mánadagur 6. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Spælararnir vístu sína ónøgd
Jóhan Nielsen er farin undir avbjóðingina sum ábyrgdarmaður av besta
mansliðnum hjá 07 Vestur. Spælararnir vístu hinvegin ikki venjaranum
stórvegis stuðul, tá venjing var á skránni fríggjakvøldið. Fáir spælarar
vóru á vøllinum. Ítróttarsosialurin skilir úr Sørvági, at fleiri spælarar vóru
misnøgdir við, at nevndin brádliga koyrdi Jógvan Hendrik Samuelsen frá
sum venjara, uttan at práta við leikararnar áðrenn. Teir vístu sína ónøgd
í kvøld og møttu ikki til venjing. Tað hevur einki samband við, at Jóhan
Nielsen er settur sum venjari.
»Heilt vist er, at hesar spæla næsta vetur: Birita Wardum,
Barbara Brauer, Jacklin Durhuus, Nicoleta R. Hansen, Rakul
Augustinussen, Marjun Danberg, Bára Hansen, Elin Holm,
Jenny Kragesteen og Nanna í Stórustovu. So koma ungir
spælarar aftur úr Danmark og aðrar flyta upp frá gentum 17
ár. Unnur Danielsen, Ruth Heen og Rakul Magnussen fara óivað
uttanlands, og so er tað besti spælarin í FM-finalunum Lovisa
Andreasen, sum er flutt aftur til Klaksvíkar eftir útbúgving
á Landssjúkrahúsinum. Okkara vón er, at hon heldur fram í
Neistanum.«
www.neistin.fo
– Hóast Team Klaksvík byrjaði at venja 2. mai so er hópurin langt
frá endaligur enn. Leikararnir, sum hava vant regluliga, eru Beinur
Heðinsson, Dánjal Kjærbo, Vilhelm Vilhelmsen, Jákup Pauli
Ziskason, Sakaris Ludvík Súnason, Rasmus Magnussen, Hanus
Norðberg umframt Jón Jacobsen. Av hesum er eitt nýtt navn, og
tað er Sakaris Ludvík Súnason. Hann er 18 ára gamal og komin
frá Kyndli.
www.nordlysid.fo
Samanumtikið tveir áhugaverdir dystir fyri føroyska landsliðið,
móti mótstøðulið sum var til at tosa við. Hevði borið til at fingið
slíkar avbjóðingar nakað oftari, er eingin ivi um, at okkara
landslið hevði ment seg nógv.
www.hsf.fo
Sólin skínur á Klaksvíkar Ítróttarfelag. Flest øll liðini eru oddalið
og ilt man verða fáa eyga á nakað ár í søgu felagsins tá so væl
hevur hilnast. Steypakappingar eru í yngri deildum og tær vórðu
leiktar í gjár. Trý ungdómslið umboðaðu KÍ farvurnar og væl
gekk – helt væl! Dreingirnir hjá KÍ vunnu í Gundadali 4-1 ímóti
B36. Gentur 14-17 ár vunnu 2-0 ímóti B68/NSÍ í Streymnesi, og
smágenturnar vunnu 1-0 ímóti Víkingi.
www.ki.fo
Málini komu sera nemt, og verjan sá út sum ein blanding av flugu
í fløsku og Bambi på glat is. Einki skil var á yvirhøvur, og miðjan
og álopið vóru lítið frægari.
www.fchoyvik.fo
Uni Holm Johannesen
Brian Kerr, landsliðsvenjari, legg
ur nú seinastu hondina á fyrireik
ingarnar til landsdystin móti Est
landi í morgin. Spælarahópurin er
skerdur. Johan Troest Davidsen
og Jóan Símun Edmundsson, sum
vóru við frá byrjan fríggjakvøldið,
eru leikbannaðir. Landsliðsvenjarin
er noyddur at finna aðrar spælarar,
sum skulu loysa teir av. Tað er
eisini greitt, at Daniel Udsen situr
millum áskoðararnar í morgin.
Danski føroyingurin í EB/Streymi
fór av vøllinum við skaða móti
Slovenia. Skaðin er so álvarsamur,
at miðvallarin spælir ikki næstu
tvær vikurnar.
Hallur frá byrjan
Landsliðshópurin vandi á Tórsvølli
fyrrapartin í dag. Tá vóru ábendingar
um, at Hallur Hansson, sum hevur
verið knýttur at ungdómsdeildini
hjá Aberdeen seinastu árini, verður
við frá byrjan í morgin. Hansson
er miðvallari. Hann spældi í øllum
førum við liðnum, sum flestu spæl
ararnir, sum byrjaði inni fríggja
kvøldið, mannaðu. Tað er hin
vegin sanniliga eisini hugsandi, at
Christian R. Mouritsen ella Súni
Olsen verða á miðvøllinum. Føroyar
verða væntandi nógv á bóltinum í
morgin, og teir eru dugnaligir bólt
spælarar. Atli Danielsen er eisini
ein møguleiki.
Tað er mest sum greitt, at Atli
Gregersen, Víkingur, loysir av Johan
Troest Davidsen í miðverjuni.
Gregersen var leikbannaður seinast.
Undir liðini á honum verður Rógvi
Baldvinsson. Arnbjørn Hansen, EB/
Streymur, verður fremsti maður.
Liðið, sum spældi undir venjing
fyrrapartin mánadagin, var, at
Jákup
Mikkelsen
var
millum
stengurnar. Jónas Tór Næs, Atli
Gregersen, Rógvi Baldvinsson og
Einar T. Hansen mannaðu verju
partin.
Hjalgrím
Elttør,
Fróði
Benjaminsen,
Hallur
Hansson,
Christian Lamhauge Holst og Pól
Jóhannus Justinussen spældu á
miðvøllinum. Arnbjørn Hansen var
einsamallur framherji.
uni@sosialurin.fo
Kerr ger fleiri broytingar
A-landsliðið Tað er greitt frammanundan, at Johan Troest Davidsen, Jóan Símun Edmundsson
og Daniel Udsen verða ikki á føroyska liðnum, sum skal royna seg móti Estlandi í morgin.
Brian Kerr, landsliðsvenjari, er sostatt noyddur at gera tríggjar broytingar. Tað er líkt til, at
Atli Gregersen, Hallur Hansson og Arnbjørn Hansen verða við frá byrjan í morgin
Landsliðið venur á Tórsvølli
Mynd: Álvur Haraldsen