Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 Sosialurin Ítróttur Samanlagt gott avrik Samanumtikið, so er ein javnleikur á góðari leið. Bæði liðini spældu ein góðan dyst og høvdu møguleikar at avgera til egnan fyrimun. Báðir mál­ mennirnar komu væl frá uppgávuni og havi uppiborið tað sokalla »Clean Sheet«. Fleiri av okkara monn­um stóðu sterkir í myndini. Allir fýra í verjuni, Høgni Eysturoy, Rógvi Holm, Erling Jacobsen og Jan Ellingsgaard stóðu væl í verju­ parinum saman við Karl Løkin á verjukenda miðvøllinum. Gunnar Zachariasen var eyðsýndur í løtum í framatrættaða spælinum, sum eis­ ini eru hansara styrkir. Hann hev­ ur eisini eitt spennandi fríspark. Á høgra vongi var Dánjal á Lakjuni ágangandi og fleiri ferðir kom hann framvið verju hjá Norðurírlandi og lítið manglaði í at hann gjørdist upphavsmaður til bæði og tvey mál. Í álopnum stríddist Klæmint Olsen einsamallur og hansara innsatsur lá ikki eftir, sjálvt um hann í løtum ikki fekk so nógv burtur úr. Tað var eisini hann, ið fekk brotssparkið. Eitt flott avrik, sum allir kunnu verða meir ella minni væl nøgdir við, men onkursvegna smakkar javn­leikurin ikki eins væl og hann burdi. Føroyar U21: Kristian Joensen, 07 Vestur - Høgni Eysturoy, B36, Rógvi Holm, HB, Erling Jacobsen, Víkingur, Jan Ellingsgaard, ÍF (Rene Joensen, Brøndby) – Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, Karl Løkin, ÍF, André Olsen, B68 (Bogi R. Petersen, Vejle), Dánjal á Lakjuni, ÍF – Gunnar Zachariasen, AB DK (Heini Vatnsdal, FC Suðuroy) – Klæmint Olsen, NSÍ Á beinkinum: Rógvi E. Nielsen, 07 Vestur, Jógvan Isaksen, KÍ, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Bárður Hansen, Víkingur, Petur Meinhard Magnussen, B68, Bogi R. Petersen, Vejle, René Joensen, Brøndby Venjarar: Heðin Askham og Bill Mc. Leod Jacobsen Norðurírland: Conor Devlin, Manchester United – Seanan Clucas, Christopher Ramsey, Christopher Hegarty, Nathan Hanley – William Grigg, Walsall, Oliver Norwood, Manchester United, Matthew Lund, Stoke City, Joshua Carson, Ipswich Town – Liam Boyce, Werder Bremen, Joshua Magennis, Aberdeen Á benkinum: Wayne Drummond, Carl Winchester, Sean McCashin, Matthew Ball, Rory McKeown, James Lawrie, Michael Bryan Venjari: Steve Beaglehole kristian rógvi erling høgni jan andré karl dánjal gunnar kaj leo klæmint liam joshua m joshua c william matthew oliver nathan seanan christopher r christopher h conor Tróndur Arge Tað gekk sum heitt breyð í Gundadali í gjár, at Símun Eliasen og Rúni Nolsøe eru nýggir venjarar hjá ÍF. Men tað er ikki støðan sambært Ólavi Larsen, formanni í ÍF. – Tað er ikki rætt, vit sita í løtuni á fundi og viðgerða allar møguleikarnar. Talan er bæði um føroysk og útlendsk nøvn, men tað er týdningarmikið at vit finna rætta venjarin, sigur Ólavur Larsen. Tað kom óvart á, tá Ábraham Løkin um vikuskiftið boðaði frá, at hann leggur frá sær sum venjari hjá ÍF. Tað gekk væl í fjør og liðið endaði á fjórða plássi og kom í steypafinaluna. Í ár hevur tó ikki gingið so væl, hóast liðið er favorittur at koma í steypafinaluna aftur. – Eg segði fyrr í vikuni, at vit royna at