mikudagur 28. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 28. januar 2004
15
Norröna kemur ikki í
sigling aftur fyrr enn
20. mars, tí tað tekur
einar átta vikur at fáa
nýggj skrúvubløð
NORRONA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Bløðini á bakborðsskrúvu
eru so illa farin, at tey kunn
ikki umvælast. Tað tekur
sjey til átta vikur at fáa
nýggj bløð, og tí fer Norr-
öna ikki í sigling aftur, fyrr
enn 20. mars, segði Óli
Hammer, stjóri á Smyril
Line, tá Sosialurin hitti
hann í telefonini umborð á
Norrönu, sum mánamorgu-
nin var tikin upp í dokk hjá
Blohm+Voss skipasmiðjuni
í Hamburg.
– Stálskaðin verður um-
vældur beinanvegin. Tað ar-
beiðið verður helst liðugt í
næstu viku, og so leggja
teir skipið her at bíða eftir
skrúvuni, sigur Óli Hamm-
er.
Norröna skuldi eftir ætl-
an til garantieftirlit seinast í
apríl, men hetta verður nú
framkundað – og gjørt,
meðan skipið kortini liggur
í Hamburg.
Enn er ov tíðliga hjá
teimum á Smyril Line at
siga, hvat endaligi kostnað-
urin verður av at umvæla
skaðan, Norröna fekk, tá
hon tríggjar ferðir bar við
land í Havn 15. januar.
Fyribils er skaðin mettur at
kosta umleið 10 milliónir
krónur.
Tryggingin tekur við
øllum skaðan, men reiðarí-
ið heftir fyri eina sjálvsá-
byrgd upp á 1,5 mió krónur.
Harumframt er Smyril Line
tryggjað móti intøkumissi.
(Petur
Højgaard
hjá
Smyril Line tók myndirnar
niðanfyri.)
Skaðin kostar 10 mió krónur
Norröna, tá hon var tikin upp í dokkinum hjá Blohm + Voss í Hamburg mánamorgunin
Mynd: Andreas Bock, Hamburg
Bakborðsskúrvaná Norrönu fekk stóran skaða, tá Norröna bar við Viðarnes í Havn 15. januar.
Tað tekur upp í átta vikur at bíða eftir nýggjum skrúvubløðum – og tí verður Norröna liggjandi
í Hamburg til 20. mars
Sýriborðsskrúvan slapp við skrekkinum… Meðan Norröna liggur í Hamburg og bíðar eftir
nýggjum skrúvubløðum, verður garantiiðarbeiðið, suma nanrs skuldi verið gjørt seinast í apríl,
gjørt, so skipið aftur kann far í regluliga sigling longu síðst í mars
Botnurin fekk eisini stóran skaða, tá Norröna bar við land. Teir eru longu farnir í holt við
stálarbeiðið. Óli Hammer, stjóri á Smyril Line væntar, at hetta arbeiðið verður liðugt í næstu
viku
Eitt av skaddu skrúvubløðunum á Norrönu. Bakborðsskrúvan fekk stóran skaða, tá skipið bar
við land.
15
14
Nr. 18 - 28. januar 2004
Valúrslitið er bert ein
partur av politisku
landskappingini.
Mest at siga hevur,
hvørjir flokkar taka
seg saman eftir valið
Kári á Rógvi
So var skiparakjansurin har
til
Jóannes
Eidesgaard.
Sosialdemokratar í Norðan-
londum kenna seg at eiga
rættin at vera í stjórn, og
flestu javnaðarformenn ger-
ast eisini forsætisráðharrar. Í
Føroyum hevur Javnaðar-
flokkurin tó ongantíð havt ta
undirtøku, sum er vanlig í
hinum skandinavisku lond-
unum. Burtursæð frá Suðri-
ar valdømi og á valinum í
1990, klárar Føroya Javn-
aðarflokkur ikki at tryggja
sær tann triðingin av at-
kvøðunum, sum systrarnar
regluliga fáa.
