mikudagur 1. juni 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
Sosialurin
gekk eisini so frægt, at endarnir
fingust at røkka saman.
Tá ið umrødda hvalastøð árið
eftir verður boðin til sølu, er gamli
Sámal Petur fúsur at keypa. Hann
keypir hana saman við bónda á
staðnum fyri kr. 2.200, sum var
uppá seg bíligt. Tað fóru eisini tveir
motorbátar yvir at rógva út. Royndi
og kendi útróðrarmaðurin Líggjas
við Gjógvará var formaður.
Men so kemur 1. veraldarbardagi,
so hetta virksemi á Mjóafjørðinum
datt burtur.
Reyðifjørður
Sunnanfyri Norðfjørðin er Reyði
fjørður, sum eisini er kendur av
føroyskum fiskimonnum heilt til
okkara tíð.
Reyðifjørður er 30 km langur,
og er tann longsti fjørður á eyst
fjarðum. Bygdin við sama navni
liggur innan i fjørðinum. Fólkatalið
er 1.000. Har er ein góð havn.
Har er eitt sera stórt alumin
iumsvirki í tveimum bygningum,
sum hvør er meira enn 1 km til
longdar
Her
verða
framleidd
340.000 tons av aluminium árliga.
Arbeiði er til fleiri hundrað mans,
og munar hetta nógv í eini so lítlari
kommunu.
Reyðifjørður var hersett av bret
um undir seinna heimsbardaga. Her
hava tey eisini eitt krígssavn.
Eskifjørður
Longur úti á fjørðinum norðanfyri
er Eskifjørður, eisini eitt kent navn
hjá útróðrarmonnum. Bygdin tók
seg rættiliga upp frá 1870 orsakað av
norðmonnum og teirra sildaveiðu.
Her eru tvey áhugaverd søvn,
sum ferðalagið vitjaði. Annað er ein
sildaskúrur frá norsku sildatíðini.
Hann er í tveimum hæddum. Í
niðaru hædd varð sildin virkað, og
á ovaru hæddini búði arbeiðsfólkið.
Tað kann væl hugsast, at føroyskir
útróðrarmenn hava livað og virkað
undir líknandi umstøðum.
Umframt var eitt sjóvinnusavn,
har tað kundi síggjast hvussu lívið
var í gomlum døgum, og minti hetta
ikki sørt um Føroyar. Her var eisini
okkurt minni úr Føroyum sum
eitt modell av sluppini Mariu, sum
hoyrdi heima í Vági.
Fólkatalið er um 1.100. Bygdin
er annars kend fyri, at Vølvan, sum
framvegis kann spáa um framtíðina,
er jarðað her!
Hafranes
Á sunnara arminum á Reyðarfjørð
inum, beint áðrenn komið verður til
Vattarnes, er Hafranes. Her var bert
ein bóndagarður. Men við á ferðini
vóru tveir mans, sum høvdu róð út
frá Hafranesi í 1943.
Teir vóru tann 84 ára gamli
Einar Joensen og tann 89 ára gamli
Napoleon Andreassen, báðir úr
Oyndarfirði. Tað vóru tveir bátar
úr Oyndarfirði á Hafranes umframt
ein bátur úr Vík og ein úr Æðuvík.
Teir báðir vóru við hvør sínum
oyndfjarðabáti.
Tað varð róð bæði við snøri og
línu. Einar greiðir frá, at tá ið teir
vóru við línu varð egnt á landi, og
tá var hann sum tann yngsti í landi
at matgera.
Teir búðu hjá bóndanum men
høvdu ein skúr niðri við sjóvar
málan, har teir kundu egna og hava
sín reiðskap.
Fiskurin varð avreiddur til før
oysk skip, sum fóru til Bretlands at
avreiða hann. Tað var Poli á Glyvr
um, sum skipaði fyri hesum.
Napoleon helt annars lítið um
Vattarnesleiðina sum útróðrarpláss.
Har var ofta toka og nógvur streym
ur, og tað var eisini óreint fram við
landi.
Men tað var eitt stórt upplivilsi
hjá hesum báðum at kunna steðga
á, har teir høvdu verið 68 ár framm
anundan. Tað var eisini áhugavert
hjá ferðafeløgunum at hoyra teir
greiða frá hesi teirra tíð í Íslandi.
Um nakar veit nakað meira um
Hafranes vil eg fegin frætta.
