Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64 Sosialurin N. Pálsgøta 32 • FO-700 Klaksvík Tel. 41 00 00 • Fax. 41 00 01 • klaksvik@klaksvik.fo JT electric byggir nýtt Gongst, sum ætlað, flytir alt virksemið hjá JT electric á Kambsdali í nýggjan bygning eftir summarfrítíðina Vilmund Jacobsen JT electric á Kambsdali hev­ ur seinnu árini leigað hølir frá Havsbrún, men um ikki langa tíð, flytir fyritøkan í nýggjan bygning. Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric, sigur, at nýggi bygningurin er tilsamans 800 fermetrar stórur. – Í fyrsta lagi er niðara hædd­in heil, og síðan verður bygn­ingurin bygdur við skrá­ taki sum merkir, at ovara hædd­in líka sum er hálv. Stjórin sigur, at bygn­ing­ urin verður reistur fyrsta dagin, og tað er Jóhan Purk­ hús, sum stendur fyri arbeið­ num. Metti kostnaðurin at virkisbygninginum er umleið 4,5 miljónir krónur. Heima og úti 20 fólk arbeiða hjá JT elec­ tric, 17 í Føroyum og trý í Dan­mark. Ólavur Thomsen sigur, at tey, sum arbeiða í Dan­ mark, arbeiða við menning og framleiðslu av trol­kame­ ranum, ið líka sum er sterk­ asta einstaka vørumerki hjá fyritøkuni. – Viðhvørt flyta fólk av landinum eitt skifti, men vit halda tað vera ógvu­liga umráðandi, at tann eksper­ tisa, sum hesi fólk hava, verður varðveitt í fyritøkuni, sigur stjórin í JT electric. Nýggi bygningurin, sum JT electric byggir á Kambsdali, stendur ætlandi liðugur eftir summarfrítíðina. Kostnaðurin verður umleið 4,5 miljónir krónur - Vit eru tilsamans 17 fólk til arbeiðis hjá JT electric á Kambsdali – og trý fólk arbeiða í Danmark við menning og framleiðslu, sigur Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric Mynd: Jens Kristian Vang Vit halda tað vera ógvuliga umráðandi at varðveita ekspertisuna í fyritøkuni ÓLAVUR THOMSEN