Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64 Sosialurin Á Føroya Handilsskúla hava vit komandi lestrarhálvu á hægru útbúgvingum okkara nógv spennandi á skránni. Akademiútbúgving – AÚ Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til egin ynskir og tørv. Les andi tekna seg til eitt modul í senn og er upptøka hálva hvørt ár, tá nýggjar læru - greinar vera bodnar út. AÚ er sett saman av 6 modulum. Um tú tekur 4 modulir, hevur tú lokið merkonom. Velur tú síðani at taka tvey tey seinastu modulini, hevur tú lokið Akademi útbúgving. Til ber at velja ymiskar breytir, eitt nú innan búskap, marknaðar- førslu, logistikk ella leiðslu. Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út: Føroya Handilsskúli í Havn: Fyriskipan Mánadag 18.00–21.20 Marknaðarførsla Hósdag 18.00–21.20 Supply Chain Management Mikudag 18.00–21.20 Vinnubúskapur Mikudag 18.00–21.20 Føroya Handilsskúli á Kambsdali: Fyriskipan Hósdag 18.00–21.20 Human Resource Mánadag 18.00–21.20 Sølubúskapur Hósdag 18.00–21.20 HD 1. partur HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving. Útbúgvingin verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Aarhus Universitet. Útbúgvingin er sett saman av 8 modulum, ið fevna um ½–1 ár hvør og tekur útbúgvingin 2 ár, um tú les- ur innan normeraða tíð. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í september 2012, men kom- andi lestrarhálvu ber til at velja stakar lærugreinir: · Vinnulívsrætt · Tænastubúskap · Altjóða búskap · Leiðsla av toymum Tú kann velja stakar lærugreinir, um hesar hava tín áhuga, men stakar lærugreinir kunnu eisini innganga í einum samlaðum HD 1. parti. Undirvísingin, ið fer fram á Føroya Handils- skúla í Havn, er vanliga mánadagar og mikudagar í tíðarskeiðinum 16.00–19.15. Til ber eisini at taka lærugreinir á HD 1. parti sum fjarlestur við deildina hjá Aarhus Universitet í Herning, sí http://hih.au.dk/ HD 2. partur HD 2. partur tekur tvey ár og velur tú tá sergrein innan t.d. Sølubúskap, Roknskap og búskaparstýring ella Fíggjarliga ráðgeving. HD 2. partur er ein diplomútbúgving, sum saman við 2 ára viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor útbúgvingar. Í heyst verður møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinina Roknskap og búskap ar- stýring sum fjarlestur. Fjarlesturin er skipaður á tann hátt, at føroysk lesandi kunnu síggja fyrilestrar á netinum, nakað av undirvísing er umvegis videokonferansu eins og undirvísari úr Aarhus Universitet kemur at hava undirvísing í byrjanini av 1. og 2. semesturi. Til ber at taka allar próvtøkurnar í Føroyum, eitt eyka gjald er í sambandi við próvtøkurnar í Føroyum. HD 2. partur, sergreinin Roknkapur og búskaparstýring, er sett saman av hesum modulum: Diplomútbúgving í Leiðslu Diplomútbúgvingin í leiðslu er ætla verandi og komandi leiðarum. Diplomútbúgvingin í leiðslu er ein útbúgving, sum saman við 2 ára viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor útbúgvingar. Diplomútbúgvingin í leiðslu verður boðin út av Føroya Handilsskúla. Útbúgvingin er skipa sum parttíðarlestur og tekur útbúgvingin uml. 2½ ár um tú velur at taka alla útbúgvingina. Til ber tó eisini at velja støk modulir. Undirvísingin fer fram á Før - oya Handilsskúla í Havn og er millum 2-4 dagar um mánaðin fyri hvørji 10 ECTS. Fyrsti modulini verða boðin út nú og lestrarbyrjan er august 2011. Diplomútbúgving í leiðslu er sett saman av hesum modulum: Umsóknarfreistin til útbúgvingarnar er 8. august 2011, tó er umsóknarfreistin til HD 2. part 1. juli. Nærri kunning og innskrivingarseðlar eru á heimasíðu Handilsskúlans: www.fh.fo. Til ber eisini at venda sær til skúlan, um tú ynskir meiri kunning ella hevur spurningar. Gerast skal vart við at skúlin er stongdur vegna summarfrí í tíðarskeiðinum 2. juli–7. august 2011. Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla Lestrarbyrjan heysthálvan 2011 Parttíðarlestur Miðnám: Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 200 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og 200 næmingar á Fyrisiting, handli og skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast um 35 lærarar, á Kambsdali 30. Hægri útbúgvingar: TSÚ verður boðin út sum fulltíðarlestur og eru í løtuni 10 lesandi á hesi útbúgving, nýggjur flokkur byrjar eftir ætlan í august 2011. Umframt hetta skipar Føroya Handilsskúli fyri kvøldskúla- og framhaldsútbúgvingum sum parttíðarlestur. Hægru útbúgvingarnar fevna um HD, Akademiútbúgving (AÚ) og Diplomútbúgving í leiðslu. Á AÚ eru uml. 50 lesandi, á HD uml. 35 lesandi. Á Diplomútbúgvingin í Leiðslu, sum seinast var boðin út á Skeiðs- deplinum, fingu 12 prógv á várið 2011. Persónlig leiðsla I+II 10 ECTS Leiðsla og starvsfólk I+II 10 ECTS Leiðsla og fyriskipan I+II 10 ECTS Vallærugrein I 5 ECTS Høvuðsuppgáva 15 ECTS Vallærugrein II 5 ECTS Vallærugrein III 5 ECTS 1. Semestur 2. Semestur Eksternur roknskapur 10 ECTS Búskaparstýring 10 ECTS Strategisk leiðsla 5 ECTS Skattarætt/Corporate finance 5 ECTS 3. Semestur 4. Semestur Vallærugrein I 5 ECTS Høvuðsuppgáva 15 ECTS Vallærugrein II 5 ECTS Seminar 5 ECTS Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn Tlf. +298317177 | Fax 313374 | www.fh.fo