fríggjadagur 3. juni 2011síða 49
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 3. juni 2011
17
VIKUSKIFTI
sum tey sigla mitt í býnum, so nær eru
tey, nú vit ganga á høvuðsgøtuni.
Við kajina liggja einir tveir flod
damparar, tann eini við hjóli í hekk
uni til framdrift og tveimum damp
skórsteinum í hvørjum borðinum
– hetta gevur dám av »The deep South«
og sangleikinum »Showboat« við Ava
Gardner og Howard Keel.
Sunnudagin 20. juni
Savannah fráferð
á veg til St. Augustin
Dagurin verður brúktur til at koyra
langt, tí vit skulu náa nakað langt
suður í Florida. Vit náa San Augustin
um kl.8.00 um kvøldið og veðrið er
av tí besta – heitt, umleið 35 hitastig
og stilt. Hotellið, vit búgva í, minnir
um øll hini, tað er reint og nosligt
allastaðni og morgunmaturin er tann
sami – gjøgnumstandardiseraður t.v.s.
keðiligur, men kann etast. Bestikkið er
allastaðni plastikk so tað er onki hotel
kent yvir tíð, sum allastaðni er tæn
asturnar i ordan og fólkini eru sera blíð
og fyrikomandi.
Vit eru øll troytt av koyring, og fáa
okkum eitt glas av reyðvíni, og so til
songar.
Mánadagin 21. juni
Býurin St. Augustin
Vit koma inn í býin um kl. 15.00 seinna
part. Býurin er grundlagdur í 1565 av
spaniólum, og vóru tað teir, sum bygdu
stóra skansan Castillo de san Marcos,
sum liggur miðskeiðis í býnum út móti
sjónum við kanónum rættaðum tann
vegin, um bretar skuldu komi fram
við.
Og tað hendi so ein skjønnan dag at
teir gjørdu álop og fólkið alt í býnum
bleiv savnað í stóra skansanum at blíva
vard.
Bretar bumbaðu skansan í 60 dagar,
men vegna tess, at skansin var bygdur
av einum slag av skeljum og móru,
sum var blandað til eitt slag av nóg so
bleytum betong, sukku kanonkúlur
nar inn í virkismúrin og gjørdu sum
so ikki tann stóra skaðan. Høvdu virkis
múrarnir á skansanum verið av gróti,
vildu hesir fingið nógv størri skaða, og
skansin hevði tá kanska fallið.
Sum sagt omanfyri, góvust bretar at
bumba og herseta skansan, og tóku seg
aftur til Georgia, har teir komu frá, men
áðrenn teir fóru, brendu teir allan býin
niður – hann var at kalla allur bygdur
úr viði. Tó vóru nakrir múrar eftir av
sama slag sum skansin, og her mátti tað
illa stadda fólkið finna skjól.
Seinni bleiv Florida bretsk koloni, tá
bretar góvu spaniólum Cuba afturfyri
Florida – tá kundu stórveldi geva hvør
øðrum koloniir.
Býurin var eitt skifti størsti fram
leiðarin av appelsinum í landinum, og
ber býurin brá av at verða stýrdur av
plantagueigarum, og tað finnist eitt
savn við einum plantagueigarahúsum
og nøkrum smáttum, sum arbeiðararnir,
sum tá vóru svartir trælir, búðu í.
Villakvarterini eru sera grøn við
stórum trøum og runnum, meðan
býarmiðjan er at kalla samanbygd við
húsum í tí, vit kunnu kalla kolonistíli í
victorianskum sniði.
Onkur stórhandilsmaður, sum
eitur John Flagler, hvørs ríkidømi
kom av at keypa og selja hús, hevur
bygt stórhotel, sum í stíli eru full av
klassiskum elementum, men sum eru
stoypt úr betongi – sera hugtakandi at
síggja.
Hesin býur hevur eisini verið til
haldsstað hjá sjórænarum og tað sæðst
á teimum tilboðum á skeltum og plakat
um til okkum ferðafólk, sum vit ganga
framvið. Niðri við bryggjuna liggur
eitt eftirgjørt sjórænaraskip við tilboði
um ein rættan sjónrænaratúr at møta
Kaptain Kid, Morgan og øðrum. Seinni
koyrdu vit ein býtur fyri ferðafólk, og
var frásøgumaður, sum segði fra søgu
býarins og nevndi hann spaniolarnar
og frælsisstríði móti bretum, og tá ið
vit komu framvið einari karussel segði
hann okkum, at tær mældu tann øvugta
veg í mun til tær bretsku og teir koyrdu
á skeivari síðu, altso høgru, meðan
teir fyrr høvdu koyrt á vinstru síðu –
hetta fyri at fáa, sum teir søgdu, kong
George heilt burtur úr systeminum,
tí sum frásøgumaðurin segði: We are
Americans.
Vit koyra nú út til hotellið La Quinta,
eitt heldur turrisligt hotel, ongin bar,
onki spiritus, ongin matstova, bert ein
turrislig og hálvkeðilig buffet at eta
mogunmat í – alt í alt eitt keðiligt stað,
men alt var reint og nossligt.
Vit fóru út á eina matstovu og
handil nærhendis, og har fingu vit
ein góðan búff, men onki reyðvín
afturvið, so eg mátti vera nøgdur við
eitt glas av limonadu, sum smakkaði
sera væl. Í handlinum, sum mest var
at líkna við ein handil á bygd, var alt
møguligt at fáa, fløgur við country
musikki, bøkur við uppbyggiligum og
nationalum innihaldi, klæðir í meira
ella minni gellutum sniði, alt sum
minti okkum á at vit vóru í »country
side« og musikkurin úr hátalarunum
var alla staðni country ella musikkur
frá 50unum. Sum um alt herúti er eitt
sindur uppsteðga onkunstaðni mið
skeiðis í 50'unum.
Castillo de san Marcos
Hotel í St. Augustine, sum er staðstoypt
San Marcos
Listaskáli
Gøtumynd
Handilsgøta í St. Augusyin
Eitt av teim mongu Squaeres í Savannah