fríggjadagur 3. juni 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
12
Sosialurin
JT electric í Afrika
við trolkamera
- Tað er eitt stórt felag, sum eigur Helen Mary, og hetta felag eigur
eisini ein av heimsins størstu trolarum. Vit vænta at selja eini tvey
ella trý trolkamera til skip hjá Parlevliet & Van der Plas áðrenn
langt um líður, sigur Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric
Vilmund Jacobsen
Í hesum døgum er Rúni Peter
sen, verkætlanar- og sølu
leiðari av trolkameranum,
sum JT electric framleiðir, á
ferð í Afrika. Í løtuni er hann
umborð á trolaranum, Helen
Mary, sum stóra hálendska
felagið, Parlevliet & Van der
Plas, eigur. Hetta er sama
felag, sum eigur og rekur
virksemið á Faroe Pelagic í
Kollafirði.
Oyðimørk og tundra
Sum skilst, hevur tað tikið
sína tíð at koma niður til
Mauretania við útgerðini, og
á ferðini hevur eisini verið
koyrt í jeepi um ein part av
Sahara.
Tað hevur ikki eydnast
at fáa fatur á Rúna Petersen
sjálvum, nú hann er umborð
á Helen Mary, men í meyli
hava vit lisið fylgjandi reglur
hjá honum:
”Vit skiftast um at koyra
millum oyðimørk og tundra,
og kortini eru hús fram við
vegnum – við umleið einum
kilometri ímillum...”
Og so leggur Rúni aftrat:
”Fiskiskapurin her á leið
hevur verið sera góður sein
astu árini, men í ár stendur
verri til. Kanska fer TC (trol
kameraið) at fáa ferð á fiski
skapin aftur...”
Spennandi átak
Ólavur Thomsen, stjóri í JT
electric, heldur, at hendan
royndin við trolkameranum
í Afrika er sera áhugaverd og
spennandi.
– Tað er eitt stórt felag,
sum eigur Helen Mary, og
hetta felag eigur eisini ein av
heimsins størstu trolarum.
Vit vænta at selja eini tvey
ella trý trolkamera til skip
hjá Parlevliet & Van der Plas
áðrenn langt um líður.
Í november í fjør luttók
JT electric á Pacific Marine
Expo í Seattle. Hetta er ein
framsýning
við
ymiskari
fiskivinnutøkni, har fram
leiðarar og útbjóðarar sýna
fram sínar vørur, og keyparar
leita fram við at síggja tað
nýggjasta innan tøkni.
– Høvuðsorsøkin til, at
vit fóru við til hesa stevnu í
Seattle er, at vit hava ein av
okkara bestu kundum har
yviri, nevniliga American
Seafood Company. Hetta fe
lag hevur fleiri stórar verk
smiðjutrolarar. Nøkur skip
hjá felagnum brúka okkara
trolkamera, og teir eru av
bera væl nøgdir, sigur Ólavur
Thomsen.
14 dagar umborð
– Rúni hevur nú verið umborð
á Helen Mary í eina viku, og
ætlandi verður hann umborð
í eina viku aftrat. Upptøk
urnar eru sera væl eydnaðar,
og manningin hevur sæð
ymiskar møguleikar, sum
trolkameraið hevur og gevur
teimum.
Ólavur Thomsen vísir á, at
hugsanin við trolkameranum
hjá hálendska felagnum, Par
levliet & Van der Plas, er bæði
at gera royndir við skiljirist –
og at gera aðrar eygleiðingar,
sum kunnu føra til ymiskar
broytingar og betringar av
trolreiðskapinum.
– Rúni Petersen hevur
eitt komplett trolkamera við
sær á ferðini í Mauritania og
umborð á Helen Mary, og vit
eru rættiliga spentir eftir at
síggja, hvussu úrslitið av átak
inum verður, sigur stjórin í JT
electric, Ólavur Thomsen.
vilmund@sosialurin.fo
Her er Rúni Petersen staddur á Pacific Marine Expo í Seattle, har felagið á Kambsdali hevur
gott samstarv við American Seafood Company. - Nøkur skip hjá hesum felag brúka okkara
trolkamera, og teir eru avbera væl nøgdir, sigur Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric
Trolkamerað er
flaggskipið hjá JT electric,
og nú er felagið í Afrika
við einum átaki, har
roynt verður at selja
skipum hjá Parlevliet &
Van der Plas áhugaverda
tólið, sum kann brúkast
til ymisk endamál
Rúni hevur
nú verið umborð
á Helen Mary
í eina viku, og
ætlandi verður
hann umborð í
eina viku aftrat
ÓLAVUR THOMSEN