Tað er tí ikki sjálvsagt, at
formaðurin á lista C gerst
løgmaður. Men hóast tað,
hava javnaðarformenn í
Føroyum tó verið hegniðir
júst til samgongukynstrið.
Báðir Dam’arnir og Marita
Petersen hava verið javnað-
arløgmenn.
Nú Lisbeth misti pappír-
ini, var Eidesgaard einasti
politiski skipsførari við
fullum pappírum, sum sam-
ríkisreiðaríið hevði til taks.
Mynstringin
Var nakar sum ivaðist í, at
stýrisskipan og vallógir í
Føroyum eru eitt anilsi
nørdasligar, so er bara at
hyggja í regluna í stýris-
skipanarlógini
um
for-
mansumfarið ella lurta eftir
prátinum um d’Hondt og
Sainte-Lague.
Tað ber til at siga, at
stýrisskipanarlógin sparir
okkum tíð, tá hon setur eina
røð av freistum fyri mynstr-
ingini av samgongu. Men
afturímóti er tað nett sama
stýrisskipanarlóg,
sum
gevur okkum val í heilum.
Seinast val var, gekk eisini
øgiliga long tíð við sam-
gongusamráðinum,
tí
freistirnar í stýrisskipanini
galda bert, um løgmaður er
farin frá og er vorðin starv-
andi skipari á landsskútuni.
Í hesum liggur eisini tann
óvanin, sum føroyskir polit-
ikarar hava at finna loysnir
upp á allar spurningar nakr-
ar fáar dagar eftir valið.
Samgonguskjølini seinni
árini hava fyri ein part havt
ov neyvar orðingar, og fyri
ein part alt ov onkisigandi
og almennar formuleringar.
Tað fyrra bindur óneyðuga
nógv, tað seinna gevur øll-
um pørtum møguleika at
halda upp á sítt, tá sam-
gongan - sum politisku nátt-
úrlógirnar í Føroyum tykjast
krevja - er farin at klandrast
av álvara innanhýsis.
Í góðari trúgv
Á enskum lógarmáli verður
tosað um at samráðast í
góðari trúgv. Hetta er støð-
an, tá tveir partar eru
bundnir av tilsøgnum ella
forpliktilsum av onkrum
slagi, men ikki hava nakra
neyva avtalu.
Tá verður tosað um
skylduna at samráðast í
góðari trúgv, og merkir tað,
at partarnir hava skyldu at
finna eina felags nýtiliga
loysn. Royna teir at vera
smartir og samráðast bert
til egið gagn, kann tað vera
at rætturin áleggur teimum
tað, ið rætturin metir sum
røttu avtaluna í góðari
trúgv.
Okkum tørvar eina sam-
gonguavtalu í góðari trúgv.
Eina avtalu, ið greitt lýsir
nøkur prinsipp at stýra eftir,
nøkur høvuðsmál, sum
skulu loysast, og síðani
letur tað upp til áhaldandi
samráðingar í góðari trúgv
at finna neyvaru loysnirnar.
Fremsta uppgávan hjá
komandi løgmanni verður í
veruleikanum at lurta eftir
samgongufeløgum sínum,
seta seg nakað oman fyri
tað flokspolitiska og síðani
tryggja, at samgongusam-
skiftið verður áhaldandi í
góðari trúgv.
Hetta ljóðar kanska ikki
av so nógvum. Føroyingar
finna jú út av tí bæði í fel-
øgum, stýrum og á arbeiðs-
plássum. Men samgongur í
Føroyum hava tað við at
enda í samskifti í óndari
trúgv.
Sera nógv fer at valdast,
hvussu samgonguskjalið og
samgongustevið
verða
skipað.
Stavrím
Onki er vist enn við sam-
gongubókstavum. ABC eru
helst frammaliga í rúgvuni.
