fríggjadagur 3. juni 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
20
Sosialurin
Ítróttur
Rólant Waag Dam
Bólturin er rundur, og øll hugs
andi og óhugsandi fyrivarni
kunnu gravast fram. Men eftir
fyrru hálvfinaluna í steypa
kappingini, sum var millum KÍ
og Víking í Gøtu í kvøld, so er
eingin ivi um, at KÍ verður annað
liðið í finaluni, sum verður
spæld á Summarfestivalinum í
Klaksvík.
Úrslitið í Sarpugerði í kvøld
var 12-0 til KÍ, sum í hálvleikinum
var frammanfyri 7-0. Harvið er
seinna hálvfinalan, sum verður í
Klaksvík 2. hvítusunnudag, bara
avgreiðslusøk.
Stóri málskjúttin hjá KÍ í
kvøld var 15 ára gamla Eyðvør
Klakstein, sum fekk møguleikan
í álopinum, tí Sofía Purkhús var
upptikin av landsliðsvenjing
í flogbólti, og tískil ikki kom
á vøllin fyrr enn í 2. hálvleiki.
Eyðvør Klakstein skoraði fimm
mál – trý í 1. hálvleiki og tvey í 2.
hálvleiki! Ein annar av ungu KÍ
spælarunum, 16 ára gamla Maria
K. Thomsen, skoraði tríggjar
ferðir - allar tríggjar ferðirnar
í 1. hálvleiki. Líkindini at spæla
fótbólt í Sarpugerði vóru ikki so
galin í gjár.
AB á veg til Klaksvíkar
Nógv skal venda niður, sum nú
vendir upp, um AB kvinnurnar
ikki vera annar parturin í
steypafinaluni,
sum
verður
spæld á Summarfestivalinum í
Klaksvík.
Í øllum regninum og vind
inum í dag hevur AB verið á
Skála, har úrslitið í fyrru hálv
finaluni var 2-0 til AB. Støðan í
hálvleikinum var 1-0.
Elin Maria á Borg Isaksen
skoraði bæði málini. Tað fyrra,
tá ið ein hálvur tími var farin, og
tað seinna, tá ið 2. hálvleikur var
20 minuttir gamal.
Seinna hálvfinalan verður á
Argjum 2. hvítusunnudag.
Vík. - KÍ 0-12 (0-7)
0-1: Maria K. Thomsen
0-2: Eyðvør Klakstein
0-3: Eyðvør Klakstein
0-4: Maria K. Thomsen
0-5: Eyðvør Klakstein
0-6: Maria K. Thomsen
0-7: Rannvá B. Andreasen
0-8: Rannvá B. Andreasen
0-9: Eyðvør Klakstein
0-10: Eyðvør Klakstein
0-11: Rannvá B. Andreasen
0-12: Sigrid Jacobsen
Skála - AB 0-2 (0-1)
0-1: Elin Maria Isaksen
0-2: Elin Maria Isaksen
12-0 til KÍ!
Fótbóltur Steypakapping kvinnur:
Eingin ivi er um, at KÍ verður annað liðið
í steypafinaluni á Summarfestivalinum.
Eisini AB liggur væl fyri í svinginum
við einum 2-0 sigri á Skála
Tróndur Arge
FC Suðuroy liggur framvegis fremst
í 1.deild. Teir vóru í gjár á vitjan í
Runavík. Næstbesta liðið hjá NSÍ
hevur í ár staðið seg væl, men
seinastu umførini hevur liðið mist
stevið. FC Suðuroy vann dystin við
fýra málum móti ongum. Støðan
í hálvleikinum var 2-0 og tað var
John T. Poulsen, ið skoraði bæði
málini. Hann hevur nú skotið átta
mál í hesum kappingarárinum.
Móti endanum av dystinum øktu
David Asare og Teitur Tausen til
endaliga úrslitið 4-0.
NSÍ hevði ein gyltan møguleika
at koma inn í aftur dystin, tá ein tími
var leiktur. Runavíksingar fingu
brotsspark, men Hugues Namni
brendi. Løtu seinni fekk hann bein
leiðis reytt kort. FC Suðuroy liggur
fremst við 26 stigum.
