Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 10 Sosialurin Nøvn Nú vil eg royna at skriva nøkur minningarorð um mín elskaða beiggja Robert, sum eg elskaði yvir alt her á jørð. Ikki er tað nemt at sita og skriva, og saknurin er so stórur. Minnist sum tað, sum var tað í gjár, tá tú bleivst føddur, mamma ringdi kl 23.40 og segdi okkum, at nú var lítlibeiggin komin, eg var so glað, haldi eg ringdi til fólk í fleiri tímar aftaná og fortaldi tað, sjálvt um tað var á nátt. Tú bleivst mítt eitt og alt frá fyrsta degi av... Tá tú vart uml eitt hálvt ára gamal, og eg og Borgar­ hjørt skuldu trilla teg. Vit klandraðust um, hvør skuldi koyra vognin, haldi eg vann hvørja ferð. Robert góði hetta havi eg fortalt tær fleiri ferðir, og tú smíltist eftir mær og helt, at eg hevði verið nakað herskut, men nei góði, tað var tí, at eg var so góð við teg, og tað visti tú eisini væl, vit bæði høvdu so nógv saman.... Tá tú vart 16 ára gamal, fórt tú til DK Sønderborg at ganga í skúla fyrst á EUC og so á handilsskúla. Haldi ikki, tú tímdi so væl at ganga í skúla, men tú fullførdi alíka­ væl skúlan.... So fekst tú arbeiði á ein­ um laksavirki har í Sønder­ borg og var har í nøkur ár, men tá virkið flutti til Haders­lev, og tú ikki vildi flyta úr Sønderborg, har títt hjarta var, og allir vininir, so komst tú til Føroyar í nakrar mánaðir og fekk arbeiði í Runavík, og í frítíðini komst tú at arbeiða í handli saman við mær, har eg helt tú fórt at fortseta, helt at hetta tímdi tú orduliga væl, men nei, eftir eitt hálvt ár fórt tú aftur til Sønderborg, har tú treivst best, har fekst tú arbeiði á JF STOLL, og har vart tú í arbeiði líka til tú legði eyguni saman, veit tú var væl dámdur av tínum arbeiðs­kollegum..... Árið 2005 kom tín gull­ klumpur til verðina, Joey, og hann betýddi alt í tínum lívi. Tit báðir vóru so góðir, tað var so stuttligt at tosa við tykkum báðar á Skype. Joey sat og vinkaði til fastur og segði »faster kom­ mer du snart til Sønder­borg«. Robert eg kundi sitið og skrivað um teg í fleiri vikur, so nógv høvdu vit bæði saman, men so skuldi ikki verða, vit fingu 32 fantastisk ár saman... Góði Robert, eg havi goymt øll minnir í mínum hjarta, sjálvt um hjartað er heilt tómt. Hóskvøldið 19. august, tá tú sms'aði til mín og sigur, at tú vart innlagdur, og eg ikki skuldi verða so bekymrað, tí tað nokk skuldi ganga, hetta er bara ein virus, segði tú og vit sms'aðu aftur og fram, eg segði við teg, eg eri til arbeiðis, og tú ynskti nær góðan arbeiðshug, og vit hoyrast í morgin, men so skuldi ikki verða, tríggjar tímar aftaná vart tú ikki mill­um okkum longur, tí títt hjarta orkaði ikki meira, tað er mítt størsta sjokk, eg havi fingið í mínum lívi, helt hetta ikki kundi passa, eg kundi ikki eingong verða við tína lið teir síðstu tímanar, men eri glað fyri, at tú hevði tín vinnmann, Andrias, har hjá tær har á Sønderborg Sjúkrahúsi, tað hevur heldur ikki verið lætt fyri Andrias at missa sín vinnmann, tit vóru vinir frá 1. flokki av, og báðir búðu í Sønderborg, blivu pápar sama dag, ja tit báðir høvdu nógv saman, og seinni, tá Andrias fekk ein son, og tú stóðst faddur til lítla Emil, tað var tú eisini so stoltur av Robert.. Soleiðis kundi eg sitið og skrivað og skrivað um teg elsk­aði Robert, tín stólur hevur staðið tómun her heima hjá mær síðani 20. august og hann er tómur enn, eri so rasandi óð, og eg eri rasandi óð enn, men tá eg sá tín stóra vinarskara í Sønderborg tann dagin minn­ ingarløtan var í kapellinum, ja vininir vóru nógvir og góð­ ir fantastiskt... Ja og fleiri av teimun skriva og tosa enn við men um teg, góði Robert, teir siga, at eitt ljós er slóknað í Sønd­ er­borg, ja saknurin er eisini stórur hjá teimum... Skal eisini skriva nøkur orð frá lítla Joey, sum fastir tosaði við eitt kvøldið, og fastir segði, hvat hon fór at skriva..... Joey siger jeg vinker op til stjernene hver aften til far. Far jeg savner dig så meget, ja haldi lívið er so órættvíst, hvíl í friði elskaði Robert, tú verður ongantíð gloymdur, elskaði teg yvir alt....   