Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 52

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 3. juni 2011 20 VIKUSKIFTI Rok hevur verið um stjórnarskipanina, og summi harmast um rokið. Men rokið er ikki trupulleikin. Trupulleikin er, at summi vilja hava Føroya fólk at samtykkja ta avmarkandi heimastýrislógina 63 ár eftir, at ein løgtingsmeiriluti samtykti hana. Hetta er so bakstrembandi hugsan, at slepst ikki undan heimastýrinum í stjórnarskipanini, verður ongin semja. Neyðugt er at nýtulka viðurskiftini við Danmark, eins og Hans Pauli Strøm mælti til á grundlógarráðstevnuni í 2003 Grundlóg til nútíðina ella gamalt heimastýri Kronikk Uni Arge ua@sosialurin.fo   »Vissuliga hevur fólkaatkvøðan týdn­ ing fyri okkara rættarstøðu. Men tey, sum atkvøddu í 1946, eru deyð. Meiri­lutin av teimum deyðu var fyri órætt­vísi, tá hann ikki fekk sín vilja. Men tey deyðu kunnu ikki ráða yvir teim­um livandi. Nú mugu vit ásanna tann veruleika, at løgtingið hevur sett heimastýrisskipanina í verk, og at føroyingar í verki hava góðtikið hana í 63 ár. Tí er henda skipan demokratiskt legitim, hóast okkum ikki dámar hana, og hóast hon ikki er í samsvari við úrslitið av fólkaatkvøðuni í '46.« Við hesi heilsan fór Sjúrður Skaale fyri viku síðan burtur úr Tjóð­veldinum. Slitið millum hann og flokkin var úrslit av eini langari tog­togan í stjórnar­ skipanarnevndini, har togast hevur verið um, hvat skal standa í formælinum til lógina. Áðrenn hann fór, stóð hetta í formælinum: »Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum.« Hetta var eftir øllum at døma tað, sum gamli sambandsvongurin í føroyskum politikki skrivaði í uppskotið, men sum gamli fullveldisvongurin ikki kundi góðtaka og tí atkvøddi málið aftur í nevnd. Hvat merkir hesin setningurin? At Føroyar eru undir donsku grund­ lógini og heimastýrislógini, ið sambært donskum myndugleikum einans er ein lóg undir grundlógini, og at Føroyar tí, hvussu víkur og vendir, eru partur av donsku ríkiseindini? Tað heldur Tjóð­ veldi, at setningurin merkir. Í lesarabrævi, áðrenn Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldi, skrivaði formaðurin í flokkinum, Høgni Hoydal, hvat hann heldur hendir, um nógv umrødda orðingin verður samtykt: »Í besta føri kann tað elva til sama eljustríð um tulk­ ingar og rættarstøðu føroyinga sum tjóð. Í ringasta føri kann tað elva til, at danska grundlógin, heimastýrislógin, yvir­tøkulógin og aðrar lógir verða tulk­ aðar at verða samtyktar av fólkinum og til at hava hægri rættargildi enn okk­ara egna stjórnarskipan.« Fjas, helt Sjúrður Skaale og gjørdi greitt, at tey, sum atkvøddu í 1946, eru deyð, hóast fleiri teirra framvegis liva væl, og mælti til, at føroyingar nú skulu ganga undir heimastýrislógina á fólkaatkvøðu, hóast Føroya fólk ongan­ tíð hevur samtykt hesa lóg. Grund­ gevingin um, at øll eru deyð, sum at­ kvøddu í 1946, tóktist ikki sørt løgin. Tey, sum samtyktu donsku grundlógina í 1850, eru ið hvussu er deyð. Skal tann lógin so ikki virðast í Danmark? Ella tak teir, sum orðaðu ameri­ konsku grundlógina í 1776. Teir hava vissu­liga verið deyðir leingi, men hevur tað fingið amerikanarar at av­skriva útsagnirnar, rættindini og megin­regl­ ur­nar í grundlógini, bara tí teir ameri­ kanarar, sum liva nú, skulu ráða øllum uttan fyrilit fyri samtyktum í fortíðini? Tað hevði sjálvandi ongantíð hent, og hóast kjakið um Føroya støðu mótvegis donsku grundlógini og heimastýrislógini kann tykjast formalistiskt, so hevur tað stóran tjóðarrættarligan týdning.   Ongantíð samtykt skipanir Tá grundlógin varð sett í gildi í 1850, varð ongin føroyingur spurdur um nakað, og føroyingar hava tí ongantíð formliga sagt, at teir gingu undir grund­lógina. Við hesum í huga kunnu føroyingar altíð siga, at teir frá upphavi eru frælsir. Tá danska stjórnin í 1946 vildi hava føroyingar at taka støðu til, hvat teir vildu, royndi hon í fyrstu grein í stjórnar­uppskotinum at fáa føroyingar at ganga undir grundlógina. Føroyingar noktaðu at gera hetta og valdu hin møgu­leikan, loysing, í staðin. Sum vera man tulkaði sjálvstýris­ vongurin í Føroyum hetta sum ein stórsigur og eina meirilutaútsøgn um, at før­oyingar ikki einans noktaðu at fara undir grundlógina, tvs. ríkiseindina, men at eisini loysingin skuldi setast í verk. Føroyar skuldu í verki skipast sum sjálv­støðugt land. Tá hetta ikki hendi, tí kongur eftir fólkaatkvøðuna í 1946 upploysti løgtingið, varð tað mill­um fullveldissinnað tulkað sum grovur órættur ímóti fólkinum, og Tjóð­veldisflokkurin varð stovnaður sum mót­mæli ímóti gongdini. Um veruligur meiriluti var fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land í 1946, ella um mong bara avsøgdu donsku ríkiseindina, hevur mangt og hvat verið skrivað síðan. Men úrslitið av fólka­atkvøðuni tá er so einasta úrslitið, sum fyriliggur um, hvat før­oy­ ingar vilja, og av tí, at danskir myndug­ leikar vildu ræða føroyingar við at seta loysingina upp ímóti víðkaðum sjálv­ stýri undir grundlógini, fingu teir loys­ ingina í fangið. Tað var eyðvitað ein trupulleiki tá, og nú er so aftur eldur í koluni. Tí skal ein føroysk stjórnarskipan samtykkjast, hvør er so hennara støða mótvegis øllum øðrum lógum? Er hon yvir øðrum lógum, ella er hon undir teimum? Skal hon fatast sum ein undir­ skipað lóg hjá donsku grund­lógini og