Seks á rað á Argjum
Við sigri móti absolutta botnliðnum,
07 Vestur, hava argjamenn nú
vunnið seks dystir á rað. Dysturin
í Sørvági var 18 minuttir gamal, tá
Martin Olsen legði argjamenn á
odda. Tíggju minuttir fyri hálvleik
økti sami Martin Olsen til endaliga
úrslitið 2-0. Stutt fyri tíð var
Gunnar Haraldsen útvístur fyri AB,
men 07 Vestur brendi brotssparkið.
AB hevur við seks sigrum á rað lagt
trýst á oddaliðið FC Suðuroy.
TB vann í Gundadali
Tvøramenn vóru á vitjan hjá FC
Hoyvík, sum hósdagin tapti á
Argjum. FC Hoyvík kom á odda eftir
eitt korter við brotssparki, sum varð
gjørt móti Tony Rasmussen. Eyðun
Højgaard umsetti til mál. Leiðslan
helt sær bara í fýra minuttir, tá
Dmitrije Jankovic stútaði horna í
mál. Við seinasta sparkinum í fyrra
hálvleiki legði Tórur Mortensen TB
á odda eftir fríspark úr høgru.
Um miðjan seinna hálvleik økti
Aron Sørensen fyri TB eftir horna
í vinstru. Tjúgu minuttir fyri tíð
minkaði Tony Rasmussen um munin
við skoti uttanfyri brotsteigin eftir
horna. Seinstu løtuna av dystinum
trýsti FC Hoyvík, meðan TB vóru
vandamiklir upp á mótálop. Einki
mál kom afturat í dystinum, sum
also endaði við 3-2 sigri til tvøra
menn, ið framvegis liggja á triðja
plássi.
Skála vann tepurt á HB
Skála hálaði seg upp á fjórða plássið
við einum teprum sigri á HB, sum
var á vitjan í gjár. Einsamalla málið
í dystinum skoraði Markus Olsen
tíðliga í seinna hálvleiki. Skála
hevur ikki tapt síðani triðja umfar
og hevur vunnið fimm av teimum
seinastu seks dystinum. Sunnu
dagin skal Skála á vitjan á Argjum,
fáa teir eisini fult í tí uppgerðini,
so er ikki óhugsandi at Skála fer at
bjóða av í oddinum.
Víkingur vann greitt
EB/Streymur var á vitjan í Leir
vík hjá Víkingi. Bæði Kaj Leo í
Bartalsstovu og Erling Jacobsen,
sum báðir spældu við U-21 lands
liðnum týskvøldið, vóru við hjá
næstbestu
víkinginum.
Støðan
gjørdist ein greiður 6-0 sigur til
heimaliðið. Støðan var bara 1-0 í
hálvleikinum, men í seinna hálvleiki
skrædnaði hjá EB/Streymi. Ingi
Sørensen og Bárður J. Hansen skor
aðu tvey mál í part, meðan Andras
Mikkelsen og Ottar Olsen skoraðu
hvørsítt.
Fult umfar sunnudagin
Komandi sunnudag verður fult
umfar í landskappingini. Oddaliðið,
FC Suðuroy, er í Havn á vitjan hjá
HB. Á Argjum møtast tvey lið í
góðum stima. AB hevur vunnið seks
teir seinastu dystirnar, meðan Skála
hevur vunnið fimm av teimum seks
seinastu. TB fær í Hvalba vitjan
av Víkingi, í Gundadali tekur FC
Hoyvík móti NSÍ, meðan seinasti
dysturin er við Margáir, har 07
Vestur er á vitjan.
trondur@sosialurin.fo
Favorittarnir
vunnu á útivølli
Fótbóltur FC Suðuroy, AB og TB vunnu øll á útivølli í
gjár og tí er støðan í oddinum óbroytt. Við teprum sigri
hálaði Skála seg upp á fjórða plássið. 07 Vestur hevur
framvegis onki stig í botninum, meðan Víkingur, HB, FC
Hoyvík og EB/Streymur øll eru í niðurflytingarvanda
Mynd: Álvur Haraldsen
Mest sannlíkt er at KÍ og AB hittast í finaluni á Summarfestivalinum
Mynd: Álvur Haraldsen