Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 Sosialurin Heðin Mortensen borgarstjóri Rúni í Lágabø Gott at hoyra gott um grind Las ein dagin eina grein, har Jákup Petersen yvir­ lækni greiddi frá, at grind ikki er so vandamikil, sum nógv vilja gera hana til. Tað gleddi meg ordiliga nógv. Havi verið eitt sindur troyttur av at hoyra um alt tað negativa um grind. Hetta er jú matur, ið kemur úr okkara egnu náttúru. Tað er for­ ferdiligt at hugsa sær, at okur kanska um nøkur fá ár, slett ikki eta matin, sum okur sjálvi kunnu fáa hendur á. Tað eri forholdsvís fá fólk í dag, ið eta grind yvir­høvur, og tey sum eta hana, eta sera lítið av henni. So tað er ser óhugs­ andi, at tað sindrið av grind, fólk eta, skal vera skild í, at okur gerast sjúk. Tað átti heldur verið gjørd ein umfatandi kanning av tí mati, ið kemur frá út­ heiminum. Hesin matur er sproytaður við øllum møguligum eituri, fyri at hann kann halda sær í langa tíð. Er hesin matur góður fyri okkum? Trúgvi tí ikki. Havi tó ongantíð sæð nakra útsøgn um hendan mat nakra staðni. Haldi tað vera á sera lágum støði, at professionel fólk, skullu tosa negativt um tann mat, sum hevur hild­ ið føroyingin á lívi øll ár, til dagin í dag. Musikkstevnan 2011 19.–21. mai Góðu tónleikarar! – góðu gestir! – verið vælkomin til Musikk­stevnuna 2011. og hjarta­liga vælkomin til Havn­ar. Takk fyri at eg her fái høvi at bera fram eina stutta heils­ an, áðrenn vit um eina lítla løtu fara at njóta tónleikin og samanspælið frá teimum átta orkestrunum úr bygd og úr bý, sum fara at spæla fyri okkum á árligu musikkstevnuni. Eg ivist onga løtu í, at vit fara at hoyra kendan og væl spældan tónleik. Um Musikkstevnuna er at siga, at hon uttan íslit hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1966, og tað sigur ikki so lítið um týdningin, hon hevur havt og hevur fyri horn- og harmoniorkestrini í Føroyum. Øll hesi árini hava orkestrini eftir tørni og við eldhuga fyriskipað musikkstevnu kring landið, og í ár er hon so í høv­uðsstaðnum. Orkestrini settu sær sum felagsmál fyri 45 árum síðani at hittast eina ferð um árið, og tað skuldi verið løgið, um ikki tað persónliga málið, ið hvør einstakur tónleikari og orkesturleiðari hevur sett sær, er at koma saman við øðrum um felags áhugamál og læra hvønn annan enn betur at kenna. Læra hvør av øðrum, fáa nýggjan íblástur og at menna seg tónlistarliga. Hitta gamlar vinir og kenningar og knýta nýggj vinabond í gaman og álvara, har kennskapurin, tónleikurin og spæligleðin er felagsnevnarin. Annars hevði Musikk­ stevnuni ikki verið lív lagað eftir so mong ár. Í ár er harmoniorkestrið GMH vertur og fyriskipari, og tað fegnast vit um í bý­ ráðnum, tí hjá øllum býar- ella bygdastýrum er tað altíð ein jalig kensla og æra, at vera partur av vertskapinum og eftir førimuni at útvega hølir, fígging og býarrúm fyri stórum mentanartiltøkum, sum í hesum føri er árliga musikk­stevnan. Søgan um GHM er sum tónleikur í “moll”. Tónleikur, ið er eymur, mjúkur og hjarta­ ligur. Røturnar, gróðrarbotnurin og tónlistarliga vakstrarlendið var í gomlu søguligu Havnini - í umhvørvinum úti á Reyni og á Húsabrúgv, har Georg Hansen, millum havnarfólk vanliga nevndur bakar Hansen, búði. Um hann verður sagt, at hann dugdi at spæla øll ljóðføri, sum vóru til, umframt fleiri av teimum, sum ikki vóru uppfunnin enn, og hevði hann havt fleiri armar og munnar, so hevði hann kunnað - einsa­ mallur maður - verið eitt heilt symfoniorkestur. Tvey ár fyri, at bakar Han­ sen doyði í 1924, stovnaðu