Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 28 Sosialurin Kjak Sólvit Simonsen Perlan Sand­oyggin Táið politikkarar og aðrir tosa um Sandoynna, so verð­ur hon ofta skírd »Perl­ an Sandoyggin«, tað er so satt sum tað verður sagt! Sum ferðavinnuoyggj er hon einastandandi, her er víst ein heil bygd at grava í frá Víkingaøldini, slíkt sum hevur sera stóran áhuga fyri ferðandi. Í kirkjugarðinum var so nógv áhugavert, at myndugleikarnir steðgaðu fyri at grava meira, og lov­ aðu nýggjan garð; men har vísir seg so slett ongin áhugi. Her í oynni var eitt knúsi­verk til skerv, og tað gekk væl, men hvat? So mátti tað takast niður og flyt­ast av oynni. Skattadeildin hevði eina deild í Skopun, henni var held­ur ikki pláss fyri, og eis­ini flutt av oynni. Sjúkrakassin somuleiðis fluttur. Listaskúlin somuleiðis klárur at fara undir at byggja á einum sera vøkr­ um stað, men nei...... Heilsutrygd bleiv lovað at seta niður í Sandoynni; men tað bleiv bara broytt við einum pennastroki og lagt í hinum endanum á land­inum. Landsstýrismaðurin stóð so erpin á skerminum og segði, at man mátti koma við hug­skotum sjálvur, har eru vit púra samdir. Men harra John Johannesen, eg hevði mett, at tað almenna kann skapa karmar, sum tað verður gjørt víða um land­ ið. Annars haldi eg eisini, at táið tað liggur so væl fyri at flyta øll hesi arbeiðspláss av oynni, so mátti tað borið til at skapt karmar ella flutt okkurt arbeiðspláss aftur í Sand­oynna. Nú til seinast var tað deild bankans, sum skal flyt­ast um fjørðin, onkur upp­sagdur og onnur fáa arbeiði í Havn. Tá ið tað ber til at sita við teldu í Havn og avgreiða Sandoynna, so mátti tað borið til at siti í Sandoynni og avgreitt norð­ureftir. Annars minnist eg tað næstseinastu Sand­oyar­ stevnu, har núverandi banka­stjóri helt røðu, sum var so góð, at man stóð og rist­ist av sam­huga, her sær man mei­n­ingina. N.B 1400 Sandoyingar vóru sera spentir fyri at fáa fast samband ímill­um Sandoynna og Streym­ oynna. Har kundu vit ver­ ið kappingarførir við allar Føroyar. Hetta bleiv sam­ tykt av Løgtinginum. Hvussu var og er støðan hjá landsstýrismanninum? Annars er Saltsølan í Havn í ferð við at flyta inn á Skála­fjørðin, er tað ikki vert at varðveita byggningin? Hann kundi verið góður hjá har­monikuliðinum at havt til brúks.... Hvørs ogn?! Bogi Andreasen varaborgarstjóri í Tórshavn Tosaði við ein vinmann nú ein dagin. Vit kennast frá tí, eg var fiskimaður. Hann treiskast enn við at fiska og reiða út skip. Hesin fiskimaðurin ræðist útlitini hjá høvuðsvinnuni. Aðrir gremja seg líka illa um ótrygga framtíð. Tað órógvar fiskimenn illa, at skiftandi meirilutar á løg­ tingi føra sikksakk poli­tikk við fiskivinnuni sum kastibløku. Tingmenn fylgja ráðum frá búskaparfrøðingum. Teir fáa allir almenna løn, og tí raðfesta teir almenna tørvin hægri enn tørvin hjá høv­uðsvinnuni. Fyri at brúka hesa mynd­ ina: Fiskimenn stríðast á dekk­inum og í lastini, men teir almennu byrokratarnir av­gera uppi á brúnni, hvussu skipið skal fiska. Tað gongur ikki væl. Nú fer løgtingið at áseta við lóg, at fiskimenn skulu gjalda fyri at sleppa út at fiska. Sum altíð, tá politikarar leggja seg út í vinnulívið, lívga teir summ­um og revsa onnur. Nøkur skip fáa í posa og sekk. Fleiri teirra hava ráð til at gjalda. Onnur skip verða við skerdan lut og verri fyri fíggjarliga enn áðrenn. Feskfiskaflotin fær ikki end­arnar at røkka, lutvíst av tí dýru oljuni. Tað verður kanska neyð­ ugt hjá teimum eisini at fáa sær út­lendskar strámenn, sum fara