fríggjadagur 3. juni 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 3. juni 2011
12
VIKUSKIFTI
Børnini skriva
Hugsa heldur um steypið
Las eina ferð eina okkurt um
fýra túsund ára gamla kinesiska
yrking. Yrkjarin, minnist heldur
ikki, hvussu hann kallaðist, lá ein
góðan summardag undir einum
stórum træi, leyvið skróvar í
lýggja lotinum, hann drekkur vín,
meðan hann grundar djúpt um
gentuna, hann hevur hug á, uttan
at hon veit tað, og um onnur
lívsins ítøkiligu virði.
Tað var okkurt, minnist eg
enn so nógv ár seinni, lívsjáttandi
við hesari yrking, hóast hon í
fyrsta umfari tóktist rættiliga
einføld og gerandislig, ja, næstan
banal.
Hetta bara at liggja undir
einum træi ein yrkadag á
hásumri og drekka vín og
hugleiða, betur og størri fyri
hvønn sopa úr svalligu krukkuni.
Slíkt var góðtikið í tí
hámentaða Kina fyri fleiri túsund
árum síðani.
Minnist tíverri ikki, hvar eg
sá og las hesa yrking, so eg finni
hana ikki aftur beint nú.
Ein lorta ósíður ikki at leggja
sær slíkar bókmentaperlur til
viks, so altíð ber til at leita til
teirra aftur, tá sinnið er svart, og
tað er tað ofta. Okkurt er eisini
hjá William Heinesen, sum eg
væl kundi hugsað mær at havt
innan fyri armlongd.
Tori illa at hugsa um, hvat
fólk høvdu hugsað og sagt, tá tey
vóru farin framvið, um eg legði
meg undir eitt træ í Viðarlundini
í Havn at grunda ein mikudag
saman við einari fløsku av víni.
Tað ber jú heldur ikki til, tí
mikudagar eri eg til arbeiðis.
Skróv. Einki ljóð er so sissandi
og øsandi í senn sum skróvandi
leyv. Áartutl til dømis sissar bara.
Annars eru vit vorðin so von
við óljóð og gang alla tíðina, at
vit ræðast tøgnina og skróvandi
leyv. Vit missa næstan fótafestið,
tá vit uttan ávaring renna okkum
í eina tøgn og einki hoyra uttan
okkara egna tinnitus.
Eg minnist, tá eg var á lítlu
avbyrgdu oynni Foula í Hetlandi
í arbeiðsørindum. Eg gekk eftir
smala vegnum, sum er millum
býlingarnar á oynni. Við eitt
varnaðist eg, hvussu kvirt, har
var. Onkur fuglur, gamaní, annars
einki, púra einki ljóð. Eg steðgaði
og tendraði upptøkutólið. Ætlaði
at taka upp tøgnina, nakrar
minuttir, og kanska brúka hana
í sendingini um Foula. Tá eg
kom heim aftur, hoyrdist einki.
Sjálvandi, tí tøgnin hoyrist ikki.
Men tað var ikki tað. Har var
eingin upptøka av tøgnini. Havi
helst gloymt at trýsta á seinna
knøttin, sum setur tólið í gongd
at skráseta ljóð ella tøgn. Ella
er okkurt yvirnátúrligt hent.
Ella okkurt annað. Upptøka var
eingin.
Løtan við tøgnini har á
Foula var so mikið sterkari, tí
beint frammanundan koyrdi
fróðarmaðurin og einbúgvin
Eric, sum eg hevði eina frálíka
samrøðu við og tá riggaði tólið
tíbetur, hann koyrdi meg á
sínum buldrandi traktorhvølpi til
skúlan, har eg tosaði við læraran,
og haðani fór út á smala vegin at
spáka, út í kvirruna.
Men ófriður, óljóð og gangur
tað mesta av samdøgrinum eru
vorðnar treytirnar hesu megin
deyðan í øllum førum. Slíkt
sum náttarfriður til dømis er
ikki nakar sjálvsagdur rættur
longur. Rættin hava tey, sum ikki
noyðast fram um morgunin.
Noyðist her at endurtaka
meg sjálvan um gravsteinin, eg
sá í Kinsale í Írlandi. Á honum
stendur Peace, perfect Peace.
So, sum sagt, at liggja við
einari fløsku av góðum reyðum
víni undir einum skróvandi
træi og grunda, filosofera, sum
kinesiski yrkjarin gjørdi, tað er
lívið, sum so fáum er unt. At
yrkja dugi eg ikki, so tað verður
harvið. Men at hugsa væl eftir
eitt ella tvey gløs av víni dugi eg
enn. Bæði í tøgn og í meldri.
Olympiskt makrelfiskarí
í periodum hava eg tó onga
meining um.
Skróv
Umafturafturum
høgni djurhuus
Plagar at vera pápin,
sum er ivamálið
Bergman var ikki sonur mammu sína
portal.fo
Ruddið forsíðuna!
Útstykking í Kollafirði –
10 nýggj grundøki
vagaportal.fo
Ella nei...
B36 eru sera væl fyri beint jú
nordlysid.fo
Men tað er heldur
ikki nakað krav
Jógvan velir ikki Jógvan
Sosialurin
Nýggj fronsk stavseting
Skúlarnier verða framvegis tveir
Sosialurin
Líka frætt sum eitt landsstýri
U-21 landsliðið á Tinganesi
Portal.fo
Juhu
Grikkar fáa ein pakka afturat
Portal.fo
Nógv broyttur
Fode kennir seg ikki aftur
Dimma
Ger Heðin til kong
Vil hava alla Streymoynna upp í Havn
Sosialurin
ranga
í
strúpan
Sosialurin hevði í farnu viku grein um barnagarðin á Sandi, sum nú
letur fyrri upp, so at foreldur kunnu hava møguleikan at fara til
arbeiðis á meginøkinum klokkan 8. Antin hevur onkur verið tíðliga
uppi tann morgunin, ella eru børnini á barnagarðinum sloppin
upp í part í greinaskrivingini. Í øllum førum megna vit ikki at lesa
myndatekstin til greinina.
Farna vikuskifti vann FC Barcelona finaluna í Champions League fótbóltskappingini. Barcelona var betra liðið og hevði fult uppiborið
sigurin. Men tað mann tykjast eitt sindur undarligt hjá United-verjuspælaranum Nemanja Vidic at verða fangaður soleiðis av
myndatólunum í avgerandi løtuni, tá ið Messi skoraði til 2-1. Kanska skuldi Vidic hugsa minni um sína egnu útgerð og meira um
steypið, sum hann ætlaði at vinna.
– Hví sært tú so keddur út?
– Konan hjá mær skal til USA í tvær vikur.
– Jamen, tað skalt tú ikki verða keddur av.
– Jú, tí annars fer hon ikki avstað.
Maðurin skundaði sær til læknan,
tí hann hevði fingið eitt sár á fingurin.
– Tað var gott, at tú komst so skjótt,
segði læknin við mannin.
– Hví?
– Tí um tú hevði bíðað til í morgin,
so hevði tú ikki havt nakað sár.
– Kanst tú ikki skaffa soninum hjá mær eitt arbeiði,
tá ið tú kemur í býráðið.
– Jú, hvat ger hann?
– Einki.
– Fínt, so sleppa vit frá at umskúla hann.
Góða ferð
Av, av!
Arbeiði til sonin