fríggjadagur 3. juni 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 3. juni 2011
16
VIKUSKIFTI
6. partur
Albert Isfeld
post@sosialurin.fo
Fríggjadagin 18. juni
Suðureftir – føðingardagur
og countryball (bygdaball)
Veðrið gerst heitari jú longur suður vit
koma, men ikki so heitt, at tað gert óbe
hagiligt enn.
Vit gera steðg í lítlum býi her í North
Carolina, sum kallast Emporia. Her
finna vit eina restauratón og fáa vit ein
bita at eta. Vit leggja nú til merkis, at
málið er blivið suðurstatsamerikanskt
– málið kennist eitt sindur bleytari og
tey eyðkendu amerikansku r´ini eru at
kalla burtur.
Aftaná at vit øll eru mett og væl sett,
fara vit víðari suður gjøgnum alt North
Carolina, sum at kalla alt er skógarland,
í hvussu er framvið motorvegnum.
Koma nú inn í South Carolina og
halda leiðina fram móti býnum Florens,
koyra nakað suðurum býin og fáa her
eitt motel, sum kallast Ramada og
liggur við eina plantagu, sum kallast
Yong's Plantation, og nú hoyrist tað
eyðkenda suðurstatsmálið alla staðni
– sera charmerandi og fólk her, eins
og allastaðni vit hava verið í USA eru
fólk blíð og hjálpsom.
Tá vit hava innstallerað okkum, fara
vit inn í pubbina, eitt sera hugnaligt
og bygdasligt stað við øllum tí ið har
hoyrir til. Eg havi eina fatan av, at eg
eri settur eitt sindur aftur í tíðina – føli
meg sum í 1950unum.
Nakað seinni á kvøldið er karaoke í
pubbini og vit fara til hetta fyribrigdi,
sum gongur uppá at man velur ein sang
og fær musikk og tekst at syngja eftir.
Tað, vit ikki vita, er, at vit eru endaði
í einum 68 ára føðingardegi hjá Jerry.
Kona Jerry kemur yvir til okkara at
siga okkum, at vit eru vælkomin at
vera við í føðingardegnum, og at vit
bara skuldu fáa okkum av matinum,
sum var borðreiddur á borðum framvið
vegginum, og tað sum vit vildu hava í
barrini – sera fitt og fryntlig fólk.
Hon og Gerry vóru gift fyri 6 mán
aðum síðani, hon hevði áðrenn verið
gift við øðrum manni í 44 ár, sum doyði
frá henni.
Vit vóru nú mitt í einum countryballi
og countrymusikkurin bleiv sungin av
fleiri av føðingardagsgestunum – nøkur
vóru heilt góðir sangarar – og vit fingu
at vita, at hvønn fríggjadag vóru tey til
karaoke í hesi pubb, og var tað kanska
grundin til at fleiri av teimum sum
sungu, vóru so góð.
Leygardagin 19. juni
Savannah, høvuðsbýurin í Georgia
Eru nú ávegis til Savannah, staðarnøvn
ini, sum øll at kalla vóru bretsk, eru nú
í onkrum føri her úti á »countryside«
eisini indiansk. Landslagið er tað sama
– nógvur skógur og nakað av landbrúki
síggja vit eisini.
Savannah er lættur at koyra inn í,
hann er ikki so fløktur – er bygdur yvir
eitt net av kvadratum og rektanglum,
og er býttur upp í íalt 22 parkir ella
»Squeres«, so hann er lættur at finna
runt í.
Hann er týdningarmesti býur
í Georgia, og búgva 132.000 fólk í
býnum.
Tað vóru bretar við James Edward
Oglethorpe á odda, sum fingu loyvi
frá bretska konginum at stovnseta
koloniina Georgia í Amerika sum tann
13. koloniin hjá bretum.
Býurin er í at kalla øllum miðbýnum
lágur við bygningum frá tveimum til
fýra hæddir og virkar soleiðis heilt
óamerikanskur, ja nakað sum ein
bretskur býur. Sum áður nevnt eru grøn
øki, 22 íalt, sum eru vælskipað og vøkur
við stórum eikitrøum, eitt sera vakurt
mynstur...
Framvið Savannah ánni eru havna
byggingar við victorianskum bygningum
við pubbum og gistingarhúsum og
gomlum pakkhúsum – man býar bara
eftir, at Long John Silvur kemur gang
andi við sínum træbeini – sera spenn
andi havnakvarter.
Eftir ánni sigla tey stóru bingjuskipini
fullfermd við bingjum framvið, tað er
The land
of the free
The south Koyra nú gjøgnum Virginia og seta okkum fyri
at náa eitt langt strekki í dag og rokna við at koyra alt
Virginia, North Carolina og inn í South Carolina
Amerikatúrur 7. til 30. juni 2010
Eimskip við bryggju
Við Havnalagið í Savannah