mánadagur 6. juni 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
Sosialurin
trolum verður helvtina min
ni enn talið av skipum.
- Vit hava havt nakað meiri
at gera við at veita reiðskap
ella partar av reiðskapi til
uppisjóvarflotan, sum nú
fiskar makrel, og vit vænta
eisini, at vit fara fáa nakrar
bíleggingar frá ísfiskaflota
num.
Hjalmar Petersen sigur,
at vanligu botntrolini, sum
ísfiskatrolararnir fiska upsa
við, kunnu ikki brúkast til
veiði eftir makreli.
- Fyri at fiska makrel, er
neyðugt at brúka tað, sum
vit rópa flótitrol ella uppi
sjóvartrol, og her er tað so
leiðis, at makrel-og sildatrol
ini eru rættiliga lík.
Jú fyrr – jú betri
Hjalmar Petersen sigur, at
Vónin hevur fyrireikað seg
upp á, at nakað meiri verður
at gera komandi tíðina í
sambandi
við
komandi
makrelfiskiskapin, sum stun
dar til.
- Vit hava tilfar liggjandi,
og vit hava mannað okkum
nakað betri. Vanliga gera vit
flótitrolini í Fuglafirði, men
kemur at standa á, vænta vit
eisini hjálp úr Havnini.
Stjórin í Vónini sigur, at
jú fyrr trolvirkið fær møgu
ligar bílegginar frá ísfiska
trolarum, jú skjótari verður
reiðskapurin klárur, sigur
Hjalmar Petersen.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Síðan politisku myndug
leikarnir
gjørdu
av,
at
makrelfiskiskapurin
hjá
ísfiskatrolarum og øðrum
skipum skal vera eftir
olympiska ”prinsippinum”,
har tað ræður um at fiska
sum mest upp á stytstu
tíð, er væntandi, at hetta
eisini kemur at ganga út
yvir ráfiskatilgongdina hjá
fiskavirkjunum.
Flestu feløg, sum eiga
lemmatrolarar,
partrol
arar ella rækjuskip hava
ivaleyst søkt um at sleppa
at fiska makrel av felags
kvotuni, sum verður lutað
út í tveimum.
Dávid Jacobsen, stjóri í
Faroe Origin, sigur, at teir
hava søkt um at sleppa at
fiska makrel við teimum
seks skipunum, sum felag
ið eigur. Hesi eru Heykur,
Falkur, Rókur, Lerkur, Bak
ur og Stelkur.
- Við tað, at talan ikki er
um eginkvotur, og tað so
leiðis ikki ber til at stýra
fiskiskapinum sjálvir, er
hugsandi, at allir vilja hava
sum mest av felagskvotuni.
Hetta merkir, at tað verður,
sum onkur so beinrakið
hevur tikið til, olympiskur
fiskiskapur eftir makreli,
har tað ræður um at fáa
sum mest - upp á stytstu
tíð.
Hann vísir á, at hevði
talan heldur verið um, at
hvørt felag sær fekk sína
kvotu, hevði borið nógv
betri til at lagt fiskiskapin
til rættis.
- Tá kundi í fyrsta lagi
eitt par farið á makrelveiði,
meðan hini bæði pørini
framhaldandi vóru í upsa
fiskiskapi. Nú ræður um
hjá øllum at fáa sum mest
- og sum skjótast fyri
yvirhøvur at fáa lut í útlut
aðu nøgdunum, sigur Dávid
Jacobsen.
Stjórin í Faroe Origin,
sum eisini stendur fyri
leiðsluni á fiskavirkinum
hjá felagnum í Runavík,
væntar, at virkir fara at
noyðast at leggja stilt, tí
tað fer at halta við ráfiska
grundarlagnum, tá fleiri
skip, sum annars fiska
upsa,
væntandi
fara
á
makrelveiði í næstum.
Dávid Jacobsen sigur, at
soleiðis, sum hann hevur
skilt Fiskimálaráðið, verða
38.000 tons av makreli
lutað út í tveimum umfør
um.
- Helvtin av hesum skal
lutast út frá 20. juni til 20.
juli - og síðan verður hin
helvtin lutað út frá 20. juli
og úteftir, sigur stjórin í
Faroe Origin.