Systir tín Mainhild Leygardagin fjórða juni eru sekstifimm ár liðin síð­ani Sjúrður Kjølbro bleiv bor­in í heim á Biskupstøð í Klaks­ vík. Sjúrður er abbasonur kenda vinnulívsmannin J.F.Kjølbro sála sum um tað mundi var virkin í føroyska vinnulívinum við høvuðssæti og nærum øllum virksemi sínum í Klaksvík. Gleðin yvir at seinni heimsbardagi júst var av hevði ikki lagt seg, tá Poul Nolsøe (Nølli) og konan Thurid, kundu gleðast um, at teim var føddur ein sunnur og valskaptur drongur. Dreingjaárini beint eftir kríkslok fekk Sjúrður í Klaksvík, men er hann síðani komin víða um í heiminum við tað, at hann valdi sær sjólívið sum lívsstarv. Sjúrður tók skipsførara­ prógv í sjeytiárunum og hevur hann nærum alla tíðina síðani tá siglt við skipunum hjá Strandferðsluni, eisini í uttanlandasigling. Eitt ár hevði Sjúrður far­ loyvi og undirvísti hann tað árið við skúlan á Fossanesi. Sjúður var við til at stovna Norðoya Bjargingarfelag, og hevur tað sjálvandi hansara áhuga. Eisini er hann áhugaður í søgu sum hevur atlit til norð­ oyggjar, skip o.a. Nógv tey seinastu árini hevur Sjúrður í sínum ar­ beiði dagliga siglt inn og út av vánni. Fyrst nógv ár á rut­ini millum Leirvík og Klaks­vík í stórstan mun við strand­ faraskipinum Dúgv­uni. Seinastu fimm árini hevur Sjúrður verið skipari á M/f. Sam í sigling millum Klaksvík og Syðradal á Kalsoynni. Sjúrður er ein av teimum sum nærum eru blivin ein býarmynd. Hann sæst dagliga, annaðhvørt í hvíta Mazda pickuppinum við sínum egnu forbókstavum SK á nummarspjøldrunum, ella á traðkisúklu síni. Sjúrður er góður at koma á prát við og væl orienteraður um samfelagsviðurskifti. Við hesum orðum vil eg ynskja tær Sjúrða tillukku við teim sekstifimm. Vinur. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góði pápi, verfaðir og abbi Svend Thulesen andaðist 1. juni, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Højdevangens Kirke, Irlandsvej 45, København S, fríggjadagin 10. juni kl. 11.30. Randi, Hans Pauli, Hjalti, Bjarki og Tine Minningarorð um mín elskaða beiggja Robert Hansen føddur 22.10.77   deyður 20.8.10 Sjúrður Kjølbro 65 ár Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, systir og dóttir Kirsten Lisberg andaðist og varð jarðað. Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til Hjalmar og Dagfinn fyri vakran sang. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Serstøk tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, heimasjúkrasystrarnar, heimahjálparar og Hotel Tórshavn. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Randi og Johnny TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri beiggi okkara Helgi Mortensen andaðist og varð jarðaður. Takk til Sonju Klein, prest, fyri hjálp og góð orð. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Heimarustovu á Lágargarði, fyrt at tit vóru so væl um hann, tíðina hann var har. Ein hjartans tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar og tær peningagávur, sum latnar eru Lágargarði. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Anna Louisa og Hákun TØKK