Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 20 Sosialurin Ein túrur í gomlu Havnini MENTANARNÁTT Spákið ein túr úr Vágsbotni, gjøgnum gamla býlingin úti á Reyni, í Gongini, úti á Tinganesi og heim á Kongabrúnna og upplivið eitt sindur av tí gamla Eirikur Lindenskov Í sambandi við mentanarnáttina fríggjadagin og fríggjakvøldið, hava vit gjørt ein lítlan túr úr Vágsbotni gjøgnum gamla býlingin á Reyni og í Tinganesi og heim á Kongabrúnna. Takið blaðið við tykkum, og vit greiða frá nøkrum av søguligu hús­ unum: Vit byrja túrin í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Pálli stendur. Poul Nolsøe varð føddur í Nólsoy tann 11. oktober í 1766 og doyði í 1809. Páll var sjómaður, rithøvundur, bóndi og bátasmiður. Í 1804 bygdi hann Royndina Fríðu á Fløtuni Fríðu í Vági. Veturin 1809- 1809 gekk hann burtur við skipinum á veg heim til Føroyar. Síðani fara vit niðan gjøgnum brekkuna niðan á Bryggjubakka. 1. Havnar Kirkja Vinstrumegin síggja vit Havnar Kirkju, sum er frá 1788. Hon var tá bygd uttan fyri býin. Gamla kirkjan stóð úti á Reyni, og hon varð tikin niður, tá nýggja kirkjan varð bygd. Nakrar gravir eru rundan um kirkj­una, men kirkjugarðurin á Svína­ryggi (vanlga kallaður Gamli Kirkju­garður) er frá somu tíð. Havnar Kirkja varð bygd í 1788 úr timbri. Ein størri umbygging og víðkan varð gjørd í 1865, og fekk hon tá størri vindeygu, skifertak og tað høga sermerkta klokkutornið. Kirkjan varð vígd av nýggjum í 1865. 2. Hjá Klett Gráu húsini niðast høgrumegin í Bringsnargøtu eru húsini hjá Klett. Klett hevði handilin í gaml­ari tíð, men hesi hús hava eisini hýst nunnuskúlanum. Fransiskanara­ systrarnar byrjaðu privatan skúla í Havn í 1931. Árið eftir keypti katólska bispadømið í Keyp­manna­ havn økið sunnan fyri viðarlundina og farið var undir at byggja kirkju, kleystur, skúla og barnagarð. Skúlin við Varðagøtu, sum vit kenna hann í dag, byrjaði í 1933. 3. Arnes Minde Húsini hinu megin vegin kallast Arnes Minde. Tey sum vóru ung í sjeyti- og áttatiárunum kenna húsini sum Skansastovu, sum var eitt ungmannafelag. Í gamlari tíð hýstu húsini politistøð í kjall­ ar­an­um. Har var eisini ein skó­ makari, Knút Skómakarin. Í erva hevði Tórshavnar Kommuna sína umsiting. Í dag hýsa húsini dag­ røktini hjá Tórshavnar Kommunu. 4. Í Fjósi - Keypsamtøkan Næstu húsini í Bringsnargøtu aftan á Arnes Minde, eru húsini í Fjósi. Har byrjaði Keypsamtøkan í 1952 – og var hetta fyrsti handilin hjá Keypsamtøkuni í Føroyum. 5. Bartskersstova Í Bartskersstovu var William Heine­sen førddu 15. januar í 1900. Pápi hansara, Zacharias Heinesen, sum varð ættaður úr Bø og giftur við dóttir M. C. Restorff, byrjaði sítt handilsvirksemi har. Seinni flutti handil í Vágsbotn í húsini hjá Sosialinum, Miðlahúsið. William Heinesen hevur fingið nógvan íblást­ur til sínar bókmentir í gomlu Havn­ini. 6. Pætursarstova Yvir av Bartskersstovu hava vit Pæsastovu. Hesi húsini vórðu um­ væld fyri umleið 30 árum síðani – og tey eru friðað sum fornminni. Í hesum húsum búði Jens Christian Svabo (1746-1824). Jens Christian Svabo er kendur fyri at vera ein hin fyrsti, sum skrivaði á føroyskum máli. Sjálvur segði hann, at hann skrivaði tekstir soleiðis at fólk í framtíðini skuldu kunnu lesa føroyskt. Hann helt, at føroyskt fór at doyggja út sum mál. Í Pæsastovu varð Jákup Hansen eisini føddur. Betur kendur sum Havnar Jákup, sum búði í Gøtu. Hann hevur eitt nú yrkt tann so væl kenda barnasangin »Góða mamma eg vil sova…« í 1908. 7. Áarstova Niðri við Áarvegin – fram við ánni, sum nú er undir asfalti, stóð Áar­stova. Hon var ovasta húsið í Gongini, beint yvir av Dandastovu, har Gullhornið er í dag. Í Áarstovu vóru áarstovubrøðurnir, Hans Andreas og J. H. O. (Janus) Djur­huus føddir, og har vuksu teir upp. Hans Andreas er kendur fyri sínar barna­ sangir, og hann hevur eisini sagt, at hann hevur fingið nógvan íblástur til sangirnar úr umhvørvinum í gomlu Havnini. Hann hoyrdu ánna tutla uttan fyri kamarsvindeyga, hann hoyrdi dunnurnar kvagga niðri á sandinum – og ikki minst alt handilsvirksemið hjá farbróðrinum, gamla Dyrhuus á Vertshúsinum beint við síðuna av. Sangurin »Ein gomul kista av kamfertræ« lýsir eitt nú væl hetta virksemið. 8. Knútsstova og Vertshúsið Knútsstova og Verthúsið eru sam­ an­bygdu húsini sum hava verið kallað Hotel Djurhuus, og sum í Á myndin omanfyri síggjast tey hús og tey støð, sum nevnd eru á rutuni, sum vit ganga úr Vágsbotni, út á Reyni, gjøgnum Gongina, út á Tinganes og heim á Kongabrúnna