mikudagur 1. juni 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
Sosialurin
dag hýsa matstovuni Áarstovu. Tey
vóru í nógv ár »hotellið í Havn«, og
har búðu nógv fremmandafólk,
bæði útlendingar og fólk av bygd,
sum vóru ørindi í Havn.
9. Nýggjastova
Hinumegin Gongina er Nýggjastova.
Tey vóru sorinskrivarahús. Har
varð Bente Christe Broberg, van
liga kallað Beinta, fødd í 1667. Hon
er fyrimyndin til Barbaru í skald
søguni hjá Jørgen Frants Jacob
sen. Ein annar kendur persónur
úr Nýggjustovu er V. U. Hammers
haimb,
presturin,
sum
skapti
føroyska skrivtmálið. Hann var
føddur á Steigargarði í Sandavági
í 1819. Pápin, sum var løgmaður,
doyði stutt eftir, og mamman flutti
tá til Havnar til mammu sína í
Nýggjustovu, sum soleiðis gjørdist
barnaheimið hjá V. U. Hammers
haimb.
10. Fútastova
Yvir av Nýggjustovu er Fútastova –
ið, sum navnið sigur var fútahús. Og
nú vit nevndu V. U. Hammershaimb,
so búði navnin og abbin hjá honum
í faðirætt, V. U. Hammershaimb,
fúti, har. Pápi hansara, Jørgen
Frants Hammershaimb, var eisini
fúti og var tann fyrsti av Hamm
ershaimbættini í Føroyum - hann
kom til Føroyas um fúti í 1723. Fúta
stova hýsir í dag íslendsku sendi
stovuni í Føroyum.
11. Nólsoyarstova
Sunnan fyri Nýggjustovu er Nóls
oyarstova, sum var handilsfor
valtarahús. Navnið hevur hon frá
Jákup Nolsøe, beiggja Nólsoyarpáls,
sum var handilsforvaltari í Havn.
Í dag hevur Føroya Reiðarafelag
sínar skrivstovur í Nólsoyarstovu.
12. Bókhandil
Hjá bókabindaranum ella gamli
Bókahandil, kallast svørtu húsini
eitt sindur longri niðri í Gongini.
Her byrjaði Hans Niclái Jacobsen,
bókbindari sítt virksemi, sum
mentist til H. N. Jacobsens bók
handil, sum í 1917 flutti niðan í
gamla Realskúlan á Vaglinum, har
hann er enn tann dag í dag.
13. Sjóvinnubankin – Trygd
Har sum tryggingarfelagið Trygd
heldur til í dag stóðu átta hús á
rað. Tey vóru øll tikin niður, tá
Sjóvinnubankin varð bygdur tíðliga
í tríatiárunum.
14. Gamla tingstovan
Niðari og eldri parturin av bygning
inum, sum nú hýsir Trygd, er gamla
tingstovan. Áðrenn løgtingið varð
niðurlagt í 1816 helt løgtingið til
her, og her var tað eisini fyrstu
árini eftir endurreisingina í 1852.
Hetta vóru seinni húsini hjá Müller,
sýslumanni, og verða húsini tí ofta
nevnd Müllershús.
15. Reynagarður
Ganga vit longur út á Reyn koma
vit
til
Prestagarðin,
nevndur
Reynagarður. Hann er bygdur
umleið 1630 í fýra lonum rundan
um eitt steinsett tún. Vesturlonin,
sum er nýístandsett, er gjørd
eftir donskum bindingsverksniði,
Suðurlonin er gjørd í føroyskum
stavsniði við samlingum, sum vísa,
at hon neyvan er yngri enn frá
1600-talinum.
16. Fútahúsini
Yvir av prestagarðinum eru Fúta
húsini. Tey hýstu fútanum seinni í
tíðini, enn Fútastova niðri í Gong
ini. Rasmus Effersøe (1857-1916),
landbúnaðarfrøðingur, yrkjari og
politikar, búði í Fútahúsunum.
17. Kirkjugarðurin
Sunnan fyri Fútahúsini er gamli
kirkjugarðurin. Í kirkjugarðinum
stóð gamla kirkjan á Reyni, sum
varð tikin niður, eftir at Havnar
Kirkja varð bygd í 1788.
18. Munkastova
Sunnan fyri kirkjugarðin sæst
Munkastova. Hon stendur millum
Leigubúðina og Skibsteds pakk
hús. Hildið verður, at hon er úr
miðøldini. Teir tjúkku dupultu
múrarnir eru gjørdir út steini og
skilpi, ein byggiháttur, sum líkist
tí frá miðaldarbygningunum í
Kirkjubø. Bygningurin slapp undan
eldinum í 1673, men timburið er
helst endurnýggjað umleið ár 1700.