Fransar í Íslandi
Tað vóru ikki bert føroyingar av
útlendingum, sum royndu í Íslandi.
Hetta sæst serliga á Fáskruðsfirði,
har slóðir eru eftir fronsku fiski
mannatíðini í Íslandi.
Henda tíðin var í hæddini frá
mitt í 1800-talinum og fram til
1914. Seinasta franska skipið undir
Íslandi var beint undan 2. heims
bardaga. Fransar hava fiskað undir
Íslandi í nærum 300 ár.
Tað vóru upp til 5.000 franskir
fiskimenn, sum árliga komu til
Íslands. Teir komu á vári og fóru
heim um heystið. Eins og føroyingar
mistu fransar nógv skip og mong
mannalív. 400 fronsk fiskiskip
gingu burtur undir Íslandi, og
4-5.000 fiskimenn komu ikki heim
aftur.
Fransarnir valdu sær Fáskrúðs
fjørðin sunnanfyri Reyðarfjørðin
sum støð. Her var góð havn, og
fjørðurin lá eisini væl fyri í mun til
fiskileiðirnar.
Hvørt ár seinast í februar komu
tey fronsku skipini inn á Fáskrúðs
fjørðin. Hetta var ein hugalig sjón
hjá íbúgvunum eftir ein langan og
kaldan vetur. Tað var ikki óvanligt
at síggja 120 fronsk skip á fjørðinum
í senn. Fyrst í mai kom eitt stórt
farmaskip við útgerð og posti til
fiskimenninar, og skipið tók so
fiskin heim við sær til Frankaríki.
Tað var ein lívligur handil millum
fiskimenn og íbúgvarnar. Teir lótu
bundnar vørur sum troyggjur,
seyðakjøt, fugl og fisk, og teir fingu
afturfyri biskuits, reyðvín, konjakk,
blýlodd og húkar. Eitt dømi um
hendan handil er, tá ið ein kálvur
var umbýttur við tveimum tunnum
av eplum og tveimum tunnum av
breyði.
Samskiftið fór fram á einum
heimagjørdum máli, sum varð
kallað fáskrúðsfjarðafranska, ein
blandingur millum franskt og ís
lendskt.
Í 1897 varð bygd ein fronsk
læknastøð á Fáskrúðsfirði og seinni
ein lítil kirkja ella kapell. Í 1903 varð
bygt eitt sjúkrahús. At byrja við var
sjúkrahúsið opið alt árið. Seinni
tá ið franski fiskiskapurin fór at
minka, var tað bert opið í sesongini .
Húsið hjá læknanum er nú ráðhús.
Eisini er á Fáskrúðsfirði ein
franskur kirkjugarður við 49 grav
um.
Sagt verður, at tað komu ikki
nógv hjúnaløg burtur úr hesi
fronsku innrásini. Men ikki var tað
kortini minni enn so, tað er mong
dimm fólk á hesum leiðum.
Tað er annars eitt franskt forn
minnissavn í býnum. Men tað er
bert opið summartíðina, so har
sluppu vit ikki inn.
Ávirkanin av fransum sæst
annars enn. Øll gøtunøvn eru
á íslendskum og fronskum. Og
hvørt ár á franska tjóðardegnum
fer franska flaggið í húnar hátt.
Eisini verður javnan skipað fyri
fronskum tiltøkum í býnum. Tað
eru eisini aðrastaðni, at fransar
hava havt sína ávirkan. Onkur í
ferðabólkinum hevði sæð franskan
kirkjugarð á Norðlandinum.
Tað er eitt sindur løgið, at tað
sæst so lítið í føroyskum keldum
um henda franska fiskiskapin. Tí
okkurt samband má hava verið
millum føroyingar og fransar. Tað
verður kanska komið aftur til hesa
søgu.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Komandi Miðvika verður
um Vattarnes og leirvíkingar
á Vattarnesi, serliga um Jóan
Petur Eliassen
Verjan móti skalvalopum á Norðfirði
Hetta er franska sjúkrahúsið á Fáskrúðsfirði.
Tað er við at verða sett í upprunastand
Birgir úr Íslandi (t.v.) og Kaj (t.h.) úr Føroyum og saman
við einum íslendingi tosa saman um gamlar dagar
Einar og Poli róðu út frá Hafranesi, har tað í 1918 vóru 12 hús við 100 fólkum. Í 1960 var eingin eftir