Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 3. juni 2011 15 VIKUSKIFTI sending í franska útvarpinum Radio France International um ta sjey ára gomlu Mulheri, sum bleiv keypt og seld til Saudiarabia. Oman á ta syndarligu lagnuna sum sextrælir hjá monnum sínum eru tær mauritonsku genturnar í stórum vanda fyri at enda í fongsli í Saudiarabia, tá menn­inir ikki hava áhuga fyri teim­um longur. Aminetou Mint El Moctar greiddi teimum amerikonsku diplomatunum frá, at umleið 30 mauritanskar kvinnur hava fingið fongsuls­revsing í Saudiarabia fyri at hava arbeitt sum skøkjur, sjálvt um tað í veru­leikanum var ein avleiðing av menn­iskjahandli. Í mong ár hava myndugleikarnir í Mauritania sýtt fyri at viðurkenna trupul­leikan. Ein umboðsmaður fyri mauritanska løgmálaráðið hevur vissað amerikonsku diplomatarnar um, at tað er eingin handil við kvinnum har í landinum. Hann sigur eisini, at tað ber als ikki til at senda gentur ella kvinnur til Saudiarabia, tí eftir lógini kunnu kvinnur ikki ferðast uttan saman við einum skyldmanni. Drápshóttanir Sambært frágreiðingini hjá ameri­ konsku sendistovuni í Nouakchott hev­ur Aminetou Mint El Moctar greitt diplo­matunum frá, at hon hevur fingið dráps­hóttanir, og at hon verður umrødd sum ein landasvíkjari, sum oyðileggur um­dømið hjá Mauritania. Í fjør heiðraði amerikanski uttan­ ríkis­ráðharrin, Hillary Clinton, Aminetou Mint El Moctar fyri hennara ar­beiði ímóti menniskjahandli og fyri at varpa ljós á trupulleikan við, at blað­ ungar mauritanskar gentur verða seldar til hjúnarlag. USA almanakunnger á hvørjum ári eina frágreiðing um menniskjahandil í øllum heimsins londum, og í frá­ greiðingini fyri 2010 stóð Saudiarabia ovast á listanum. – Nógvir saudiarabar, teirra mill­um fleiri umboð fyri stjórnina, vilja fram­ vegis ikki viðganga, at menn­iskja­handil fer fram í landinum, og at kynsligur ágangur er partur av hes­um handli, skrivar amerikanska uttan­ríkis­ráðið í 2010-frágreiðingini um menniskja­ handil. Afturlatið land Sanna Johnson í svensku deildini av Redd Barna hevur skrivstovu í Beirut, og har skipar hon fyri arbeiðinum hjá felags­skapinum í Miðeystri. Men Saudi­arabia er ein trupulleiki, tí myndug­leikarnir vilja ikki loyva óheft­ um felagsskapum inn í landið, og har­ afturat er almenna skipanin har sera afturlatin. – Vit vita, at tænastufólk og børn, sum arbeiða, hava at kalla eingi rættindi í Saudiarabia. Samstundis vita vit, at kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, hava fingið starv á sjúkrahúsum til at taka sær av kvinnum, sum koma hagar við tí trupulleikanum. Tað sigur okk­um, at kongshúsið ásannar, at trupul­leikin er har, sigur Samma Johnson við Aftenposten. – Tað eru viðurskifti, sum vit ikki kunnu góðtaka. So sum hjúnarlag við børn, og tað mugu vit gera vart við. Eg haldi, at stjórnirnar í Svøríki og Noregi eiga at taka hesi viðurskiftini upp við sínar saudiarabisku starvsbrøður, tá høvi býðst. Á sama hátt eiga privat vinnu­feløg at taka málið upp, tá tey hava samband við síni viðskiftafeløg í Saudi­arabia, sigur Hanna Johnson. Broyttur hugburður Tey seinastu árini hava verið tekin um, at hjúnarlag við børn er vorðið kjakevni í Saudiarabia. Nógvir saudiarabar taka frástøðu frá tí, og landsins fjølmiðlar hava eisini umrøtt nøkur dømi. Í 2008 sýtti ein dómari í býnum Nejd fyri at ógilda eitt hjúnarlag ímillum eina átta ára gamla gentu og ein mann, sum var í fimtiárunum. Men í apríl árið eftir endaði hægstirættur hjúnarlagið við at góðkenna hjúnarskilnað. Sama árið upploysti ein dómtólur í býnum Bisha hjúnarlagið millum eina 14 ára gamla gentu og ein 70 ára gamlan mann. Eitt annað dømi um ein broyttan hugburð er, at saudiarabiska manna­ rættindanevndin hevur ógildað eitt hjúnarlag millum eina 10 ára gamla gentu og ein 60 ára gamlan mann, og í januar í 2009 fekk ein 11 ára gomul genta viðhald, tá hon vildi sleppa burt­ ur úr hjúnarlagnum við 75 ára gamla manni sínum. Tað tekur tí at broyta gamlar siðir. Saudiarabiskar kvinnur liva eitt lív í myrkri, og í tí dulda liva smágentur, sum verða keyptar úr øðrum londum til at virka sum sextrælir hjá múgvandi monnum Náttarmynd úr saudiarabiska høvuðsstaðnum Jeddah Fakta Kring heimin eru meiri enn 60 milliónir gentur undir 17 ár giftar monnum, sum í nógvum førum kundu verið abbi ella langabbi teirra. Mett verður, at umleið 25.000 børn verða gift eldri hjúnarfelaga um dagin, og heldur hetta fram, verða umleið 100 milliónir børn gift eldri tey næstu tíggju árini. Kanningar hava staðfest, at hjúnarlag á ungum aldri økir vandan fyri ymsum trupulleikum og deyða í sambandi við barnsburð. Í nógum fátækum londum er júst barnsburður tann mest vanliga deyðsorsøkin millum ungar gentur. Kelda: Aftenposten Kelda: Care