19. Leigubúðin
Eystan
fyri
Mungastovuna
er
Leigubúðin. Har vóru goymdar
inntøkur kongs, sum goldnar vóru
í naturalium. Tað er óvist, hvussu
gamal bygningurin er, men hann
er ein av teimum, sum slapp undan
eldinum í 1673. Timburið er heilt
endurnýggjað umleið ár 1700.
20. Portugálið
Hinu megin vegin er Portugálið. Hesi
hús eru bygd í 1693 Bygningurin var
nýttur til vaktarhús við varðhaldi í
kjallaranum - navnið er ein for
brongling av
Corps de Garde. Høgt inn í veggin
sæst tað krýnda monogrammið hjá
Chr. V, árstalið 1693 og navnið hjá
Frederik von Gabel
21. Sjóbúðin og
Vektarbúðin
Nýggju bygningarnir hjá landsstýr
inum úti í Tinganesi eru Sjóbúðin
og Vektarbúðin. Hesi hús hýstu í
sínari tíð kongiliga einahandlinum,
men seinni hava tey verið nýtt til
annað virksemi. Húsini brunnu í
grund í 1950 og vóru endurbygd
til landsumsitingina síðst í áttati
árunum.
22. Skansapakkhhúsið
Tann ytsti bygningurin á Tinganesi
er Skansapakkhúsi, sum hýsir løg
manni og umsiting hansara. Hesi
hús vórðu bygd umleið 1750 á tí
stað, har tað gamla battaríið lá.
Hini reyðbrúnu bygningarnir eru
allir bygdir aftaná eldin í 1673.
Teir hava verið nýttir til bústað og
pakkhús, og hýsa teir í dag lands
fyrisitingini.
23. Stokkastova
Svarti bygningurin eystan fyri er
Stokkastovan. Hon er bygd aftan á
eldin í laftaðum sniði, sum er sera
sjálvsamt í Føroyum. Varð áður nýtt
sum pakkhús.
24. Tinganes
Úti á Tinganesi er tinghellan, har
menn hildu ting líka frá landnáms
tíðini. Nógv merki eru rist í helluna,
serliga kent er Sólurið, sum kann
vera umleið 500 ára gamal. Nógv
onnur merki eru at síggja, og
sæst meira um tað í bókini »Spor í
Tinganesi« hjá Rolf Guttesen.
25. Vippan
Vippan var brúkt til at hiva farm
í land í Tinganesi. Eitt modell
av vippuni – sum vit í dag helst
høvdu kallað ein krani – varð bygt
til upptøkurnar av filminum um
Barbaru í 1996. Tíverri stendur bert
ein fóturin uppi í dag.
26. Fram við Eystaru vág
Ganga vit inn eftir brúnni fram við
Eystaru vág, so síggja vit eina hellu,
sum gongur javnt niður á vágna.
Henda hella kallast Saðlingahella.
Pakkhúsið, sum stendur har, kall
ast Pakkhúsið á Saðlingahellu.
Tað sigst, at í gamlari tíð var ikki
landfast út í Tinganes – og um
vatn hevur verið millum Reynið og
Tinganes, so hevur tað helst verið
uttan fyri Saðlingahellu.
Økið innan fyri Saðlingahellu
kallast annaðhvørt Evensensbrúgv
ella Müllersbrúgv. J. P. Evensen,
keypmaður átti pakkhúsið – Even
senspakkhús, meðan Müller, sýslu
maður átti Müllershús – gomlu ting
stovuna, og brúgvin er nevnd eftir
báðum – hvat navnið er rættari,
er ilt at meta um. Økið innanfyri,
kallaðist undir Kjallara – kemur
helst av kjallarunum á teimum
átta húsunum, sum stóðu har, sum
Sjóvinnubankin bygdi sín bygnin í
1932.
27. Kongabrúgvin
Kongabrúgvin, sum í veruleikanum
er økið framman fyri bygningin
hjá Tryggingarfelagnum Føroyar,
fekk navnið frá fyrstu kongavitjan
í Føroyum, sum var í 1874. Tað var
Kristian 9. kongur, sum saman við
Valdemar prinsi vitjaði í Føroyum
á veg til 1000 ára haldið fyri
landnámið í Íslandi í 1874. Hann
vitjaði tá í Føroyum í nakrar dagar,
og tað var fyrstu ferð, at kongur
vitjaði í Føroyum. Ein serlig brúgv
varð gjørd til móttøkuna, og eitt
heiðursportur varð reist. Økið fekk
síðani heitið Kongabrúgvin.