Tað merkir hóvliga sjálv-
stýristilgongd, men javnað-
armonnum kann kanska
fara at leingjast eftir úrslit-
um á vælferðarleið. Tí eru
CEH ella serliga BCE sam-
gongur, ið helst liggja
vinstravonginum í javnað-
inum nærri at hjarta.
Javnaðarflokkurin, Sam-
bandsflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin
kundu
saktans samst um nakrar
ikki ov dýrar yvirtøkur,
samst um at skrotta yvir-
tøkulóg og tvøroyarskjal,
og samst um vælferð og
varligar
privatiseringar,
samst um nýggja stýris-
skipan. Hetta er helst tann
snildasta samgongan, tá
ræður um hjartamál hjá
javnaðarflokkinum.
Yvirtøkuklassikarin ACE
er eisini við í kappingini
enn, men spenningar ímill-
um fólkfloks- og tjóðveld-
isfólk kunnu fylgja við í tað
samlívið.
Tað ber ikki til at spáa,
júst hvat fer at henda. Men
tað ber til at siga nakað um
sannlíkindi. Í løtuni liggur
ABC við seks landsstýris-
monnum
nummar
eitt,
meðan BCE og ACE liggja
stavn um stavn eina báts-
long longri afturi.
Kasserað varð
sjálvstýrið ei
Táttayrkjarin segði á sinni,
tá ið ACE-samgongan sat,
at "kasserað var sjálvstýrið
ei, nei tað sjálvt valdi and-
støðuleið". Tað tykist sum
hetta endurtekur seg. Sjálv-
stýrisflokkurin hevur síðani
1998 havt eitt forstáilsi við
fólkaflokkin um, at teir
halda saman, sleppur annar
í samgongu, skal hin við.
Vit mugu gita, at so er
ikki longur. Kári P. Høj-
gaard vísti eisini á Jóannes
Eidesgaard, og uttan so, at
Jóannes velur eina BCDH-
samgongu, er matematiskt
ikki brúk fyri Kára Post.
Gjógv ella gil
Men, hvør veit, kanska
sleppa vit undan sam-
gongugjónni
hetta
val-
skeiðið. Tí Jóannes Eides-
gaard kundi svarað kom-
plimentinum frá Kára aftur
við at latið hann fingið for-
manssessin í eini løgtings-
nevnd. Tað sama kundi
verði við hinum floksleið-
arunum, ið ikki sleppa upp
í part.
Gita vit t.d. at ABC verð-
ur samgongan, so kundi
Høgni Hoydal verði for-
maður í uttanlandsnevnd-
ini, Bill ella Jenis í Trivnað-
arnevndini, og Kári Post í
vinnunevndini.
Hetta hevði ikki verið
samgongusiðvenja,
men
hetta hevði hóskað nógv
betur til vanligan føroyska
hugsunarhátt. Broytingar í
rískisstøðuni eru hjartamál-
ini hjá Høgna Hoydal.
Frægasti møguleikin at fáa
fulla semju í Føroyum - í
øllum førum um tilgongdina
heldur enn málið og enda-
støðina - er tí at taka klæna
hoyvíkingin við upp á ráð
frá byrjan, tá vit nú vita, at
yvirtøkur av eitt nú kirkjuni,
rættarskipanini
umframt
staðfesting av donsku virð-
ingini fyri føroyskum sjálv-
ræði, øll eru mál, sum semja
kann fáast um.
Tað hevði verið ótrúliga
spennandi at uppliva eitt
løgting, sum kundi arbeitt
líka so væl sum grundlógar-
nevndin gjørdi tað - og
føroyingar flest gera tað -
við samskifti og samráðing í
góðari trúgv at náa til semj-
ur heldur enn samtyktir.
Tað er gaman at ganga saman
– So var skipskjansurin har til Jóannes Eidesgaard. Nú Lisbeth misti pappírini, var Eidesgaard einasti politiski skipsførari við
fullum pappírum, sum samríkisreiðaríið hevði til taks, skrivar Kári á Rógvi m. a. í Tinghelluni í dag
C
M
Y
K
14