Makrelveiða fer at
ávirka fiskavrkini
Letur upp eftir
summarfrítíðina
- At feløgini, sum nú fara at leggja seg eftir at fiska makrel, ikki fáa
eginkvotur, fer helst at gera, at nøkur virkir noyðast at leggja stilt, tá
trolaraflotin fer á makrelveiði, sigur Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin
Vilmund Jacobsen
Enn er bara eitt fiskavirkið
av teimum trimum, sum
Faroe Origin nú eigur, latið
uppaftur eftir húsagangin
hjá Faroe Seafood. Felagið
eigur nevniliga virkini í
Runavík, Toftum og í Vest
manna.
Fiskavirkið í Runavík
hevur verið opið seinastu
mánaðirnar,
men
hóast
ætlanin hjá felagnum var
at lata uppaftur á Toftum
- eftir upplatingina í Runa
vík - stendur saltfiskavirk
ið á Toftum tó framvegis
stongt.
Dávid Jacobsen, stjóri,
hevur áður víst á, at virkið
á Toftum var í gongd, tá
tað læt aftur vegna húsa
gangin. Sama var við virki
num í Vestmanna.
- So, í prinsippinum
kann virkið á Toftum lat
ast uppaftur, nær tað skal
verða.
Men
tað
bindir
meiri pening at reka eitt
saltfiskavirkið
enn
eitt
vanligt flakavirki - og eisini
er óvissa um ráfiskagrund
arlagið, nú ein stórur part
ur av trolaraflotanum ætl
ar sær at fiska makrel.
Tá
Sosialurin
tosaði
við stjóran, segði hann, at
miðjað verður eftir at lata
saltfiskavirkið á Toftum
upp aftur eftir summarfrí
tíðina.
- Jú, tað liggur í kortu
num, at vit fara at lata virk
ið upp aftur, tá summarfrí
tíðin er av. Tað er í hvussu
er hetta, vit miðja eftir,
segði Dávid Jacobsen, stjóri
í Faroe Origin.
Tað var tíðliga í des
ember í fjør, at virkini á
Toftum, Runavík og í Vest
manna lótu aftur. Hetta
hendi eftir, at Faroe Sea
food, sum átti og rak hesi
virki, varð sent skiftirætti
num.
Faroe Seafood í Havn,
sum er fyrrverandi Bacalao,
læt eisini aftur um somu
leið.
Óvissa í Vestmanna
Herfyri frættist, at áhugi
var fyri at leiga ella keypa
fiskavirkið í Vestmanna
frá felagnum, Faroe Origin,
sum nú eigur hetta virkið
saman við virkjunum á
Toftum og í Runavík.
Sum skiltist, var onkur
fyrispurningur úr Føroy
um, eins og felagið Esper
sen á Bornholm eisini hevði
víst virkinum áhuga.
Ætlanin hjá Espersen
var so mikið ítøkilig, at fe
lagið - umframt at hava
samband við eigararnar av
virkinum - eisini hevði verið
í samband við Vestmanna
kommunu um treytir fyri
eitt nú lendinum, sum virk
ið stendur á.
Dávid Jacobsen, stjóri
í Faroe Origin, sum eigur
virkið í Vestmanna, sigur,
at í seinastuni hevur lítið
verið at hoyrt til áhugaðar
leigarar ella keyparar.
- Nú er tað ikki vist, at
eg veit alt, tí vit eru tveir
stjórar í felagnum, men
mær kunnugt hevur lítið
og einki samband verið
millum okkum og áhugaðar
leigarar ella keyparar í
longri tíð.
Dávid Jacobsen heldur
líkt vera til, at áhugin fyri
virkinum
í
Vestmanna
er minkaður, síðan fleiri
av skipunum, sum vóru
heimahoyrandi í bygdini,
nú eru seld til Klaksvíkar.
- Í øllum førum veit eg, at
eingin avtala er komin upp
á pláss um leigu ella sølu av
virkinum í Vestmanna, sig
ur stjórin í Faroe Origin.
vilmund@sosialurin.fo
- Tað liggur í kortunum, at vit fara at lata saltfiskavirkið á Toftum upp
aftur eftir summarfrítíðina, sigur stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen
Stjórin í Vónini, Hjalmar Petersen
og Jónsvein Knudsen, sum í fleiri ár
hevur fingist við skiparakstur
Mynd: Vilmund Jacobsen