Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64 16 Sosialurin Jan Hansen Nólsoy Nýtt Nóls­ oyar­skip – er einki annað enn eitt krav Nú arbeiði eg sjálvur í Tórs­ havn og ferðist dagliga um Nólsoyarfjørð, oftani situr man og hugsar á ferðini, og rann fram fyri meg, hvussu óhugnaliga stóran mun land­ið ger á sínum stakkals skattaborgarum, summi fáa, og onnur skulu bert gjalda. Vit vistu beinavegin, at tá Ternan kom í rutu um fjørðin, at hettar var eitt gamalt skip, og harvið eisini eitt dýrt skip at reka, men SSL manglaði eitt eykaskip, ikki tí tað er væl skiljandi, men tá roknskapurin so kem­ur á borðið, so standa nóls­oyingar sum svartiper, tí nóls­oyarleiðin kostar so nógv. Eg havi eisini nevnt fyrr, at nólsoyarleiðin altíð hevur havt gomul skip, ið ikki vera góðtikin aðra­ staðni, tí tey eru gomul og ótíð­ar­hóskandi. Herfyri segði ein av skiparunum á Ternini í fjølmiðlinum, at avlýsingarnar um fjørðin kundi teljast á einari hond, tá skal nevnast at hann ikki hevur tikið allar tekniskar trupuleikarnar við, men bert veðrið, og heldur ikki nevnir hann, at Ternan heldur ikki siglur til Nólsoyar, tá aðrar rutur hava tekniskar trupulleikar. Eitt annað hugsaði eg eisini um, tí kunnu vit nólsoyingar bera høvdið høgt í mun til nógv onnur: Eftur loknan arbeiðsdag koyri eg eftir kommunalum vegi til eina kommunala havn, ígjørnum eina kommu­nala fejulegu fyri at koma umborð á Ternuna, Tern­an siglur so aftur í eina kommu­nala havn, leggur at í eina kommu­nala ferjulegu, og so fari eg til hús aftur eftur einum kommu­nalum vegi. Hvar er landið ið sjálvt hevur lógarbundið seg við at røkja sjóvegis samband, hví skulu summar komm­ un­ur gjalda og aðrar ikki? Bæði Tórshavnar kommuna og fyrr Nólsoyar kommuna vóru riknar við skili og kláraðu seg sjálvar, men nú mugu vit gjalda fyri tað óskil, onnur hava læst seg fast í. Ein persónur spurdi meg ein dagin, um eg havi mist tolið við tolinum hjá nólsoyingum, nú eg eri byrj­ aður at skriva, mítt svar er JA, “tolin trívist” er gamalt, men kann ikki brúkast long­ur. Tí stemmaði eg fyri einari leiðslu Jógvan Skorheim Varaborgarstjóri Formaður í Mentanarnevndini Hóast endaliga niðurstøðan, viðvíkjandi samanlegging av fólkaskúlunum í Klaksvík, er ímóti mínari sannføring, so vóni eg virkuliga, at skúla­ ungdómur okkara trívist og mennist og verður við til at fáa Klaksvíkina at vaksa Á seinasta býráðsfundi varð nógv umrødda málið við­víkj­andi samanlegging av fólka­skúlunum í Klaksvík á skránni. Sum flestum kunn­ ugt, var meiriluti fyri at hald­ ast skuldi áfram við tveim­um leiðslum. Saman við trim­um øðrum býráðslimum gjørdi eg av at leggja fram broyt­ingar­ uppskot, ið skuldi tryggja eina leiðslu frá skúlaárbyrjan í 2012. Orsøkin til mína støðutakan Seinastu árini hava skúlarnir í Klaksvík tikið millum tríggj­ar og fýra flokkar inn á hvørjum ári. Roknast kann við, at vit í framtíðini fara at innskriva tríggjar flokkar um árið, av tí at gongdin í føðitølinum vísir seg at vera lækkandi. Mentamálaráðið hevur alment gjørt Klaks­ vík­ar Kommunu greitt, at í framtíðini verða færri tímar játtaðir til fólkaskúlan. Eis­ ini verður frymilin broytt­ ur, soleiðis at tímarnir ikki longur verða givnir til flokkar og næmingar, men heldur beinleiðis til næm­ ingar. Hetta fer at bera við sær, at færri tímar verða til hvønn flokk. Tað er ein sannroynd, at fíggjarstøðan hjá landinum ikki er góð, og Mentamálaðráðið hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at