Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 53

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 3. juni 2011 21 VIKUSKIFTI heimastýrislógini, eins og danska stjórnin sigur, so merkir tað, at før­oy­ ingar skulu av húsum at samtykkja egna stjórnar­skipan og samstundis staðfesta donsku grundlógina og heima­stýris­ lógina, hetta, sum føroyingar aldrin hava gjørt. Um hetta hevði hent, hevði tað verið mest bakstrembandi átakið í føroyskari sjálvstýrisstremban nakrantíð, og spurn­ingurin er, um ikki nógv um­ røddu betong­juristarnir í danska løg­ mála­ráð­num høvdu lisið fyrra part í formælinum til stjórnarskipanina um stjórnarrættarligar sáttmálar og avtalur sum eina innliman í ríkiseindina, hóast seinni partur sigur, at sáttmálarnir og avtalurnar kunnu sigast upp. Tí kunnu tey sigast upp? Kunnu føroyingar ein­ vegis siga donsku grundlógina upp, um vit fara undir hana?   Viðurskiftini mugu nýskipast Trupulleikin er ikki, at føroyskir politikarar eru ósamdir um, at føroy­ ingar eru tjóð, at Føroyar eru land, og at føroyska tjóðin hevur sjálvs­av­ gerðarrætt at gera av sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Um hetta er breið semja. Trupulleikin er heldur, at politisku flokkarnir hava ikki kunnað samst um, hvør formliga støða okkara í løtuni er. Kann tann støðan ikki lýsast í semju, er trupulleikin ikki stjórnar­ skipanin, men verandi støða, sum má gerast greiðari. Heimastýrislógin, sum kom 1. apríl í 1948, er júst tað, sum navnið sigur, ein lóg, sum ásetir, hvussu vit bera okkum at í dunnuhylinum. Meðan danska fat­ an­in er, at lógin er undirskipað donsku grundlógini, og Danmark hev­ur valdið í uttanríkispolitiskum viður­skiftum og øðrum viðurskiftum, ið skapa veruliga atgongd út í heim, kunnu vit sita í Før­ oyum og klandrast um yvirtøkur í osta­ klokkuni. Tað gera vit so. Klandrast um yvirtøkur, taka yvir summi mál, men fáa aldrin størri sjálvræði av teirri orsøk. Henda støðan er ótíðarhóskandi, halda tey, sum troyttast av innanhýsis keglinum um loysing og samband, og hetta helt eisini verandi  formaður í stjórnarskipanarnevndini, Hans Pauli Strøm, á grundlógarráðstevnuni í Før­ oyum í 2003. Tá eins og nú mælti hann til at skapa semju millum føroyingar við føroysku grundlógini. Haraftrat segði hann, at yvirtøkuleisturin, sum lands­ stýrið frá 2002 hevði lagt samsvarandi heimastýrislógini, var skeivur, tí hesin leisturin fór at klúgva føroyingar í ein fullveldisvong og ein sambandsvong í mong ár aftrat. Skuldu føroyingar sleppa undan at liva við avmarkingunum í heima­ stýrislógini, segði Hans Pauli Strøm, mátti gerast ein nýggjur sjálvstýris­ sátt­máli millum Føroyar og Danmark, sum allýsti viðurskiftini millum lond­ ini. Viðurskiftini skuldu ásetast í sátt­ mála og ikki í lóg fyri at lyfta tey upp á altjóðarættarligt stig. Sleppast mátti út um sonevndu delegatiónina, út um statsrættin og yvir í fólkarættin, so Føroyar og Danmark kundu virðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis partar í felagsskapi. Hesin sáttmálin, segði hann, mátti ikki forða fyri, at føroyingar seinni tóku seg úr felagsskapinum. Tann møgu­leikan skuldu føroyingar tryggja við eini áseting í føroysku grundlógini ella stjórnarskipanini. Hon skuldi áseta treytir og mannagongdir fyri, hvussu Føroyar kundu fara úr nýggja felags­ skapinum. Uppskot hansara varð nógv umrøtt á grundlógarráðstevnuni, tí í fyrsta lagi mælti tað til at skapa semju millum føroyingar, og í øðrum lagi mælti tað til at nýskipa viður­skiftini við Danmark samsvarandi fólka­rætt­ inum. Spurningurin er, um føroyingar nakrantíð fara at samtykkja eina stjórnar­skipan, sum kanska, kanska ikki limar Føroyar undir donsku grund­lógina og heimastýrislógina. Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at hetta verður gjørt í semju, tí heldur fer ein tílík fólkaatkvøða at enda í eljustríði. Og spurningurin er tí, um veruliga fótarbeiðið so ikki skal gerast fyrst, nevniliga at avsiga ta 63 ára gomlu heimastýrislógina, sum onki politiskt sjálvræði førir við sær, og gera ein nýggjan sáttmála við Danmark um eitt slag av frælsum felagsskapi. Heimastýrislógin fer, eins og Hans Pauli Strøm vísti á í 2003, at klúgva føroyingar í ein fullveldisvong og sam­ bandsvong í mong ár aftrat, og neyð­ ugt er tí at nýskipa viðurskiftini við Danmark, so Føroyar fáa eina greið­ari støðu í heimasamfelagnum – mót­vegis sær sjálvum og øllum øðrum. Betong­ juristarnir í Danmark tulka ver­andi støðu eftir eini hugsan um, at grund­ lógin frá 1850 er garðurin, sum Føroyar eru læstar fastar í. Teirra hugsan er avmark­andi og avoldað, og eisini tí er brúk fyri nýhugsan og nýskipan.   Kronikkin er skrivað fyri fundin í stjórnarskipanarnevndini seinnapartin mikudagin mynd: Jens Kristian Vang