Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Nú færri enn 48 tímar eru til fyrra dystin móti Luxemburg, er landsliðið í Vestmanna fyri at fyrireika seg. Av teimum 15 leikararunum, sum eru úttiknir til dystirnar, eru fleiri nýggj landsliðsandlit at síggja. Nakrir av hesum fingu sína “debut” í Írlandi í mars, meðan aðrir, m.a. málmaðurin Bartal Kamban og Hans Eli Sigurbjørnsson ikki hava verið á landsliðnum áður. Í mun til dystirnar í Írlandi við er Tróndur Kragesteen komin úr Danmark, har hann hevur í vetur hevur leikt í næstbestu deildini. At enda skal nevnast, at tað er gleðiligt at síggja Svein Justinussen aftur á landsliðnum. Sveinur hevur verið nógv darvaður av skaða seinastu árini, men nú gongur framá við tí og í teimum dystum, hann leikti við StÍF í vetur gjørdi hann stóran mun. Og so er spurningurin, um Heini Hanusarson verður við ella ikki, skrivar hondbóltssambandið á heimasíðuni. Fyrri dysturin er í Kollafirði leygardagin 4.juni klokkan 17:00 og tann seinni er í Vestmanna sunnudagin 5.juni klokkan 15:00. trondur@sosialurin.fo Hondbóltslandsliðið fyrireikar seg í Vestmanna A-landsliðið júst áðrenn venjingina í Vestmanna. Fremst frá vinstru: Ári E. Dam, Tróndur J. Kragesteen, Joen Pauli Høgnesen, Bjarti Hansen, Høgni Klein Olsen, Rógvi Sørensen, Dánjal Tórgarð, Áki G. Olsen, Bartal T. Kamban. Aftast frá vinstru: Dia Midjord,venjari, Niklas Reginsson, Emil Dam, Hans Áki Dal-Christiansen, Rúni Joensen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Hans Andrias Kristiansen, Tony H. Weyhe, Finnur Hansson, Sveinur Justinussen, Magnus Müller, Kári Nielsen, venjari. Tróndur Arge Hann dregur eitt sindur út í vinstru og smekkar til. Bólturin fer framvið Jákupi Mikkelsen í før­oyska málinum og rullar í netið – lort! 2-0 og klokkan vísur 87 minuttir. Enn eitt heiðurligt tap og tey hava vit fingið ov nógv av. Tey ótolnu reisa seg og fara til gongu móti bilinum. Søgan hevur enn eina ferð endurtikið seg og vit hava tapt, hugsa tey flestu. Ikki ein gongd fingu vit eitt mál og tey, ið eru komin langvegis frá, fáa eina enn longri ferð heim. Klokkan náddi akkurát ikki at fara um vanligu leiktíðina, tá bólturin verður sendur innfyri úr høgru. Fyrstur at skjóta er Jóhannis Joensen og inni í fimm metrinum stendur Uni Arge og prikar bóltin tað seinsta petti inn um strikuna. Sodan, eitt mál um ikki annað. Stóri pinnur er ikki meir enn komin tvær ferðir runt afturat, so fær Allan Mørkøre fatur á bóltinum. Hann vendur sær á og setur ferð móti málinum. Slovenska verjan sær ongan annan møguleikan enn at hála sterka klaksvíksingin niður. Einki at ivast í – fríspark! Tað tekur eina góða løtu at fáa frísparkið avgreitt. Slovenska liðið hevur varhugan av, at okkurt kann henda her og roynur av øllum alvi at gera ónáðir. Bæði Kurt Mørkøre og Uni Arge eru í hornatøkum við slovensku leikararnar. Eftir eina løtu er klárt. Róligur fer mað­urin við fýra talinum til bóltin og leggur hann sera neyvt og vakurt í málhorni. Øssur Hansen – tjóðarhetja á altjóða leik­ vøll­inum í heimbygdini. Enn ein minnilig løta hevur brent seg fasta í minni á øllum føroyskum fótbólts­ viðhaldsfólkum. Sama uppgáva – 11 ár eftir Tað er í dag skjótt 11 ár síðani, at føroyska landsliðið megnaði at fáa handan minniliga javnleikin á Svangaskarði. Verður Jákup Mikkelsen tøkur, verður hann ein­ asti maðurin, ið gongur aftur frá dystinum. Á bonkinum sat ein ungur toftamaður við navninum Fróði Benjaminsen, helst hevur hann liðskiparabandið um armin til dystin í kvøld. Nýggjur í hóp­ inum er B36 leikarin, Høgni Eystur­oy. Ein var ein av fleiri U-21 landsliðsleikarum, ið stóð seg væl á ovara vølli í Gundadali móti Norður­írlandi. Hann byrjaði tíðina sum fremherji hjá B36, men er síðani umskúlaður tile in frálíkan høgra bakk. Ikki fara heim ov tíðliga Ímynda tær at hava upplivað eina av minnisríkastu løtunum hjá landsliðnum, í einum bili áveg heim av Toftum, tí tú fór avstað ov tíðliga. Vit fáa helst ikki eins nógvar góðar løtur og onnur lond í altjóða fótbólti, men tær vit fáa eru altíð fantastiskar og minniligar. Tí er moralurin til dystin í kvøld – ikki fara heim fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð! trondur@sosialurin.fo Heri Simonsen Bláa Bylgjan og Giza FF skipa fyri bussferðum úr bæði Klaksvík og Havn, har fjepparar skulu stuðla landsliðnum saman Erna Torleifsdóttir Sigurðs­ son, forkvinna í Bláu Byljuni og Andrass Thomsen, formaður Í Giza FF ætla, at føroyska fót­ bólts­landsliðið veruliga skal merkja, at teir eru á heimavølli, tá teir skulu spæla EM-undan­ kappingardyst ímóti Slovenia í annaðkvøld klokkan 18.30. Skipað verður fyri buss­ ferðum, bæði úr Klaksvík, og úr Havn. Stigtakarnir úr Klaksvík og Havn vísa á, at hóast vit ikki eru á sama liði í gerandisdegnum, so er týdningarmikið at taka lógva­tak og stuðla felagsliðnum hjá øllum sonnum føroyskum fótbóltsfjepparum; nevnliga før­ oyska fótbóltslandsliðið. Bláa Bylgjan boðar frá, at fólk í Leirvík, Fuglafirði og Gøtu eisini eru vælkomin við út á Svangaskarð at stuðla lands­ liðnum. Fólk norðanfyri, sum ynska at sleppa við bussinum hjá Bláu Bylgjuni kunnu ringja telefonnr. 220222 ella 582882 og melda seg til. Bláa Bylgjan vónar, at onkur, sum eigur reyða andlitsmáling meldar seg til eisini. Tí sum er, so hava tey bara bláa og hvíta andlitsmáling. Tey sum melda seg til buss­ ferðina úr Klaksvík via Leirvík/ Gøtu fáa nærri at vita um klokku­tíðirnar tíðliga í morgin. Giza FF boðar frá at farið verður av Skálatrøð klokkan 17.15, og at túrurin kostar 100 krón­ur pr. persón. Tað ber til at melda seg til busstúrin hjá Giza FF á telefonnr. 737425, ella við at melda seg til á vangamyndini hjá Giza FF á Facebook. Minst til ikki at fara heim ov tíðliga Fótbóltur Tað eru tríggir minuttir eftir at vanligu leiktíðini í HM 2002 undankappingardystinum á Svangaskarði millum Føroyar og Slovenia. Milan Osterc hevur júst økt til 2-0 til gestirnar og vónin um stig er brostin. Teir næstu seks minuttirnir prógva tó. at alt ber til í føroyskum landsliðsfótbólti Bussferðir til Svangaskarð