fimtan av hansara takksomu næmingum harmoniorkestrið GHM, sum stendur fyri Georg Hansens Minde. William Heinesen skrivar m.a. í sínum endurminningum, at í barnaheim hansara komu tónleikavinir og tónleika­spæl­ arar, fyrst og fremst granni teirra, tann ævintýrkendi born­holmski spælimaðurin bakar Hansen, sum eisini var lærari í tónleiki. William skrivar eisini, at Kaspar Boman, sum hann hevur roynt at lýsa í skald­ søguni um Glataðu spæli­ menn­inar, sjálvsagt er bakar Hansen. Men eisini hinir glat­ aðu spæli­menn­inir gingu í barna­heim hansara, Bartskers­ stovu, at spæla. “Drúgt er tað, ið drýpur”, søgdu teir gomlu. Tó, at vit eru vælvitandi um, at bíðilistin at sleppa at fáa miðvísa undirvísing í musikkskúlunum er alt ov langur, og at vit, í løtuni, tíanverri ikki klára at nøkta stóra tørvin, tí áhugin at læra at spæla og handfara eitt ljóðføri er so stórur, eru vit fegin um, at tey ungu nú av álvara eru farin at gera vart við seg í musikklívinum bæði her heima og úti í heimi. Tað at spæla eitt ljóðføri er ikki longur bara “vælsignað” teimum fáu. Fólka- og miðnámsskúlarnir, musikkskúlarnir og orkestrini eru fyrsta grundarlagið undir tí støði, ið tónleikurin eigur í Føroyum í dag. Vit kunnu tí ikki fulltakka ótroyttiligu eldsálunum kring landið nóg mikið, sum við brennandi áhuga halda lív í tónleikinum, skipa fyri konsertum og undirvísa børn­ um og ungdómi okkara í tón­ leiki. Takkað verið hesum eld­ sálum, musikkskúlunum og orkestrunum, eiga vit í dag nógvar yrkistónleikarar í við­ ur­kendum orkestrum utt­an­ lands, og tað hevði helst ongin droymt um fyri nøkrum árum síðani. Musikkskúlin og orkestrini eru sýnisgluggin og lopfjølin hjá mongum ungdómi at fara á tónleikaskúlar uttan­lands at nema sær hægri tón­leika­ útbúgving, fyri seinni at koma heimaftur at undirvísa og læra frá sær. Tað eru lærararnir í verk­ stovunum í morgun, í gjár og fyrradagin væl fullgott prógv um. Seinastu árini hava vit eisini sæð og hoyrt, at okkara ungdómur hevur áræði og ikki smæðist burtur í altjóða tónleikakappingum, og tað sigur ikki lítið! Persónliga og sum borgar­ stjóri er tað mær stór gleði, at GHM og Tórshavnar býur í ár eru vertir fyri Musikkstevnuni, og fari eg at takka GHM fyri, at orkestrið og leiðsla tess átóku sær at skipa fyri stevnuni hesa ferð. Við hesum orðum er Musikk­stevnan 2011 sett, og fari eg at ynskja okkum øllum eina góða, spennandi og fjøl­ broytta horn- og harmoni­ orkestur konsert. Njótið løtuna og tónleikin! – Gerið so væl! Palli Dalsgaard Nú er komið at evstu stund at Sjúrð­ur missir lív Tað manglar lítið í, at Føroyar nú verða leysar frá kongaríkinum. Hvør hevði trú tí, at slíkt skuldi henda, meðan ein sam­ bandsmaður sat sum løgmaður. Men alt kann henda, eisini slíkt. Meðan hesin ruðuleikin gongur fyri seg, stríðist Javn­aðar­ flokkurin av øllum alvi við at fáa sjálvstýrislógina lidna, sum tvær ferðir hev­ur verið afturvíst av donsku regeringini. Spennandi verður at frætta, um øvigur mátti jallurin leypa aftur á Jarn­bard breiða á triðja sinni. Tað vóna vit, ið ikki vilja loysing. Enn er tíbetur ein stórur partur av veljarunum, ið ikki vilja loysa frá Danmark. Tað sum gongur fyri seg í dag, kann man við góðari samvitsku rópa fyri ábyrgdarloysi. Minni­luta­ landsstýrið skuldi verða ein loysn, men tað er alt annað. Fáið útskrivað væl, ongantíð ov skjótt. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava verið teir flokkar, ið velj­ ararnir hava havt eitt vist álit á, men vit hava mist báðar millum hendurnar.