Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64 22 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Ársins fyrsti FM kappróður verður í morgin á Norðoyastevnu. Sambært forsøgnini hjá DMI so kann roknast við góðum róðrarlíkindum. Hann boðar frá 5 til 10 metrum av útsynningi og frá turrum veðri. Úr Klaksvík verður sagt, at henda forsagnin boðar frá góðum líkindum bæði hjá teimum, sum skulu kappast og hjá teimum, sum ætla sær at hyggja at kappróðri. Í Klaksvík eru tey serliga spent upp á, hvussu tað fer at taka seg upp í kappingini millum 10-mannaførini. Tað eru bara tríggir luttakarar. Tveir teirra luttóku eisini í fjør. Tað eru Vestmenningur og Hoyvíkingur, sum Argja Róðrarfelag mannar. Eysturoyingur, sum vann FM í fjør, luttekur ikki. Tað er merkisvert, at eingin av gulu bátunum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ fer at rógva á Norðoyastevnu. Triði báturin í kappingini millum 10-mannaførini er Klaksvíkingur, og millum vertirnar er stóri spurningurin, hvussu tað hesa ferð fer at hilnast hjá flaggskipinum í heimasjógvi. Tað hevur verið langt millum sigrarnar hjá 10-mannafarinum í Klaksvík, og serliga langt hevur verið millum sigrarnar á Norðoyastevnu. Tað eru 41 ár síðani, at klaksvíkingar seinast fagnaðu teirra 10-mannafari eftir sigur í heimasjógvi. Bara tvær ferðir hevur Klaksvíkingar verið fremstur á Norðoyastevnu seinastu 60 árini. Felags fyri báðar ferðirnar var, at sigrarnir vóru vunnir í nýggjum báti. Nýggjur Klaksvíkingar vann í heimasjógvi í 1958, og aftur í 1970 vunnu klaksvíkingar í nýggjum báti. Hesa seinnu ferðina var talan um unga manning, ið óvæntað vann á Skálabátinum, sum árini frammanundan hevði verið stinnur og tískil var favorittur. Hann vann eisini FM hetta árið. Hóast tað eru 41 ár síðani seinasta søta sigurin í heimasjógvi, so minnast kappróðraráhugaðir klaksvíkingar framvegis, hvørjir teir vóru, sum togaðu 10-mannafarið at vera fyrst á mál á Norðoyastevnu í 1970. Formaður var Torleif Sigurðsson, sáli. Hann var 24 ára gamalur og elsti maður umborð. Hinir vóru Martin Jacobsen, sum stýrdi, og so Kjartan Thomasen, Einar Thomasen, Karl Jákup Petersen, sáli, Petur Hans Poulsen, Olli Johannesen, Hanus Hansen, Jákup Sørensen, John Danielsen og Svenning Eysturdal. Umframt á Norðoyastevnu vunnu teir eisini í Sørvági og í Vági. Eingin teirra, sum í morgin fara at gera eina roynd fyri at sleppa burtur úr 41 ára longu oyðimarkagongdini á Norðoyastevnu, var føddur, tá ið Klaksvíkingur vann í 1970. Men teir flestu hava nógvar royndir sum rógvarar. Teir vóru við Klaksvíkingi at vinna FM í 2006 og aftur í 2009. Tað var nær við, men hvørga hesa ferðina eydnaðist tað at vinna á Norðoyastevnu. Eysturoyingur vann báðu ferðirnar. Klaksvíkingar ætla sær at vinna, men teir ásanna, at talan verður um harða kapping. Vestmenningur var drúgvur í fjør, tá ið hann var eitt stig frá FM heitinum, og úrslitið á Ólavsøku boðaði frá, at vestmenningar ætla sær upp aftur meiri í ár enn silvur í FM kappingini. Á Ólavsøku var kappingin millum Eysturoying og Vestmenning sera tøtt, og á málinum var Vestmenningur minni enn hálvan skutin undan gula bátinum. Havnarbáturin er mest vinnandi báturin í FM kappróðri. Síðani hann vann FM í 2008 hevur so at siga einki verið at sæð til hvíta bátin við drekastevninum, sum heldur ikki er við í ársins fyrstu FM kapping. Nógvir ungdómar Luttøkan í FM kappingini millum størru bátarnar er ikki stór: trý 10-mannafør og fimm 8-mannafør. Millum 8-mannaførini er Argjabáturin, sum í fjør var einaráðandi. Manningin í ár er fyri tað mesta tann sama, sum var so sannførandi í fjør. Seinnu árini hava 6-mannaførini við monnum verið fleiri enn størru bátarnir, og soleiðis er tað eisini í ár. Á Norðoyastevnu bjóða sjey 6-mannafør við monnum seg fram í kappingini, sum Páll Fangi vann í fjør. Páll Fangi luttekur ikki í ár, tí manningin er flutt umborð á Klaksvíking. Fleiri av teimum, sum í fjør vunnu FM, hava ikki boðað frá luttøku á Norðoyastevnu í ár: Eysturoyingur, Páll Fangi við monnum, Erla Kongsdóttir við kvinnum og Sølmundur við kvinnum. Meðan luttøkan ikki er stór millum tey eldru, so eru tað nógvar ungar manningar, sum bjóða seg fram: 14 dreingjamanningar, 8 gentumanningar, 10 gentumanningar í barnaróðrinum og 8 dreingjamanningar í barnaróðrinum. Stórur spenningur í Klaksvík Kappróður: Stóri spurningurin millum ítróttarhugaðu vertirnar fyri Norðoyastevnuni er, um tað í morgin fer at eydnast at gera enda á 41 ára longu oyðimarkagongdini hjá Klaksvíkingi Barnaróður gentur 04 Blikur 05 Pílur 06 Tambar 07 Royndin Fríða 08 Ørnin 09 Kollur 10 Jallurin 11 Hulda 12 Havfrúgvin 13 Firvaldur = 10 bátar Barnaróður dreingir 05 Fípan Fagra 06 Firvaldur 07 Frúgvin 08 Havfrúgvin 09 Royndin Fríða 10 Teistin 11 Tambar 12 Spógvin = 8 bátar 5-mannafør dreingir 02 Fípan Fagra 03 Royndin Fríða 04 Frúgvin 05 Firvaldur 06 Pílur 07 Sílið 08 Erla Kongsdóttir 09 Blikur 10 Teistin 11 Drekin 12 Svanur 13 Havfrúgvin 14 Sandingur 15 Jallurin = 14 bátar 6-mannafør kvinnur 07 Herningur 08 Jarnbardur 09 Hvessingur 10 Gongurólvur = 4 bátar 5-mannafør kvinnur 06 Jallurin 07 Beinta 08 Falkur 09 Junkarin 10 Teistin 11 Blikur = 6 bátar 5-mannafør gentur 05 Spógvin 06 Teistin 07 Hvassi 08 Drekin 09 Erla Kongsdóttir 10 Falkur 11 Beinta 12 Sílið = 8 bátar 6-mannafør menn 06 Smyril 07 Víkingur 08 Lómur 09 Riddarin 10 Tvørábáturin 11 Skúgvur 12 Húsfrúgvin = 7 bátar 8-mannafør 07 Miðvingur 08 Ørvur 09 Nevið Reyða 10 Argjabáturin 11 Kvívíkingur = 5 bátar 10-mannafør 08 Hoyvíkingur 09 Klaksvíkingur 10 Vestmenningur = 3 bátar Mynd: Jens Kristian Vang