fríggjadagur 3. juni 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
Sosialurin
Føðingar
27. apríl fingu Anita á Lofti og Sam Nakabaale, Keyp
mannahavn, ein son. Hann vigaði 4032 gr og var 53
cm langur.
20. mai fingu Annié Holm og Laurits Hansen, Hoyvík,
ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4550 gr.
25. mai fingu Dorte og Høgni Krahl Dalsgaard ein
son á Hvidovre hospitali. Hann vigaði 3770 gr og var
52 cm langur.
28. mai fingu Elin Stakksund og Rói Lamhauge,
Aarhus. ein son. Hann vigaði 3700 gr og var 54 cm
langur.
2. juni fingu Ina og Peter Hammershaimb,
Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3200 gr.
Nøvn
Nú her í Kristi himmalsferða
vikuskiftinum verður stóra
felags
kórstevnan
hildin
í
Norðurlandahúsinum
í
Havn.
Luttakaratalið liggur um
150, og telur tað umframt
bæði yngri og meira tilkom
nar sangarar her í landinum
eisini kórfólk úr Íslandi og úr
Danmark.
Tað serstaka í ár er tað,
at tveir dirigentar uttanífrá
eru felags um tónlistarligu
ábyrgdina:
Jón Stefánsson úr Reykja
vík er vælkendur millum
kórsangarar
í
Føroyum.
Umframt tvær ferðir áður
at hava verið stevnukór
leiðari hevur hann eisini víst
hesari okkara kórstevnu
siðvenju tann áhuga við
egnum kóri at vitja aftur sum
stevnuluttakarar, tá annar
kórleiðari
hevði
stevnu
leiðsluna.
Kór
Langholtskirkju
hevur eisini verið dyggasti
stuðul til stórar framførslur
í Føroyum – eitt nú á minni
ligu
Atlantsljóm-stevnuni
við
Requiem
Verdis
á
skránni, har kona hansara,
gitna
operusongkvinnan
Ólöf Kollbrún Harðardóttir
var ein av solistunum. Ólöf,
sum framdi megnarverk við
sangfólki her í sangskúla
tiltakinum fyri nøkrum ár
um síðan, er eisini við á hes
ari Føroya-vitjan.
Hin kórstevnu gestaleið
arin er Jim Daus Hjernøe,
professari í rytmiskum kór
sangi við Det Jyske Musik
konservarorium í Århus og
Ålborg. Til tess at kveikja nýtt
lív í føroyskan kórsang hevur
Kórsamband Føroya skipað
fyri kórleiðaraskeiðum – tvey
nú her í várhálvuni og tvey
somu tíðir í fjør - við hesum
úrmælingi innan seriøsan
rytmiskan kórsang.
Við á ferðini hesaferð
hevur Jim D. Hjernøe við
sær sítt gitna kór Voxnorth –
12-manna úrvalsbólkur, ið er
at rokna sum ein av trimum
professionellum
kórum
í
Danmark, ið hevur gjørt
vart við seg bæði innan- og
uttanfyri landamark. Eyðsæð
er tað tí, at hesin bólkur
saman við sínum leiðara
verður eitt kærkomið íkast
til nýggjar leiðir í føroyskum
kórvirksemi.
Endabrakið
leygardagin
KÓRSTEVNAN 2011 endar
leygardagin kl. 17.00 við kon
sert í Norðurlandahúsinum.
Við tí stóra felagskórinum
fer Jón Stefánsson tá at
framføra úrvaldar klassiskar
íslendskar og norskar kór
satsir,
meðan
Jim
Daus
Hjernøe við heilt øðrum
lag fer at lata áhoyrarnar
uppliva kórsang, har bæði
raddarljóð og kroppsrørslur
eru berandi partar.
Men umframt at fólk so
leiðis fáa høvi til at uppliva,
hvat ið er komið á skaftið
hesar kórdagar í Havn, fara
nevndu gestakór at seta sín
serstak dám á konsertløtuna
við framførslum hálvan tíma
hvør við tí besta, tey hava at
bjóða.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu,
tá ið mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Sanna Dahl Niclasen
andaðist og varð jarðað.
Vit takka starvsfólkinum á Ellisheiminum,
prestunum Sonju klein og Una Næs,
kirkjutænarum, sangarum og øllum, sum
hjálptu á ymiskan hátt. Takk fyri gávur til
krabbameinsfelagið, blómur
og kransar. Takk øll, ið fylgdu.
Kærar heilsanir
Jógvan, Andrass og Helena við familju
Kórstevnuendabrak í Norðurlanda
húsinum leygardagin
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá kæra mamma okkara
Estrid Krossteig
doyði og varð jarðað.
Familjunnar vegna
Maria, Elsa, Hergerð,
Ólavur Jákup og Ása