fríggjadagur 3. juni 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
Sosialurin
miðlahúsið í Vágsbotni
Eik skipar fyri áhugaverdum og
upplýsandi tiltøkum um, hvussu tú kanst
fáa peningin at røkka longri við at hava
betri innlit í títt fíggjarlív og betri yvirlit
yvir tínar nýtsluvanar í gerandisdegnum
Visti tú, at um tú keypir ein kopp av kaffi um
dagin, kanst tú lættliga brúka upp móti 10.000
krónum um árið upp á kaffi?
Tú hugsar kanska ikki um tað í
gerandisdegnum, men leggur tú øll tíni
smákeyp saman, kann tað vísa seg at blíva
nógv tilsamans. Kanska so nógv, at velur tú
okkurt frá, kanst tú t.d. spara saman til eina
uttanlandsferð.
”Kundaráðgevar okkara uppliva javnan, at
sjálvt smáar broytingar í dagligdegnum hjá
kundanum, kunnu geva væl størri fíggjarligt
rásarúm. Tað krevur bara, at tú verður meira
tilvitað/ur um tínar nýtsluvanar.” sigur Marjun
Eystberg, økisleiðari í Eik.
Tí skipar Eik nú fyri tveimum tiltøkum við
íblástri, góðum ráðum og amboðum til títt
fíggjarlív. Tiltøkini eru ætlað øllum, sum fegin
vilja hava góð ráð um, hvussu ber til at fáa
betri innlit í og betri yvirlit yvir egna- og
familjunýtsluna.
Eitt nú fer Erika Hayfield, ið hevur eina Phd í
brúkaramentan, at greiða frá týdninginum av at
kenna sín egna brúkaraatburð. Á tann hátt kann
ein gerast ein meira tilvitaður og kritiskur
brúkari.
Hannelena Jacobsen og Bente Kjær, ið standa
aftan fyri bóklingin “Tann góði matpakkin” hjá
Fólkaheilsuráðnum, fara at geva góð ráð um
matvanar og daglig innkeyp.
Eisini fara kundaráðgevar í Eik m.a. at vegleiða
í at leggja fíggjarætlan.
Fyrra tiltakið verður mánakvøldið 30. mai í
Løkshøll í Runavík og seinna tiltakið verður
mánakvøldið 6. juni í Miðlahúsinum í Havn.
Bæði tiltøkini byrja kl. 19.30 og enda kl. 21.30.
Hvar fara pengarnir?
Neyðugt er ikki
við tilmelding og
øll eru vælkomin
Varaleiðari til Burger King
og Sunset Boulevard
Vit mangla tveir varaleiðarar, ein til
Sunset Boulevard og ein til Burger King
Vilt tú verða við til at leiða størstu matstovuna í landinum,
taka ábyrgd og arbeiða í skiftandi vaktum?
Hetta bjóða vit tær, umframt eina góða løn.
Send teldupost til okkum á hj@sms.fo
Tú ert eisini vælkomin at støkka inn á gólvið
Starvslýsing
Sosialurin 341800