fríggjadagur 3. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
14
Sosialurin
Kjak
Nú fara teir
eftir útróðrar
monnunum !
Løgmaður hevur í fjølmiðl
unum fyri stuttum boðað
frá, at skjøtil er settur á eina
broytingartíð í føroyskum
politikki.
Og tað mugu vit sanniliga
ásanna, nú vit síggja poli
tikkin, ið tann sokallaða
minnilutasamgongan
leggur fyri dagin, og Sam
bandsflokkurin við løg
manni og Johan Dahl á
odda hevur kastað seg í
fangið á Tjóðveldi.
Førdur verður ein vinnu
fíggindaligur politikkur, har
fleiri byrðar verða lagdar
á vinnulívið. Fiskivinnan
skal nú umframt hægri
skatt eisini gjalda eitt so
kallað tilfeingisgjald (sum
bara er ein skattur aftrat),
og
fiskivinnubúðin
hjá
tjóðveldinum er nú sett á
stovn.
Stuðulin til skipasmíð
ætlaðu teir at taka av, men
tað bleiv tíbetur steðgað
av einum meiriluta í ting
inum.
Og nú verður so farið
eftir útróðrarmonnunum!
Uttan
fyrilit
verður
aldargamli
rætturin
til
vinnuligan fiskiskap við
línu innan fyri 3 fjórðingar
úr landi tikin av, og eg eri
bangin fyri, at tey, sum fara
at atkvøða fyri hesum, ikki
hava ánilsi av, at tey taka
breyðið úr munninum á
nógvum familjum – ið
hvussu er her um okkara
leiðir – m.a. í Klaksvík, Leir
vík og Fuglafirði.
Tá ið tað kemur til út
róður hevur hvør bygd og
hvørt øki sína søgu og sína
siðvenju, og tí ber als ikki
til at gera eina generella
friðing upp á henda mát
an.
Vælsignaði fólk! Setið
tykkum inn í umstøðurnar
hjá teimum fáu, sum fram
vegis liva av útróðri!
Vónandi er tað onkur í
Sambandsflokkinum ella
Javnaðarflokkinum,
sum
fær steðgað hesum!
Ivasama herferðin
móti Norrønu
Óli Jacobsen
Herfyri var eitt margháttligt
tiltak ímóti Norrønu, har
flestu fakfeløg í landinum
boðaðu frá, at tey boykottaðu
Norrønu við at avlýsa bíløgd
skeið umborð.
Orsøkin var, at Reiðara
felagið fyri Farmaskip hevði
gjørt ein sáttmála við ís
lendskt fakfelag um íslendska
manning á Norrønu til ís
lendskar lønir, sum vóru sagd
ar at vera lægri enn tær før
oysku.
Íspinnarin til hetta tiltak
var, sum tað skiltist, formaðurin
í fiskimannafelagnum, og hesi
tiltøk mugu tí roknast fyri
at vera ein stuðul til hansara
“stíl”.
Sjálvsagt kann mann halda
tað vera løgið, at fólk við
sama skipi skulu fáa ymiska
løn fyri sama arbeiði. Tað er
eisini náttúruligt, at føroysk
feløg vilja verja seg ímóti at
skula kappast móti bíligari ar
beiðsmegi.
Eitt úrslit av hesum er, at
íslendsk fakfeløg í bløðunum
hava mælt íslendingum til at
boykotta Norrønu.
Fyri at skilja hetta er neyð
ugt at vita, at umrødda fak
felag er Sjómannafelag Íslands.
Hetta felag var upprunaliga
Sjómannafelag
Reykjavíkur,
sum var eitt limafelag í megin
felagnum Sjómannasamband
Íslands.
Men deildin í Reykjavík tók
seg burtur úr landsfelagnum,
broytti navn og gjørdist lands
umfatandi. Nú er tað byrjað at
kappast við sjómannasam-
bandið
á
sáttmálaøkinum.
Hetta er sjálvsagt ikki fallið
í góða jørð hjá teimum. Tí er
hetta veruliga eitt stríð millum
íslendsk fakfeløg.
Hinvegin kann staðfestast,
at Sjómannafelag Íslands er
eitt viðurkent fakfelag. Tað
er eisini við í altjóða flutnin
gsarbeiðarafelagsskapinum
ITF, har Sjómannasamband
Íslands eisini er limur saman
við hinum íslendsku og eisini
føroysku
feløgunum,
sum
umboða sjómenn.
