Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64 Sosialurin Ítróttur Sepp Blatter: Joseph S. Blatter er í dag 75-ára gamal. Hann er úr Sveits og hevur verið FIFA forseti síðani 1998, tá hann tók við eftir Joao Havelange. Hann steig fyrstu ferð inn um dyrnar í FIFA í 1975. Fyrstu seks árini var hann tekniskur stjóri, áðrenn hann í 1981 gjørdist Aðalskrivar í FIFA. Tað var hann líka fram til 1998, tá hann á fyrsta sinni gjørdist forseti í FIFA. Hann var afturvaldur í 2002, 2007 og nú aftur í 2011. Hann hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram eftir hetta skeiðið. Hann hevur eisini verið fyri nógvum ákoyringum tey 13 árini hann hevur sitið sum forseti. Talan er um skuldsetingar um bæði fíggjarligt svik og undirhindsavtalur. Eisini kom hann í satt ódnarveður, tá hann helt fyri, at konufólk skulu spæla í stuttum og strømmum brókum. Mohammed Bin Hammam: 62-ára gamli katarbúgvin hevur síðani 2002 verið forseti í asiatisku fótbóltssamgonguni. Hann bleiv fyrr í ár afturvaldur. Hann er ein av teimum 24 liminum í “FIFA Executive Committee”, sum avgerð hvar HM endaspølini skulu verða. Hann valdi í ár at taka dystin upp við Sepp Blatter um forseta sessin í FIFA. Søgan sigur, at hann var ein av høvðusmonninum, sum tryggjaði Katar HM endaspælið í 2022. Fyri vikusíðan bleiv hann ákærdur fyri mutur og er í løtuni burturvístur úr FIFA. Av tí sama kundi hann ikki stilla upp til forsetavalið mikukvøldið. FSF umboð í Sveits: Trý umboð fyri FSF hava verið í Zurich til forsetavalið. Teir eru Christian Andreasen, FSF forseti, Virgar Hvidbro, aðalskrivari og Fríðin Ziskason, starvsnevndarlimur. FSF stemmaði upp á Sepp Blatter til forseta og stemmaði ímóti ynskinum hjá enska fótbóltssambandinum um at útseta forsetavalið. verður avgreitt. Tað er bara tað eina valevni og tí er ilt at fáa eyga á nakran annan vinnara enn Sepp Blatter, sum nú situr á 13. ári sum FIFA forseti. FSF atkvøður fyri Sepp Blatter og vísur honum somuleiðis stuð­ul sum FIFA forseti. – Vit stemmaðu upp á Sepp Blatter, sigur Christian Andreasen í telefonini úr Sveits, meðan hann er ávegis í ein flúgvara. Men hevur FSF ongar trupul­ leikar av at stemma upp á Sepp Blatter, sjálvt um tað er nógvar skuld­setingar mótvegis honum og FIFA? – Vit hava hvørki hoyrt ella sæð nøkur haldbar prógv fyri at nak­ að órættvíst er farið fram. Eg fái heldur ikki ákærurnar at passa, tí so skal Sepp Blatter hava hjálpt Mohammed Bin Hammam, sigur Christian Andreasen víðari. Tað eru eisini skuldsetingar frammi mót­vegis Katar um at teir hava keypt seg til HM endaspælið í 2022. – Um tað vísur seg, at okkurt óregluligt er farið fram, so ivist eg ikki í, at tað verður gjørt okk­urt við tað. Um so er, so stuðla vit sjálv­ andi eini slíkari kanning ella eini møguligari nýggjari atkvøðugreiðslu um HM endaspælið í 2022, sigur Christian Andreasen at enda. So við stuðli frá FSF og 185 øðr­ um fótbóltssambondum, er Sepp Blatter afturvaldur á fjórða sinni sum FIFA forseti. Hann lovar bót og bata og at allar skuldsetingar og ákærur skulu gjølla kannast. Sepp Blatter hevur eisini lovað, at hetta er seinasta valskeiði hjá honum sum FIFA forseti – hann hevur nú fýra ár at bjarga eftirmæli sínum. trondur@sosialurin.fo