fríggjadagur 3. juni 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
18
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Umdømið hjá altjóða fótbóltssam
gongdini er illa dálkað og sjáldan
hevur vanligi maðurin havt verri
álit á FIFA enn júst í dag. Skuld
setingar, ákærur og missálit hava
verið dagligur kostur í Zurich
seinastu dagarnar upp til for
setavalið í FIFA. Endin er, at Sepp
Blatter, er afturvaldur við føroysk
um stuðli.
Tað var annars leingi líkt til, at
tað hesa ferð skuldi verða stríðsval
um maktríkasta starvið í fótbólti.
Í kjalarvørinum av, at Katar vann
rættin at hýsa HM endaspælinum í
2022, valdi katarbúgvin Mohammed
Bin Hammam, at stilla upp til for
setavalið.
Sami
Bin
Hammam
sigst vera oddamaðurin handan
valstríðið hjá Katar um at fáa HM
endaspælið.
Tað rann kalt niður eftir rygg
inum hjá flestu fótbóltsviðhalds
fólkunum kring heimin, tá tað
gjørdist greitt, at Katar skuldi hýsa
HM endaspælinum í 2022. Orðingin
snýtur kanska eitt sindur, tí ein av
trupulleikunum við at hava HM
í Katar er, at tað um summari er
hitin mangan omanfyri 40 hitastig.
Umframt tað, so er íbúgvaratalið
bara áleið 1,6 milliónir og landið er
bara ein fjórðing av støddini á Dan
mark.
Okkurt rotið í FIFA
Í upptaktini til atkvøðugreiðsluna
um hvør skal hýsa HM í 2018 og 2022,
eru enskir fjølmiðlar nasadjarvir.
The Sunday Times avdúkar í
oktobur 2010, tveir mánaðir undan
atkvøðugreiðsluni, at fleiri av teim
um 24 liminum í serstaka FIFA
bólkinum, sum skal atkvøða, royna
at selja sína atkvøðu. Tað endar
við, at Amos Adamu og Reynald
Temarii blíva útihýstir frá atkvøðu
greiðsluni.
Í mai mánaði í ár sigur fyrr
verandi forsetin í enska fótbólts
sambandinum, Lord Triesman, at
fýra av teimum, ið skulu atkvøða,
hava biði um tænastur afturfyri
atkvøður. Um sama mundi avdúkar
The Sunday Times, at Nicolas Leoz,
eisini ein av teimum 24 FIFA lim
inum, at hann kundi hugsa sær at
blíva »knighted« av enska konga
húsinum afturfyri at stemma upp
á Ongland, sum hevur bjóðað seg
fram til HM 2018.
Bin Hammam burturvístur
Eina viku undan forsetavalinum
kemur røring í. Chuch Blazer,
sum eisini er ein partur av »FIFA
Executive Committee«, er komin
fram á óreglusemi í samband
við
nøkrum,
ið
líkist
mutri.
Skuldsetingarnar
eru
mótvegis
Mohammen Bin Hammam og Jack
Warner, ið er foresti í CONCACAF,
sum er fótbóltssamgongan í Norður
amerika. Skuldsetingarnar eru so
grovar, at FIFA velur at burturvísa
teir báðar. Tað merkir samstundis,
at Sepp Blatter einasta valevni til
forsetavalið. Sambært ákærinum,
so hevur Mohammed Bin Hammam
goldið fleiri FIFA limum áleið fjórð
ingsmillión fyri at stemma upp á
seg í forsetavalinum. Bim Hamman
umber seg við, at talan ikki er um
mutur, men fyri at dekka útreiðsl
urnar hjá teimum ymisku FIFA lim
inum. Bin Hamman metur eisini at
ákærurnar eru ein partur av spæl
inum hjá Sepp Blatter, so hesin
kann halda fram. Eisini hevur Bin
Hammam skuldset Sepp Blatter
fyri at hava vita av øllum sum fer
fram.
FSF stemmar móti útseting
Í eini roynd at finna eitt mótvalevni
til Sepp Blatter, vil enska fótbólts
sambandið hava valið útsett. Tað
verður tíðliga mikudagin sent til
atkvøðugreiðslu, men blívur so
dyggiliga niðurstemmað – 172 ímóti
og bara 17 fyri av 208 atkvøðum.
Millum tey fótbóltssambondini, ið
stemma ímóti er Fótbóltssamband
Føroyar.
– Vit fóru á fundi við hini norður
londini og komu til tað niðurstøðu,
at vit skulu stemma ímóti ynskinum
hjá enska fótbóltssambandinum,
segði Christian Andreasen, FSF for
seti, tá Miðlahúsið tosaði við hann
stutt eftir FIFA forsetavalið miku
dgin.
The Guardian vil annars vera
við, at Norra er eitt av londinum,
sum hevur stuðla ynskinum hjá
enska fótbóltssambandinum, sam
an við Uganda, Liberia, Montenegro
og Makedonia. Fleiri nýta eisini
høvið at leggja eftir enska fótbólts
sambandinum frá pallinum. Fleiri
teirra fáa eisini stuðul frá gólvinum
eftir talur. Norðurlond fingu eis
ini orðið, tá Allan Hansen, DBU
forseti, sum umboð fyri Føroyar,
Finnland, Svøríki, Norra, Danmark
og Ísland, fór á pallin. Hann sigur,
at norðurlond krevja eina gjølla
kanning av øllum skuldsetinum og
ákærum. Sepp Blatter er samdur í
støðutakanini hjá Føroyum og hin
um norðurlondinum.
FSF stemmar upp
á Sepp Blatter
Tað seinasta sum hendir í hesi
FIFA samlingini er, at forsetavalið
FSF stendur
aftanfyri
Sepp Blatter
Fótbóltur Sepp Blatter vann mikudagin á fjórða sinni forsetavalið í FIFA, sum samstundis verður
hansara seinasta – lovar hann. Men ikki øll hava álti á altjóða fótbóltssamgonguni, og saman við
hinum norðurlondinum, krevur FSF ein gjølla kanning av øllum ákærum og skuldsetingum