fáa málið avgreitt til komandi vikuskiftið. Tað er framvegis ætlanin hjá okkum, sigur Ólavur Larsen at enda, tá portalurin tosaði við hann fyri løtu síðani. ÍF liggur í løtuni á 8. plássi við átta stigum. trondur@trondur.fo ÍF leitar enn Fótbóltur Í Fuglafirði leita tey framvegis eftir nýggjum venjara at taka yvir eftir Ábraham Løkin. Talan er bæði um føroysk og útlendsk nøvn Tróndur Arge Tað hendir mangt og hvat í føroyskum fótóblti í løtuni. Meðan ÍF framvegis leitar eftir venjara, so boðar 07 Vestur frá broytinum í venjara­starv­ inum. 07 Vestur og Jóhan Nielsen undirskrivaðu í gjár ein sátt­ mála, ið inniber at Jóhan Nielsen skal standa við evstu ábyrgd av Vodafone liðinum, tað, ið eftir er av kappingini. Eingin ivið er um venjara­ dygdir hansara, mongu heið­ urs­merkini eru væl prógv um hesar. Jóhan hevur ført fleiri feløg til tops í føroyskum fót­ bólti, og gjørdi serliga um seg gyltu tíðina hjá GÍ í nítiðár­ unum, skrivar 07 Vestur í tíð­ inda­skrivi í gjár. 07 Vestur skrivar víðari; Í kvøld hava 07 Vestur og Hegga, høvuðsvenjari felagsins, av­ gjørt at slíta samstarvið við virkn­aði beinanvegin. Hegga hevur staðið á odda fyri 1. liðið felagsins síðan í fjør, tá honum eydnaðist at føra liðið upp aftur í Vodafone eftir bert eitt ár í 1. deild, við at vinna 1. deild framman fyri kapp­ingarneytarnar úr KÍ og TB. 07 Vestur og Áki Johansen, ið hevur verið hjálparvenjari hjá Hegga hetta kappingarárið, hava eisini avgjørt at endað sam­starvið. 07 Vestur liggur á næst­ aftasta plássi í Vodafone við átta stigum. trondur@sosialurin.fo Jóhan Nielsen nýggjur venjari hjá 07 Vestur Fótbóltur Hegga Samuelsen er givin í 07 Vestur í gjár, og tveir minuttir seinni kunngjørdi felagið, at Jóhan Nielsen er nýggjur venjari Jóhan Nielsen Føroyar U21 - Norðurírland U21 0-0 (0-0) kt avrik Alt var upp á pláss. Hvør skuldi standa hvar, hvør skuldi kasta innkøst, taka fríspørk, men eftir lá brotssparksskjúttin. Heðin Askham er tó ikki argur um Brenda brotssparkið. Í løtuni eftir at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki, var ikki greitt hvør av okkar skuldi taka. Tað endaði við at Rógvi Holm tók ábyrgdina á seg og brendi. – Eg veit ikki hví tað kiksaði við at seta ein brotssparkskjútta undan dystinum. Tað er sóarit sum sker og tað er erguligt at vit brenna tað. Men eitt brotsspark er eitt brotsspark. Onkuntíð brennur tú og onkuntíð skorar tú. Rógvi Holm tók ábyrgdina á, men brendi tíverri, segði Heðin Askham eftir dystin. Rógvi Holm spældi ein góðan dyst í miðverjuni, men hann hevur nokk ikki sovið so nógv í nátt. – Vit høvdu faktist ikki tosa um hvør skuldi skjóta og so tók eg bara ábyrgdina á meg, men tað gekk ikki sum eg ætlaði. Tað var heilt forbannað erguligt at vit brenna hatta brotssparkið og so í evstu løtu eisini. Vit eiga at verða glaðir fyri eitt stig móti Norðurírlandi, men tað kennist bara ikki líka gott nú, segði Rógvi Holm eftir dystin. trondur@sosialurin.fo Brotssparks­ skjúttin lá eftir Klæmint Olsen verður feldur í tíðini dómarin hevur lagt afturat Mynd: Álvur Haraldsen Connor Devlin bjargar brotssparkinum frá Rógva Holm