meiri pengar eru ikki til at reka skúlar fyri. Tí er spurningurin; Ynskja vit at gagnnýta tillutaðu tímarnir á besta hátt ella ikki? Sjálvandi skulu vit tað. Fyrimunir við samanlegging Eisini hava fleiri fólk verið bangin fyri, at vit fáa flokkar við 60 næmingum, men hetta verður ikki veruleikin. Lógin sigur, at vit ikki kunnu hava fleiri enn 27 næmingar í hvørj­um klassa. So kunnu vit sjálvandi kjakast um 27 er eitt ov stórt tal, men hetta er ikki nakað í kommunan hevur ávirkan á. Ført hevur eisini verið fram, at við einari leiðslu verð­ur skúlin alt ov stórur. Hetta er heldur ikki eitt argu­ ment. Sjálvt um vit “bara” skuldu havt ein skúlastjóra í Klaksvík, kundu vit hóast alt deilt skúlan upp í tríggjar eindir við til dømis innskúling, miðskúling og útskúling. Her kundi bygnaðurin verði ein skúlastjóri og tríggir vara­ leiðarar, ið hvør tók sær av hvørjari deild. Tó liggur tað ikki hjá mær sum komm­ unu­politikara at taka avgerð um, hvussu skúlin skipar seg innanhýsis, men hjá leiðsluni. Við hesari loysnini, kundi skúlin framhaldandi virkað sum ein lítil skúli í einari størri eind. Fyrimunirnir við at verða partur av einari størri eind eru fleiri. Til dømis kann nevnast størri valmøguleikar, størri møguleikar at fáa væl egnaðar lærarar til ymisku lærugreinarnar, betri serhølir og betri serundirvísing við meira. Bæði ovari og niðari skúli hava í dag sera dugnaligar lærarar. Tað er nú einaferð so, at oftast eru lærarar best til ávísar lærugreinar, men teir verða noyddur at taka onnur minni áhugaverdar lærugreinar, ið teir møguliga ikki duga eins væl, fyri at fáa tímaætlanina at ganga upp og fáa neyðugu tímarnar. Við einari leiðslu, kundi hesir lærararar í mesta mun hildið seg til at gjørt tað, teir eru best til og hava størst áhuga fyri. Bróta burtur úr nýggjum Sum yngsti politikarin í Klaksvíkar Kommunu, eri eg helst tann, sum best minnist aftur á fólkaskúlatíðina. Skiln­aðurin millum skúl­ar­ nar báðar hevur verið alt ov stórur. Eg minnist einki, ið vit høvdu til felags ella kundi vera felags um. Kanska hetta er broytt nakað við árinum, men tó er langt á mál. Tað kann heldur ikki vera rætt, at bara tí ein av tilvild býr á einari síðu, so skal ein inn­ skrivast í einum ávísum skúla. Loysnin eigur at vera meiri rættvís, og við einari felags leiðslu, høvdu øll børn í Klaksvík fingið sama skúlatilboð í framtíðini. Nú er so endaliga niður­ støðan tikin í hesum máli, og fara skúlarnir í framtíðini at arbeiða undir tveimum leiðslum. Tá hetta er nið­ur­ støðan, sum eg og vit øll onnur mugu fyrihalda okkum til, so er tað av stórum týdningi at ein nýggjur “Ziskatrøðskúli” verður bygdur Undri Foss­um, soleiðis at lærarar og næm­ ingar fáa frið í tíðini meðan skúlin verður bygdur, at kjakið um at leggja skúlarnar saman ikki forðar byggingini ella framtíðarætlanum og at vit í framtíðini kunnu gera gamla Ziskatrøðskúla um til eitt næmingaheim. Á býráðsfundinum týsdag­ in, vísti eg eisini á, at vit hava ein gyltan møguleika at bróta upp úr nýggjum og velja eina nýggja framtíð. Vit vita hvussu skúlin hevur verið við tveimum leiðslum, og gera vit tað sama, ja, so fáa vit eisini tað sama. Valdu vit harafturímóti, at broyta bygnaðin, høvdu vit størri møguleika fyri at framtíðin broyttist tilsvarandi. Framhaldandi haldi eg, at neyðugt verður at bróta burtur úr nýggjum á fóka­ skúla­økinum í Klaksvíkar komm­unu, og tí fari eg at ar­ beiða fyri. Kjak Savnsmynd Savnsmynd