Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 3. juni 2011 14 VIKUSKIFTI Smágentur í fimm til tólv ára aldri verða seldar múgvandi monnum í Saudiarabia, har tær fáa ein gerandisdag sum sextrælir hjá harra sínum. Tá genturnar eru kynsbúnar, verða tær rendar á dyr og enda í flestu førum sum skøkjur Smágentur enda sum sextrælir hjá saudiarabiskum ríkmonnum Sextrælir Árni Joensen arni@sosialurin.fo Barnafelagsskapurin Redd Barna í Noregi og Svøríki vil hava norskar og svenskar ráðharrar at taka málið um sextrælahaldið upp, tá teir hitta sínar saudiarabisku starvsbrøður. Somu áheitan hevur felagsskapurin sent norskum og svenskum vinnufyritøkum, sum hava samhandil við Saudiarabia. – Tað kom ikki óvart á meg, tá eg frætti, at smágentur verða seldar monn­um í Saudiarabia og øðrum lond­um har um vegir. Vit vita, hjúnar­ lag millum menn og børn er rættiliga van­ligt og eisini viðurkent har, sigur Sanna Johnson, sum er leiðari fyri Mið­ eysturdeildini hjá Redd Barna í Svøríki, við norska blaðið Aften­posten. Skjøl, sum Wikileaks hevur, og sum norsku bløðini Aftenposten og Bergens Tidende hava fingið at­gongd til, avdúka, hvussu eitt væl skip­að mannasmuglarakervi útvegar áhug­ aðum arabiskum keyparum gentur í vesturafrikanska landinum Mauritania. Amerikonsku diplomatarnir, sum hava skrivað skjølini, skriva eisini, hvussu fleiri túsund gentur í Jemen verða fluttar av landinum og seldar ríkmonnum í lond­unum við Persaflógvan. 7. april 2009 Hendan dagin hitti ein av teimum amerikonsku diplomatunum í mauritanska høvuðsstaðnum Nouakchott eina kvinnu. Dagin eftir skriv­ar diplomaturin uttanríkisráðnum í Wash­ington eina frágreiðing. Hann byrj­ar hana soleiðis: – Tað koma støðugt fleiri frá­greið­ ingar um, hvussu blaðungar gentur verða seldar hiðani til Saudiarabia. Tær flestu genturnar eru millum fimm og tólv ára gamlar, og í Saudiarabia verða tær giftar múgvandi monnum. Í veruleikanum verða genturnar longu frá fyrsta degi sextrælir hjá sínum monn­um. Kvinna, sum kom at tosa við amerikanska diplomatin í Nouakchott, eitur Aminetou Mint El Moctar. Av sínum eintingum hevur hon tikið stig til eitt átak, sum skal fáa myndugleikarnar í Mauritania at taka trupulleikan við gentuhandlinum í álvara. Hon hevur skrivað myndugleikunum brøv, men hevur ikki fingið nakað svar, og tí gjørdi hon av at biðja amerikanararnar taka málið upp á altjóða pallinum. Tí valdi hon at fara inn á amerikonsku sendistovuna, og har hitti hon endiliga ein, sum var sinnaður at lurta eftir sær. Nógvir pengar Aminetou Mint el Moctar greiðir frá, at ein av mannasmuglarunum vitj­ar fátækar familjur í Mauritania og eggjar teimum til gifta tær ungu døtur­nar burtur til múgvandi menn í Saudiarabia. Tess yngri genturnar eru, tess betri prís vilja keypararnir lata fyri tær. Gjaldoyrað í Mauritania eitur ouguiya, og ofta lata teir ríku saudi­arabararnir einar fimm milliónir ouguiya fyri eina gentubrúður. Í okkara pengum svarar tað til góðar 100.000 krónur. Prísurin verður ásettur eftir aldri og útsjónd, og teir mauritonsku millum­menninir fáa eina ávísa sam­ sýning frá keyparunum. Tá handilin er avgreiddur, átaka lokalar ferðaskrivstovur, sum menn­ iskja­smuglarar eiga og reka, sær at flyta genturnar til Saudiarabia. Í skjalinum hjá amerikanska diplo­ matinum í Nouakchott stendur eisini, at so skjótt tær mauritonsku genturnar koma til Saudiarabia, eru tær frá fyrsta degi sextrælir hjá sínum monnum. Aminetou greiddi honum frá, at tá gent­urnar gerast kynsbúnar ella gerast við barn, missir maðurin áhugan fyri teim­um. – Tær verða heilt einfalt tveittar út á gøtuna, og eftir sum tær ikki hava kenningar ella skyldfólk har, hava tær ikki annað í at velja enn at arbeiða sum skøkjur. Innistongdar Starvsmenn á amerikonsku sendistovuni vita at siga frá einari gentu, sum var stongd inni í einum rúmi í samfull trý ár, og at hesa tíðina sá hon ongan utt­an mannin og ein tænara hansara. Í frá­greiðingini vísa teir eisini á eina Jemen, sum er grannaland hjá Saudiarabia, hevur ovurstórar trupulleikar við sex-ferðavinnu og meniskjahandli. Altjóða samfelagið fekk av álvara eyguni upp fyri hesum, tá tann 12 ára gamla Fawzia Abdullah Yousef doyði í barsilssong tann 11. september í 2009. Tað kom fram, at hon hevði verið gift í eitt ár, og at maðurin var 25 ára gamal. Í einari frágreiðing, sum amerikanska sendistovan í jemenska høvuðs­staðnum Sanaa hevur skrivað, stendur, at umleið 25 prosent av gentunum har verða giftar, áðrenn tær fylla 15 ár. Í einari aðrari frágreiðing skriva amerikonsku diplomatarnir, at á hvørjum ári fara fleiri túsund børn um markið úr Jemen til Saudiarabia, har tilveran er merkt av ágangi og hørðum livikorum. Tað er eitt væl kent loyndarmál í Jemen, at múgvandi ferðafólk fara úr londunum við Persaflógvan til Jemen at keypa sær sexuellar tænastur, og at ungar gentur arbeiða sum skøkjur har í samstarvi við hotellini. Sex-ferðavinna