við vinninginum. Sum frá líður eldist heima­ flotin, og fiskimenn fáa ikki ráð til at endurnýggja skipini. Fíggingarstovnarnir nokta at fíggja nýggj skip, tí virðið aftan fyri skipini, nevniliga fiskiloyvini, verða ognartikin í 2018. Henda gongdin má steðg­ ast. Vit mugu velja fólk á ting, sum verja pri­vata ogn­arrættin ímóti tjóðar­tøku. Teir, sum váða spari­pen­ing, hús og heim fyri at reka fiski­ skip, hava krav upp á vanliga rættarverju. Tá løgtingið nú ognartekur fiskagrundarlagið undir okk­ ara høvuðsvinnu, er so stutt, til jørð, hús og aðrar ognir verða skattað, til einki virði er eftir. Exit Sjúrður Skaale Edmund Joensen Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Sekteriska stríðið í Tjóð­veld­ inum um uppskotið til stjórn­ arskipan er endað við, at tann moderati løgtingspolitikarin, Sjúrður Skaale, noyddist at bakka fyri tí ekstrema og valdmikla partinum av Tjóð­ veldinum. Harmiligt kortini, at hann er trýstur heilt út gjøgnum dyrnar.   Semjusøkjandi politikari Síðani moderati tingmaðurin kom á Ting fyri trimum árum síðani, hevur hann verið ein av teimum semjusøkjandi í flokkinum. Vit eru fleiri í Løgtinginum, ið hava havt virðing fyri, at tað hava funnist moderat fólk í tí ekstrema fullveldisbólkinum. Eitt fólk, ið sær politikk sum tað, hann er – nevniliga kunst­ urin at gera kompromis fyri at fáa úrslit. Hetta eru teir góðu politik­ ararnir. Teir, sum duga at sam­ starva uttan at missa fóta­ festið.   ­Fokusflyting Tá politiska bumban brast fríggjamorgunin, kom for­ mað­urin í Tjóðveldinum bein­anvegin út við boð­skap­ in­um um, at ”hetta er onki persónligt stríð millum meg og Sjúrð”. Útsøgnin er rein fokus­flyt­ ing. Og hon virkaði. Miðlarnir fokuseraðu har, sum Høgni Hoydal vildi. Tað er sjáldan, at ósemjur í politikki eru persónligar. Eisini hóast tær kunnu tykjast harðar. So sjálvandi var hetta ikki persónligt stríð. Sjúrður og Høgni eru ikki persónligir fíggindar, tá mikrofonirnar eru sløktar.   Retoriski pallurin í vanda Sannleikin um politiska brotið millum tingmannin og floksformannin er ein heilt annar. Floksformaðurin sendi hóvliga tingmannin út í polit­ iska myrkrið, tí formaðurin, Høgni Hoydal, vil ikki missa sín mest týðandi pall í føroyskum politikki. Í grundini vil hann als ikki hava eina semju um stjórnarskipanaruppskotið í Løgtinginum. Pallurin hevur størri týdning. Enn eru nøkur viðurskifti, sum skulu broytast, áðrenn stjórnarskipanaruppskotið harmonerar við Grundlógina og Heimastýrislógina. Hin­ veg­in byrjar uppskotið nú at líkj­ast. Men ímynda tær, um ein breið, brúkilig semja um stjórn­ar­skipanina hevði verið formali­serað í Tinginum. Ein semja, sum eisini ein hóvligur Sjúrður Skaale kundi tikið undir við.  Hvat hevði tá hent? Jú, tá høvdu flestu flokkar kunnað bundið frið um ríkis­ rættarligu støðuna. Men tað tolir Tjóðveldi ikki. Tí tá hevði formaðurin mist trappusteinin, har hann van­ liga stendur og rópar. Tá hevði hann mist møgu­ leikan til alla tíðina at skapa øsing um støðuna millum Før­ oyar og Danmark. Ella sagt á ein annan hátt: um Sjúrður Skaale fekk sína semju ígjøgnum, so hevði anda­ligi leiðarin havt heldur truplari við at øsa sínar læru- sveinar. Hetta er veruliga or­ søkin til, at tann hóvligi tjóð­ veldistingmaðurin í dag er utt­ anflokka tingmaður. Tað má bara ikki fram al­ ment. Moderati tjóðveldispolitikarin, Sjúrður Skaale, er sendur út í politiska myrkrið, tí floksformaðurin vil ikki missa sín mest týðandi pall. Pallurin hevur størri týdning enn politikkur og úrslit.