Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 26 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Gundadalur Eftir enn eitt megnar avrik hjá føroyska U-21 landsliðnum, stóð Rógvi Holm, liðskipari, klárur at seta prikkin yvir i’ið. Tíðin er farin um teir 90 minuttirnar og Føroyar hava ein gyltan møguleika at leggja seg á odda í evstu løtu, og helst vinna dystin. Øll tey áleið 800 við­haldsfólkini bíða bara eftir, at bólturin skal bresta í netmeskarnir. Men so er ikki og norðurírski mál­maðurin velur røttu síðu og bjargar! Enn eina ferð standa vit eftir við einum javnleiki, ið ikki smakkar eins væl og hann helst burdi. Í fjør var A-landsliðið á odda við einum málið til eitt korter var eftir móti Norðurírlandi á Svangaskarði. Í gjár hava vit ein gyltan, tá klokk­ an vísur 91 minuttir, men held­ur ikki hesa ferð eydnaðist at koppa norðurírum. Fyri triðju ferð út av fýra, hevur føroyskur lands­ liðs­fótbóltur fingið javnleik móti Norður­írlandi. Misjavur fyrri hálvleikur Føroyska landsliðið kom undir trýst frá fyrsta bríksli og onkrar ferðir sá verjan ótrygg út. Serliga hevði føroyska verjan trupulleikar við longu sendinginum hjá norðurírum. Bæði Joshua Magennis og Liam Boyce, sum vóru í álopinum hjá Norður­írlandi, vóru sterkir og skjótir, og tað gav miðverjuni trupul­leikar. Upp til fleiri ferðir er vandi á ferð framman fyri málinum, har antin Kristian Joensen ella verju­leikarar fingu rudda vekk á mál­strikuni. Sum fyrri hálvleikur gekk, kom betur skil á føroyska liðið, sum fekk tamarhald á norður­ írska álopsspælinum. Vit fingu enntá nøkur góð álop, har bara tað seinasta manglaði. Besta møgu­ leikan átti Gunnar Zachaeriasen, tá hann við frísparki mundi lagt Føroyar á odda. Góður seinni hálvleikur Føroyska liðið kom út til seinna hálvleik við nýggjum íblástri. Fyrstu løtuna eru norðurírar trýstir heilt aftur á egna hálvu og vit skapa fleiri vandastøður. Mill­um annað trý hornaspørk, sum tíverri ikki geva mál. Tá seinni hálv­leikur er tíggju minuttir gamal er Gunnar Zachariasen nær við at leggja Føroyar á odda. Eftir gott arbeiði í vinstraborði, leggur Jan Ellings­ gaard bóltin innfyri har norðurírar royna at rudda vekk. Bólturin end­ ar fyri føturnar á Gunnari, sum skjýtur – men beint framvið. Eftir góðu royndina missur før­ oyska landsliðið stevið og Norður­ írland tekur yvir. Einar tvær ferðir er nær við, men annaðhvørt raka teir ikki málið ella bjargar Kristian Joensen í føroyska málinum. Føroyar bjóðar av – men tekur ikki av Tá tíggju minuttir eru eftir av dyst­ inum raknar føroyska álopið við aftur. Kaj Leo í Bartalsstovu rekur fram­við verjuleikara í vinstru, men skotið við høgra beini er óneyvt. Fýra minuttir seinni leggur ein væl leikandi Høgni Eysturoy bólt­in innfyri. Helst rakti hann ikki bóltin heilt sum hann ætlaði, men endin var at bólturin fór á tvør­stongina. Minuttin eftir er Dánjal á Lakjuni leysur í høgru síðu, men Conor Devlin í norðurírska mál­inum bjargar skotinum. Tríggir møgu­ leikar upp á stutta tíð og eina løtu eru vit nærri sigrinum. Løtu seinni eru norðurírar nærri sigrinum, men Kristian Joensen stór­bjargar. Tá klokkan vísur 91 min­uttir kemur mest umtalaða støðan í dystinum. Enn eina ferð er tað Dánjal á Lakjuni, ið rekur seg leysan í høgraborði. Komin í brots­teigin leggur hann bóltin til Klæmint Olsen, ið stríddist allan dystin á tamb sum einsamallur áleypari. Manchester United mið­ vallarin og liðskiparin hjá Norður­ írlandi, Oliver Norwood, fellur runa­víksingin og dómarin er ikki í iva – brotsspark. Eina løtu er ógreitt hvør skal taka brotssparkið. Tað endar við at liðskiparin tekur ábyrgdina á seg. Við fýra talinum á rygginum og gula liskiparabandinum um armin leggur Rógvi Holm bóltin til rættis. Einasta detaljan, ið ikki var avtalað undan dystinum var brotssparksskjúttin. Tíverri fyri Rógva Holm og før­ oyska landsliðið, so bjargaði mál­ maðurin brotssparkinum frá argja­ manninum. Skansin úr Runavík Nýggjur málmaður á føroyska U-21 landsliðnum er Kristian Joensen, sum í løtuni verjir málið hjá 07 Vestur. Hann kom serstakliga væl frá uppgávuni í Gundadali í gjár og sær avgjørt út sum ein maður, ið hevur góðar møguleikar í fram­ tíðini. Hann var tryggur í øllum hann gjørdi og saman við verjuni megnaðu teir at halda nullið. Tveir minuttir fyri tíð kom mest av­gerandi bjargingin. Norðurírar komu ígjøgnum í høgru og innfyri stútaðu teir upp á mál úr stuttari frástøðu. Eins og Gordon Banks og Peter Schmeichel gjørdu á sinni, so stórbjargaði Kristian Joensen stút­ arinum frá norðurírska høvdinum. Bjargingin helt føroyska liðnum í dystinum, sum um tað mundi stóð á vippuni. Enn eitt frálík U21 landsliðið Føroyskur lands­liðs­ fótbóltur megnaði aftur at fáa javnleik móti Norðurírlandi, men ongantíð hevur sigurin verið so nær sum í gjár. Í yvirtíðini fingu vit brotsspark, men málverjin hjá Norðurírlandi bjargaði teimum eitt stig Klæmint Olsen í hornatøkum við Oliver Norwood úr Manchester United Mynd: Álvur Haraldsen Gunnar Zachariasen úr AB í Danmark kempaði væl á framrættaða miðvøllinum Mynd: Álvur Haraldsen Dánjal á Lakjuni var eyðsýndur á høgra vongi Mynd: Álvur Haraldsen