mikudagur 1. juni 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
16
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Tað heldur í hvussu er
Charles Clover, sum er í
ferð við at gera ein film um
ovurfiskiskapin í Evropa
samveldinum. Í samrøðu við
bretska blaðið Times sigur
hann, at við makreltrætuni
í hondini kann formaðurin
í skotska tjóðskaparflokk
inum, Alex Salmond, vísa
skotum, hvussu umráðandi
tað er, at landið fær sjálv
ræði.
Skotski tjóðskaparflokk
urin fekk eitt sera gott úr
slit á valinum herfyri og
fekk meiriluta í tinginum í
Edinburgh. Men sambært
Charles Clover eru skotar
kortini ikki serliga sinnaðir at
kvetta við bretska kongaríkið,
og tí má Alex Salmond egna
við onkrum serligum, og her
er makreltrætan gott agn.
Við henni kann hann vísa á,
at við egnum avgerðarrætti
kunnu skotar betur tryggja
egin vinnuáhugamál.
Hinvegin kann makrel
trætan eisini gagna bretska
forsætisráðharranum,
Da
vid Cameron. Eydnast tað
honum at loysa trætuna við
føroyingar og íslendingar,
kann hann vísa skotum,
hvussu nógv London hugsar
um teir. Spurningurin er
bara, hvør verður tann fyrri
- Alex Salmond ella David
Cameron,
sigur
Charles
Clover við Times.
Mánadagin tók kongur tað
sera óvanliga stigið at tosa
við tíðindastovuna TT um
skuldsetingarnar. Sum rími
ligt er, vísti hann øllum aftur,
men Deamne Rauscher, sum
sjálv onnur hevur skrivað
eina avdúkandi bók um kong,
sigur stutt, at kongur leyg í
samrøðuni.
Samstundis
eru
fleiri
svenskir fjølmiðlar farnir at
skriva um málini og støðu
kongs, og fleiri teirra seta
spurnartekin við trúvirði
hansara. Tað sosialdemokrat
iska Folkbladet i Norrköping
skrivar, at kongur hevur
sett alt í váða. Kemur ein av
teimum tyngjandi myndun
um fram, eru hansara dagar
á trúnuni taldir, skrivar blað
ið.
Tað borgarliga Göteborgs-
Posten heldur, at ein vaksin
maður, sum enntá er svensk
ur kongur, átti at skilt, at ein
persónur í hansara støðu skal
halda seg langt burturi frá
umhvørvi, sum er óhóskandi
fyri hann.
Eisini
fleiri
svenskir
politikarar viðgera málið
alment. Fyrrverandi sosial
demokratiski fíggjarmálaráð
harrin Sven-Erik Östeberg
sigur við Svenska Dagbladet,
at tað, sum kongur segði í
samrøðuni við TT, broytir
einki, og at tað hevði verið
vetur við einari óheftari
kanning. Tað sama sigur for
maðurin í Vänsterpartiet,
Lars Ohly.
Carl Gustaf sett sítt
trúvirði í váða
Carl Gustaf sviakongur er av álvara komin í hart mótrák eftir
fleiri frásagnir um, at hann skal hava fjeppast uppi í hálvnaknum
kvinnum, og at tað finnast "tyngjandi" myndir av honum
Makreltrætan kann
fáa skotar at loysa
frá Onglandi
Ósemjan millum ES og Noreg øðrumegin og føroyingar og íslendingar
hinumegin um makrelin kann gagna sjálvsstýrisflokkinum í Skotlandi
Høgri stóra
framgongd
Tað gongur eftir øllum at
døma sera væl hjá norska
Høgra-flokkinum at fáa
fatur á veljarunum. Í
hvussu er vísir ein nýggj
meiningakanning,
at
var val nú, hevði flokk
urin fingið næstan 10
prosentstig meiri enn
á kommunuvalinum í
2007.
Kanningin
gevur
Høgra 28,9 prosent av
atkvøðunum, sum er 9,6
prosentstig meiri enn
fyri fýra árum síðani.
Arbeiðaraflokkurin
er
kortini framvegis tann
størsti við 30,6 prosent
um. Tað er eitt prosent
stig meiri enn í 2007.
Kunnu sita
10 dagar
Teir báðir Greenpeace-
menninir, sum sita í
einum hylki undir bori
pallinum Leiv Eiriksson
fyri at forða pallinum at
bora við Vesturgrønland,
verða ætlandi sitandi har
fleiri dagar afturat. Sam
bært einum talsmanni
hjá Greenpeace hava
menninir mat og aðra út
gerð til minst 10 dagar.
Vilja hava Ísland
úr Nato
Í Íslandi hevur tingbólk
urin hjá teimum vinstra
grønu lagt uppskot til
samtyktar fyri Altingið
um, at Ísland skal taka
seg burtur úr Nato.
Tríggir altingslimir, sum
fóru úr tí vinstragrøna
flokkinum fyri stuttum,
standa eisini aftan fyri
uppskotið.
Uppskotsstillararnir
skriva
í
viðmerking
unum, at Ísland hevur
ongan her og er eitt
friðarland, men at sum
limaland í Nato stuðlar
landið millum annað
Nato-krígsførsluni
í
Irak og Afghanistan og
nú bumbuálopunum á
Libya.
– Ein tjóð, sum ikki
hevur her, og sum vil
hava frið, eigur at halda
seg uttan fyri hernaðar
samgongur, og tí eigur
Ísland at fara burtur úr
Nato, skriva uppskots
stillarnir millum annað
í viðmerkingunum.
Alex Salmond er
fortmaður í skotska
tjóðskaparflokkinum SNP