mánadagur 6. juni 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fyrstu ferð í føroysku fiski
vinnusøguni, at føroyskir
ísfiskatrolarar hava verið á
makrelveiði, var í vertíðini
í fjør. Hetta læt seg gera, tí
eginkvotan av makreli, sum
Føroyar ásettu sær, var so
mikið stór, at aðrir partar
av fiskiflotanum enn tey
traditionellu
uppisjóvar
skipini, fingu part av kvotu
ni.
Í fjør dróg út at útskriva
kvoturnar til ymisku skipa
bólkarnar, tí bíðað varð sum
longst fyri at vita, um ein
avtala um makrelin millum
strandalondini kundi fáast
upp á pláss. Tá øll vón var úti,
gjørdi táverandi landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum,
Jacob
Vestergaard,
sínar
ásetingar um, hvussu kvotan
skuldi fiskast.
Við tað, at tvey stór skip
hjá reiðarínum, Thor í Hós
vík, Athena og Poseidon,
komu í føroyskan sjógv at
taka ímóti makreli frá ís
fiskatrolarum, gjørdist eisi
ni nógvur reiðskapur tøkur,
og kundi reiðaríið í Hósvík
soleiðis lata nøkrum ísfiska
skipum reiðskap til hesa
fyrstu royndina á makrel
veiði.
Vónin fyrireikað
Aftur í ár hevur drigið út at
útlutað eina enn størri egin
kvotu av makreli til føroyska
fiskiskipaflotan, og enn eru
bara tey traditionellu upp
sjóvarskipini farin til fiski
skap eftir makreli. Ísfiska
flotin og eitt nú rækjuflotin,
sum í ár fáa høvi at fiska
av eini felagskvotu, eru ikki
sloppin til fiskiskap enn, men
sum skilst, kann veiðan av
fyrsta parti av felagskvotuni
hjá hesum skipum fiskast frá
20. juni til 20. juli.
Tá talið av ísfiskatrolar
um, sum fara á makrelveiði
í ár, helst verður enn størri
enn í fjør, tekur spurningurin
seg eisini upp, hvussu verður
við trolreiðskapi til øll hesi
skip. Spurningurin er eisini,
hvussu
nógvan
reiðskap
reiðaríið Thor í Hósvík hevur
at lata í ár, nú Poseidon er
seldur, og Athena liggur
brend inni á Skálafjørðinum.
Sosialurin hevur tó frætt,
at nakað væl av trolreiðskapi
varð lagdur upp í Føroyum,
tá Poseidon varð seldur.
Hjalmar Petersen, stjóri í
trolvirkinum Vónini í Fugla
firði, sigur, at hugsandi er,
at brúk verður fyri meiri
trolreiðskapi til makrelver
tíðina í ár enn í fjør, tá skip
ini, sum fara á hesa veiði,
eftir øllum at døma verða
fleiri í tali.
- Nú er tað soleiðis, at vit
eru eisini veitarar av trol
reiðskapi til Thor, sum læt
skipum reiðskap í fjør. Men
vit vænta eisini, at ein ávísur
beinleiðis
eftirspurningur
verður eftir trolreiðskapi,
nú
makrelvertíðin
hjá
ísfiskaflotanum stundar til.
Enn einaferð eru myndug
leikarnir heldur seinir á
sjóvarfallinum við útlutan,
soleiðis at trupult hevur
verið hjá reiðaríum at til
rættaleggja nakað í góðari
tíð. Men nú tíðin nærkast, at
ísfiskatrolarar kunnu fara á
makrelveiði, vænta vit eisini
ein ávísan eftirspurning eftir
reiðskapi.
Hjalmar Petersen vísir á,
at helst fara flestu ísfiska
skip at partrola eftir makreli,
og tað merkir so, at talið av
Vónin hevur
fyrireikað seg
til økt virksemi
- Vit hava kunnað teir, sum eiga ísfiskatrolararnar um, hvat vit kunnu gera. Vit hava
tikið tilfar heim, og vit hava eisini sett nakað av fólki aftrat, so vit eru til reiðar at lata
ísfiskaflotanum reiðskap til veiði eftir makreli, sigur Hjalmar Petersen, stjóri í Vónini
Fyri at fiska makrel,
er neyðugt at brúka tað,
sum vit rópa flótitrol
ella uppisjóvartrol, og
her er tað soleiðis, at
makrel-og sildatrolini
eru rættiliga lík
HJALMAR PETERSEN
Trolvirkið Vónin
hevur fyrireikað seg
til, at meiri verður at
gera á virkinum, nú
fleiri ísfiskatrolarar
væntandi fara at fiska
makrel og soleiðis hava
brúk fyri flótitroli