mikudagur 1. juni 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
22
Sosialurin
Kunningarstovan og miðbýurin í Havn
www.kunning.fo
9:00-22:00
Steinprent
Skálatrøð
Zacharias Heinesen – Vatnlitismyndir 1970-2011.
Framsýning í sambandi við at Zacharias Heinesen fylti
75 ár 19. mai. Framsýningin er opin til 2. juli
10:00-21:00
Føroya Fornminnissavn
Hoyvík
Framsýningin er opin í Brekkutúni og Heima á Garði í
Hoyvík
10:00 – 21:00
Føroya Náttúrugripasavn
V.U.Hammershaimbs gøta Framsýningin er opin: Føroyskt djóra- og plantulív og
føroysk jarðfrøði
10:00-22:00
Gróðurstøðin
Hvítanesvegur
Plantusølan er opin. Bál og sneisabreyð til børnini og
kaffi til tey vaksnu
11:00-21:00
Listaskálin
Oman Viðarlund
Serframsýning hjá Edward Fuglø: Merry-Go-Round
Ókeypis atgongd hetta kvøldið
11:00-23:00
Dr. Jakobsens gøta
Telt í gøtuni við smoothies, mótashowi og øðrum
14:00-17:00
Grasagarður
Niels Winthers gøta
Barnatannrøktin, Leiknetið hjá ÍSF og Fólkaheilsuráðið
skipa fyri ymiskum tiltøkum, eisini verða bóltkast,
fiskibrunnur og ballónir
14:00-23:00
Miðlahúsið
Vágsbotnur
Koppakøkur og kreativar kvinnur: Elin’sa Endurnýtsla
og Møðgurnar: Majken Hammer & Rannvá Dávadóttir,
Jóna & Alice Jespersen, Katrina & Ragna í Geil, Katrin
& Karolina Joensen
14:00-24:00
Kvøldskúlin í Kongagøtu 7
Framsýning av lutum í horni, beini, silvuri og
føroyskum steinum
15:00 og 19:00
Gróðurstøðin
Hvítanesvegur
Rakul Lindberg sigur eitt sindur frá plantuframleiðsluni
og royndum á gróðurstøðini
16:00
Býarbókasavnið
Theodor E.D. Olsen kemur at hugleiða um “Vit skulu
øll vera vinir – um etik og vinalag í Valbakkaskóginum
og hjá okkum sjálvum”. Áðrenn Theodor kemur á pallin
spæla Marta Torkilsdóttir (floyta) og Dávur Davidsen
(gittar)
16:00-21:00
Jarðfeingi
Brekkutún, Hoyvík
Opið verður í kjallaranum; Náttúran vit liva í. Høvi
verður m.a. eisina at síggja boriprøvar.
16:00-23:00
Listagluggin
Dr. Jakobsens gøta 15
Mentanarnáttina hevur Listagluggin serframsýning
við verkum eftir Tórbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Kára
Svensson og Zacharias Heinesen.
16:00-24:00
Vágsbotnur
Reyði Krossur URK selir brúktar lutir, kaffi og køkur
16:00-24:00
Smiðjan í Lítluvík
Bøgøta
Summarsprell: pløgg til kvinnur, menn og børn og
smúkkur. Inga Maria Vang Svínoy, Fríðgerð í Líð, Laila
av Reyni og Beinta Karbech Mouritsen sýna fram.
Framsyningin heldur fram til 7. Juni.
17:00
Bojsensgarður
Micronano – barna-rock bólkur - spælir
17:00
Gamli kirkjugarður
Dr. Jakobsens gøta
Óli Jacobsen vísir runt og greiðir frá
17:00
TUTL
Glade Hjørn
Kristian Blak spælir
17:00-20:00
Føroya Náttúrugripasavn
V.U.Hammershaimbs gøta Urtagarðurin verður opin. Í urta¬garðinum eru umleið
150 føroysk plantusløg
17:00-21:00
Føroya Sjósavn
Framsýningin er opin
17:00-23:00
Bojsensgarður
Gamli urtagarðurin aftanfyri H.N. Jacobsens Bókhandil
er opin
18:00
Gamli Kommunuskúlagarður
Tróndur Leivsson setur mentanarnáttina
Havnar Hornorkestur spælir
18:00-20:00
Tórshavnar kommuna
Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin
18:00-20:00
Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn
Tróndargøta
Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá
Tórshavnar kommunu
18:00-22:00
M/S Thorshavn
Vágsbotnur
Opið skip. Høvi verður at koma umborð og síggja
Thorshavn
18:00-22:00
Ríkisumboðið
Laðabrekka
Tann prýðiligi Amtmansgarðurin er opin
18:00-22:00
Westward Ho
Vágsbotnur
Opið skip, høvið verður at koma umborð og síggja
sluppina
18:00-22.30
Havnar Kirkja
Dómkirkjan er opin
18:00-23:00
Bursatangi
Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga við ymiskum at
síggja og at gera
18:00-23:00
Norðlýsið
Vágsbotnur
“Havnarundfart”
18:00-23:00
Vaglið
Víkingamarknaður, ymiskt víkingahandverk, søla og
víkingabardagi
18:00-24:00
Vágsbotnur
Havnar Ungdóms Hornorkestur hevur kaffisølu og
spælir afturvið
18:30
Felagið Tórshavn, gongubólkurin
Gongutúrur Yviri við Strond frá tyrlupallinum fram við
Eystfalsskeri
18:30-22:00
Gongugøtan
FNU – Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag – verður
umboðað í gongugøtuni
18:30-22:00
Snarskivan
Gl. Kommunuskúlagarðurin
Marianna Mørkøre letur upp framsýning
19:00
Dr. Jakobsens gøta
Havnar Ungdóms Hornorkestur spælir
19:00
Ríkisumboðið
Laðabrekka
Harmoniorkestrið GHM spælir í amtmansgarðinum
19:00 og 21:00
Kongabrúgvin
Busstúrur
Søguferðin í Havn.
