1913 sonin Pidda til Íslands at
kanna møguleikan at rógva út
við motorbátum. Teir valdu Mjóa
fjørðin, tí her vóru góðir møguleikar
at hýsa manningini og at taka móti
fiski.
Sama ár fara fimm motorbátar,
við 5-6 monnum á hvørjum teirra,
til Íslands. Teir rógva dúgliga út,
men tað kemur ikki nógv burtur
úr. Menninir vildu sleppa heim fyri
tíðina, áðrenn illveður kom á hesar
leiðir.
Men ikki gekk verri enn so, enn
at hvør bátur rindaði kr. 35 í skatt,
og Piddi rindaði sjálvur kr. 150. Tað
Aftur á slóðina hjá fiski
monnum við Norrønu
Tann 16-19. mai skipaði Smyril Line aftur fyri eini ferð í slóðunum hjá føroyskum fiskimonnum
í Íslandi. Eisini hesa ferð fekst okkurt íkast til hesa okkara fiskimannasøgu
Hetta kortið vísir økið, har
vitjað varð hendan túrin. Ytst
á nesinum millum Reyðarfjørð
og Fáskrúðsfjørð er Vattarnes
og beint innanfyri norðanfyri er
Hafnarnes. Norðastu fjørðurin
uttan navn er Seyðisfjørður
Miðvikan
Ofta hevur staðið á hjá bæði føroyingum og íslendingum. Hetta er umborð á Gerpir í 1959.