mánadagur 6. juni 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
At Rannvá Andreasen er nakað
serligt á einum fótbóltsvølli
hevur hon prógvað fleiri ferðir.
Tað gjørdi hon aftur, tá Skála
í vikuskiftinum var á vitjan í
Klaksvík. Støðan var annars
javnleikur í hálvleikinum, men
tá dysturin var 57 minuttir
gamal kom hol á, við máli frá
Sofíu Purkhús. Tá eitt korter
var eftir av dystinum fór
Rannvá Andreasen í sjálvsving.
Upp á tíggju minuttir skoraði
hon ikki færri enn fýra mál. So
statt vann KÍ heili 5-0 í einum
dysti, ið var jvanur í næstan ein
heilan tíma.
AB vann grannauppgerð
Á Argjum var grannauppgerð
millum
argjakvinnur
og
havnarkvinnur. Meðan tað hjá
monninum plagar at koppa til
fyrimuns fyri havnarliðið, so er
langt síðani, at eitt HB lið hevur
koppað argjakvinnunum. Tað
gjørdu tær heldur ikki hesa
ferð. Støðan gjørdist 4-0 til AB.
Mona Breckmann legði AB á
odda og Ásleyg Súnadóttir økti
fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki
økti Mona Breckmann áðrenn
Doris í Garði sló sigurin fastan.
AB er framvegis trý stig aftan
fyri KÍ.
B36 vann í Gøtu
B36 hevur lagt hald á triðja
plássið eftir 3-2 sigur á Víkingi.
Støðan í hálvleikinum var 3-1
til gestirnar úr Havn. Birita
Mortansdóttir, Vár Næs og
Anja Maria Weyhe skoraðu
málini fyri B36, meðan Jóhanna
Lervig minkaði um munin fyri
Víking fyri steðgin. Í seinna
hálvleiki minkaði Heidi Sevdal
um munin til 3-2, men nærri
kom Víkingur ikki einum stigi.
trondur@sosialurin.fo
KÍ og AB
vunnu
greitt
Kvinnufótbóltur Bæði kvinnu
liðini hjá KÍ og AB vunnu greiðar
sigrar um vikuskiftið í bestu deildini
hjá kvinnum. Við sigri á Víkingi
liggur B36 nú greitt á triðja plássi
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
FC Suðuroy var í gjár á vitjan
í
Gundadali
hjá
HB.
Kristin
Mouritsen legði HB á odda longu
eftir 10 minuttir. Góðar tíggju min
uttir seinni javnaði Poul N. Poulsen
fyri FC Suðuroy. Tá fyrri hálvleikur
var ein góðan hálvan tíma gamal
kom FC Suðuroy á odda við máli
frá David Asare. Hann hevur nú
skotið 11 mál í níggju dystum fyri
FC Suðuroy. Í seinna hálvleiki
staðfesti John Tordar Poulsen
sigurin við brotssparki. Tað er mál
nummar níggju hjá honum í hesum
kappingarárinum.
Sjey á rað á Argjum
Argjamenn halda áfram við at
vinna. Sunnudagin vunnu teir
sjeynda dystin upp í slag, tá Skála
var á vitjan. Skálamenn høvdu
undan dystinum vunnið fimm av
teimum seinastu seks dystinum.
Longu aftaná tveir minuttir legði
Magnus G. Olsen argjamenn á
odda. Tjúgu minuttir seinni økti
sami Magnus G. Olsen til 2-0, sum
eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna
hálvleiki tók Milan Kuljic yvir og
skoraði tvær ferðir til endaliga
úrslitið 4-0. Argjamenn tykjast av
álvara at hava fingið fatur á rætta
endanum og keldur vilja verða við,
at liðið verður styrkt til seinnu
hálvu.
TB hongur í
Tvørmenn hava ongan hug at lata
hini bæði liðini sleppa avstað í
oddinum. Sunnudagin vunnu teir
1-0 á Víkingi á grasinum í Hvalba.
Einasta málið í dystinum skoraði
stýrimaðurin
á
miðvøllinum,
Bárður A. Dimon, sum hevur verið
smáskaddur í seinastuni. TB hevur
nú vunnið fimm av seinastu seks
dystinum. Sætti dysturin var javn
leikurin í grannauppgerðini móti
FC Suðuroy.
NSÍ vann stórt á FC Hoyvík
Teir næstbestu hjá NSÍ vóru á
vitjan hjá FC Hoyvík, sum hevur
tað trupult í løtuni. Longu eftir sjey
minuttir legði Árni Fredriksberg
NSÍ á odda eftir horna. Tá dysturin
var ein hálvan tíma gamal kom mest
avgerandi minutturin í dystinum.
Fyrst metti FC Hoyvík seg eiga
brotsspark, men dómarin lat ikki
við seg koma. NSÍ fór í mótálop og
Andrias á Líknagøtu økti fyri NSÍ.
Áðrenn FC Hoyvík hevði givið bóltin
upp, fekk Jan M. Laursen fyrst gult
og í somu handavending reytt kort.
Teir næstu tjúgu minuttirnar økti
NSÍ til 5-0, áðrenn Jákup Martin
Joesen tvær ferðir fekk minkað
um munin.
EB/Streymur vann stórt
07 Vestur hevur framvegis ikki
fingið nakað stig í 1.deild og tað
gjørdu teir heldur ikki hesa ferð.
Teir vóru á vitjan við Margáir
og longu eftir 11 minuttir hevði
Arnar Dam lagt EB/Streym á odda.
Stutt fyri hálvleik gjørdi 07 Vestur
sjálvmál og minuttin seinni økti
Brian Olsen til 3-0. Áðrenn dómarin
bríkslaði fyri seinastu ferð hevði
EB/Streym
skorað
sjey
ferðir.
Arnar Dam skoraði samanlagt trý
av málinum.
trondur@sosialurin.fo
Oddaliðini
vunnu aftur
Fótbóltur FC Suðuroy, AB og TB hava lagt seg
greitt á odda í 1.deild. FC Suðuroy vann á útivølli,
meðan AB og TB vóru á heimavølli. Skála megnar ikki
at fylgja oddinum, meðan øll botnliðini taptu