Ein øðrvísi og ørur busstúrur í Havn
Kostnaður 200 kr.
19:00 og 22:30
TUTL
Glade Hjørn
Guðrið Hansdóttir syngur í sambandi við fløguútgávu:
Beyond the Gray
19:00-22:00
Odd Fellow
Grønlandsvegur 56
Loge F1-Ambólturin hevur opið hús.
19:00-22:00
Tryggingarfelag Føroya
Erling Jals gøta
Opið hús
Fimm Feitar Flugur: Jórun Dánjalsdóttir, Erla Matras
Jensen, Lív Dam, Durita Dam og MikkalinaGlas, hava
søluframsýning á torginum. Heimabakstur frá Onnu
Kristinu Norðberg Niclasen.
19:00-23:00
Amnesty International
Kongabrúgvin
Mannarættindarúmið er opið. Í sambandi við at
Amnesty International verður 50 ár, verður framsýning
og søla av plakatum
19:00-23:00
Gallarí 14
Áarvegur
Myndaframsýning við blandaðari tøkni. Við eru Katrin
Svabo Bech, Tove Askham, Jóna Rasmussen, Dania
Didriksen í Túni og Nikolina Højgaard og møguliga
fleiri
19:30
Føroya Ferðaleiðarafelag
Gongutúrur við ferðaleiðara: Reynið og Tinganes. Tveir
bólkar har annar er á enskum og hin á føroyskum.
Byrjað verður við Kunningarstovuna
19:30
Havnar Kirkja
Urgutónleikur – fólk koma og fara
19:30-21:00
Tilhaldið
Tórsgøta
Hans Andriasar Sangkvøld. Kvøldseta nú 60 ár eru
liðin, síðani Hans Andrias Djurhuus doyði. Hanus
Kamban hugleiðir um skaldið. Knút Olsen, Flóvin
Jacobsen og Simme Jacobsen spæla og øll syngja við.
19:30 og 21:30
Tryggingarfelag Føroya
Rundtúrur í bygningunum
20:00
Dr. Jakobsens gøta
Mótashow
20:00
Odd Fellow
Grønlandsvegur 56
”Rúsdrekka, samskifti millum ung og vaksin” v/Jóngerð
Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi í Føroyum
20:00
Perlan
Tórsgøta 3
Felagið Javni skipar fyri uppboðssølu av myndlist í
Perluni. Verkini verða sýnd fram 31.mai-2.juni kl. 15-
18
20:00
Ríkisumboðið
Laðabrekka
Havnar Ungdóms Hornorkestur spælir í
amtmansgarðinum
20:00 og 21:00
Landsstýrið
Tinganes
Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi. Í ár
verður vitjað í Bakkapakkhúsinum, Leigubúðini,
Munkastovuni, Egholms húsi og Skibsteds Pakkhúsi
Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað atgongd
20:00-21:00
Tryggingarfelag Føroya
Ein listatúrur á Kongabrúnni við Kinnu Poulsen
20:00-23:00
Fróðskapasetur Føroya
Telt í gongugøtuni
Kunnað verður um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum
og uttanlands. Framløga í teltinum
20:00-23:00
Simme Musikkhús
Lukas Debesar gøta
aftanfyri Auto
Jens Marni Hansen og Uni Debess undirhalda
20:30
Gongugøtan
Bólkurin Wonder Boys spælir
20:30
Havnar Kirkja
Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen syngja kingoløg
og aðrar sálmar við urgufylgispæli
20:30-21:00
Tryggingarfelag Føroya
Steintór Rasmussen spælir á torginum
21:00
Ebenezer
Niels Finsens gøta
Opið hús við sangløtu í Stórasali
21:00
Gallarí 14
Áarvegur
Tónleikur
21:00
Gongugøtan
Kórið Xperiment syngur
21:00
Kringvarp Føroya
Útvarpshøllin
Norðrari Ringvegur
“Føroyskar sangperlur í nýggjum búna” við
Tórshavnar Stórbandi og solistunum Anna Nygaard,
James Olsen og Finnur Jensen
21:30
Havnar Kirkja
Felagssangur við summar- og kvøldsálmum
22:00
Tinghúsvøllurin
Kórstevnukórið kemur oman í býin at syngja
Handlar í Miðbýnum hava opið til kl. 23,
og allar matstovur hava eisini opið
Keypssamtøkan hevur opið til kl. 22
Leygardagin 4. juni er langur leygardagur,
og handlarnir hava opið til kl. 16
Keypssamtøkan hevur opið til kl. 17.