fríggjadagur 3. juni 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
10
Sosialurin
Her tók ør
»Tindhólmur er mest avmynd
aða staðið í Føroyum. Men
samstundis tað minst vitjaða!«
Nú skal hetta broytast,
ætla fólkini aftanfyri fyri
tøkuna Mykines.fo
Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Tey allar flestu hava bert
flogið og siglt framvið
Tindhólmi, ella tey hava
eygleitt henda sjáldsama
hólmin frá landi, tá tey
hava koyrt til Bíggjar ella
Gásadals.
Men tað er bert unt
teimum fáu at seta fótin
á henda óbygda hólmin,
sum er tann størsti í Før
oyum við sínum 6500 fer
metrum.
Í summar ætla tey í
Mykines.fo at skipa fyri
regluligum dagstúrum út
í Tindhólm við ferðaleið
ara.
– Vit hava leingi havt
ætlanir um skipaðar túr
ar út í Tindhólm. Og nú
fara so at royna tað í juli
og august mánaði í ár,
sigur Ellef Ellefsen, stjóri
í fyritøkuni.
Hósdagin í farnu viku
fingu lærarar í Sunda
kommunu høvið at royna
henda túrin við bátinum
Brynhild, saman við um
boðum fyri Sosialin.
Ørnin
Tey flestu munnu kenna
ramsuna við tindunum
sum hava givið hólminum
sítt navn – Ytstitindur,
Arnatindur,
Lítlitindur,
Breiðitindur og Boygdi
tindur. Tann hægsti teirra
er 262 metrar høgur.
Fleiri søgnir eru úr
hólminum, eisini um bú
seting í gomlum døgum. Í
dag býr eingin her, hóast
tvey snotilig hús standa
stutt frá staðnum, har
leggjandi er at við báti.
Í gomlum døgum sendu
fólk í Mykinesi slaktineyt
síni til marknaðin í Havn
við fyrst at rógva tey yvir
í Tindhólm. Hiðani svumu
neytini til Sørvágs, gingu
tvørtur um Vágar og vórðu
togað um Vestmannasund
til Kvívíkar, áðrenn tey
gingu seinasta teinin til
Havnar.
Hugsandi er, at menn
góvust við hesum tí hetta
var ein ov trupul loysn, og
helst tí at svinnið gjørdist
ov stórt.
Annars ber oyggin í
dag bæði seyð, lunda og
annan fugl. Sagt verður,
at seinasta havørnin í Før
oyum átti her.
Júst hetta við havørnini
er eisini partur av teirri
kendu søgnini, sum gav
navn til tann eina tindin
– Arnatind.
Søgnin sigur, at her
búði eitt skifti ein maður,
kona hansara og eitt lítið
barn. Meðan maðurin var
á útróðri, kom ørnin og
tók barnið upp við sær til
ein av tindunum.
Hóast mamman skjótt
rann niðan á tindin og
fekk fatur á barninum.
Tíverri hevði ørnin longu
klórað eyguni úr tí.
Eftir hesa ógvusligu
hendingina flutti familjan
úr hólminum, og síðani
hevur eingin búsett seg
her.
Um nakar fer at gera
tað í framtíðini, fer tíðin
at vísa. Men skal ein
fantasera um eina menn
ing, so er golf eitt ið kundi
vakt hólminum ans í út
heimi.
Vestast á hólminum er
nevniliga tann grønasta
fløtan ið ein kann ímynda
sær, við einum hópi av
hyljum, sum í mangar
mátar kann umskapast
til ein minni golfvøll eftir
lítlari løtu.
Kanska eitt hugskot til
endurstovnaða Ferðaráðið
ella okkurt golffelag.
snorri@sosialurin.fo
Tindhólmur
Er við sínum 6500 fermetrum størsti hólmurin í Føroyum.
Er kendur fyri sínar fimm tindar – Ytsti-, Arna-, Lítli-, Breiði- og
Boygditindur, har tann hægsti teirra røkkur 262 metrar upp í loft.
Fólk hevur búð her fyrr í tíðini, men í dag standa bert tvey hús
her. Komandi er at hólminum í góðum líkindum.
Mykines.fo
Í summar fer Mykines.fo at skipa fyri ferðum út í Mykines og
út í Tindhólm. Talan er um dagstúrar, ið vara í ávikavist 5 og 3
tímar, her góður ferðaleiðari fylgir við. Nærri upplýsingar fáast
á heimasíðu teirra, har ein eisini kann bíleggja sær ferðina.
Ferðirnar verða gjørdar við bátinum Brynhild, ið kann taka 40
ferðafólk, og er undir eftirliti av Skipaeftirlitinum og Norsk
Veritas.