Sjómannafelag
Íslands
heldur seg einki skeivt hava
gjørt, men sigur seg hinvegin
vera errið av at hava útvegað
íslendskum ungdómi summar
arbeiði. Soleiðis kann ein sak
síggjast frá tveimum síðum.
Kundi verið loyst
uttan háva
Annars hava føroysku yvir
mannafeløgini, sum kenna
til hesi viðurskifti, havt eina
sakliga frágreiðing í bløð
unum, har tey vísa á, at tað er
einki ólógligt ella óregluligt í
hesum íslendska sáttmála.
Hann er eisini í samsvar við
FAS-lógina, sum greitt sigur,
at føroyskir sáttmálar bert
umfata føroyingar.
Sjálvi hava yvirmannafe
løgini tryggjað seg móti óhep
num avleiðingum av slíkari
sáttmálagerð, og tey hava víst
á, hvussu FF kundi havt gjørt
tað sama.
Tað eru tveir mátar at
greiða eitt ivamál. Annar er at
seta seg niður og royna at loysa
tað eins og yvirmannafeløgini
gera í málum sum hesum.
Hin er at hevna seg inn á hin
partin fyri at gera honum
mest møguligt fortreð. Tað
er sjáldan, at hetta er nøkur
loysn.
Tað tykist at vera hesin
seinni háttur sum flestu fak
feløg í Føroyum stuðla. Hetta
sigur ikki so lítið, tá hugsað
verður um tað, sum FF stendur
fyri!!! Hetta er sera væl alment
kent.
Bert eitt dømi um hetta er
fylgjandi yvirskrift hjá Jan
Højgaard í fjølmiðlunum:
Reiðarafelagið fyri
Farmaskip lýgur:
Ongin veruligur sátt
máli við Ísland
At
henda
yvirskriftin
í
hvussu er ivasom sæst við at
fara inn á heimasíðuna hjá
Sjómannafelag Íslands
www.sjomenn.is har teir í
tveimum
tíðindastubbum
greitt siga seg hava gjørt “kjara
samning”, t.v.s. lønarsáttmála,
fyri íslendsku manningini á
Norrønu.
Hetta er avgjørt ikki nøkur
váttan um at RFF lýgur, heldur
er tað hinvegin. Hetta man
vera enn ein váttan um tað
longu kenda trúvirðið hjá Jan
Højgaard.
Hvat við at hugsa
um føroyingar?
Norrøna er framvegis eitt
stórt arbeiðspláss fyri før
oyingar, eisini hjá limum í FF.
Men stóð tað til formannin,
so var Norrøna við dags varsil
løgd á heysti 2008 við tapi av
hesum arbeiðsplássum.
Umsorganin fyri føroysku
limunum umborð hevur ver
ið stak vánalig. Í 2008 varð
gjørd ein broyting í skatting
ina av manning á FAS skipum.
Hetta merkti, at skatturin fór
niður á teimum høgu inn
tøkunum, meðan skatturin
fór munandi upp á teimum
lágu inntøkunum og mest á
teimum lægstu, og tað eru
hesi, sjómannadeild FFs um
boðar. Tá var ikki rættur ein
fingur fyri at verja egnar lim
ur móti hesum reella lønar
niðurskurði!
Trý feløg stóðu stinn
Tey trý feløgini, sum kort
ini vóru við Norrønu á
ferðini 16. mai, lótu seg ikki
syfta. Tey hava uppiborið
viðurkenning fyri, at tey ikki
lótu seg diktera av slíkum
niðurbrótandi kreftum.
Eg eri fegin um kunna geva
mítt lítla íkast til, at stuðla
Norrønu. Skal eisini nýta
høvið at takka øllum teimum
fleiri hundrað fólkum, sum
eg havi verið saman við á
frálíkum túrum til Íslands.
Vil eisini takka Smyril Line
fyri, at teir geva fólki møguleika
fyri slíkum upplivingum eins
og teir møguleikar til dømis
barnafamiljur hava fyri at fáa
bíligar ferðir.
Jógvan á Lakjuni
tingmaður
Savnsmynd
Savnsmynd