Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Kappróðurin á Norðoyastevnu 2011 er liðugur, og gongdin á vánni í Klaksvík leygardagin boðar frá, at tað er góður møgu­leiki fyri einum rimmar róðrar­ári. Líkindini at rógva vóru av teim­um allar bestu. Tað var slætt, og sum tað leið út á seinna­partin hevði sólin hug at kaga undan. Í ongari kapping var talan um mettíðir. Ivaleyst spældi tað í hesum sambandi inn, at hann var lágur í ættini, og at tað harvið andaði út av vánni. Tað gekk sum eftir ánni at avgreiða róðrarnar. Fólkið, sum hevði ábyrgd av at skipa fyri, kendist at vita, hvat hetta snúði seg um, og skiftið av 1000 metra málinum og út á 1500 málið gekk so skjótt fyri seg, at ongin nýttist at keða seg. Eitt tað mest forargiliga í kappróðri plaga at vera nógvu startirnir. Serliga tíðliga í róðrar­árinum, tá ið summir róðurs­menn ikki hava so nógv­ ar royndir í at leggja bátin at start­inum og í at sleppa end­ anum í røttu løtuni, hevur tað ofta verið neyðugt at skjóta startin av og at leggja bátarnar av nýggjum og harvið at leingja um samlaðu róðrartíðina. Soleiðis var tað ikki leygar­ dagin. Tað var ongantíð neyð­ ugt at skjóta róðurin av. Start­ dómarin legði til rættis við stórum myndugleika, hjálpar­ bát­arnir vóru nógvir, hugaligir og skjótir, og manningarnar rætt­aðu seg væl eftir boð­ unum. Boðar frá góðum Merkisvert var eisini, at eingin sigur var so sannførandi, at tað ikki er hugsandi, at møguleiki er fyri, at báturin, sum vann á Norðoyastevnu, kann fáa dygga kapping á stevnunum, sum standa fyri framman. Norðoyastevnuróðurin legg­ur upp til stóran spenning í teim­um seks kappingunum, sum standa fyri framman, og tað var eisini hugaligt at stað­ festa, at sigrarnir fóru kring alt landið. Harvið fer kappróðrar­ spenningurin út í hvønn krók í landinum. Suðuroy átti tveir vinn­ arar – Firvaldur av Tvøroyri í barnaróðrinum hjá dreingj­ um og Royndin Fríða úr Vági í kappingini millum dreingja­ bátar. Vágar áttu tveir vinnarar – Ørnin úr Sandavági í barna­ róðrinum hjá gentum og Riddarin úr Miðvági í kapp­ ingini millum 6-mannafør við monn­um. Sundalagið átti ein vinnara – Hvassi í kappingini millum gentumanningar umborð á 5-manna­førum. Klaksvík átti ein vinnara – Klaksvíkingur í kappingini mill­um 10-mannafør. Argir átti ein vinnara – Argja­báturin í kappingini mill­ um 8-mannafør. Róðrarfelagið Knørrur átti ein vinnara – Jallurin í kapp­ ingini millum 5-mannafør við kvinnum. Havnar Róðrarfelag átti ein vinnara – Gongurólvur í kapp­ ingini millum 6-mannafør við kvinnum. Lagt er upp til rimmar róðrarár KAPPRÓÐUR Nógvir róðrar vóru tættir og spennandi, og vinnararnir vóru væl spjaddir kring alt landið Tróndur Arge Á Norðoyastevnu varð kappast á trimum teinum. Í barnaróðrinum var róðrarteinurin 250 metrar. Í kappingini millum 5-mannaførini og millum 6-mannaførini við kvinnum var róðrarteinurin 1000 metrar, og millum 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini var kappast á 1500 metrum. Fram til 1998 róðu 10-manna­ førini 2000 metrar á Norðoya­ stevnu, men so varð mett, at tað ikki var ráðiligt at rógva á longri teini enn 1500 metrum. Tað komst av, at tað í økinum undir Kun­oyarnesi vóru lagdir nógvir aliringar. Sundalagsstevna verður í Hós­vík annan leygardag, og tá verður kappast á øllum róðrar­ teinunum. Jóansøkan verður á Tvøroyri, og á Trongisvágsfirði verður kapp­ast á øllum teinunum. Eystanstevnan ella Varma­ keldu­stevna verður í Fuglafirði 2. juli. Har verður eisini kappast á øllum teinunum. Eina viku seinni – leygardagin 9. juli – verður Vestansteva í Miðvági, har tað ikki er møguleiki at rógva 1500 og 2000 metrar. Fjarðastevna verður 16. juli á Strondum. Á Skálafjørðinum er vítt og langt til veggja, so har er eingin trupulleiki við róðrar­ teinunum. Kappróðrarárið endar ólav­ søku­aftan, og tá verða finalurnar á góðum 900 metra teini. trondur@sosialurin.fo Ofta á longu teinunum KAPPRÓÐUR Tað verður bara í Miðvági og á Ólavsøku, at tað ikki verður møguleiki at kappast á 1500 og 2000 metra róðrarteinunum Tróndur Arge Teir hava nakrar ferðir roynt at gera upp við fortíðina, men tað hevur ikki eydnast. Hesa ferð roknaðu tey í Klaksvík við, at vánirnar fyri at vinna fyrsta sigurin á Norð­ oya­stevnu í kappingini millum 10-manna­førini síðani 1970 vóru betri, enn tær kanska nakrantíð hava verið tað. Tað eydnaðist at vinna og harvið upplivdu væl meiri enn helmingurin av klaksvíkingum og norðoyingum fyri fyrstu ferð nakrantíð, at eitt 10-mannafar úr Norðoyggjum vann í heimasjógvi. Tá ið tað í 1971 varð farið undir oyðimarkagondina, sum vísti seg at vera eitt ár longri enn tann, sum Ísrael á sinni var í, var ein stórur partur av teimum, sum nú taka undir við Klaksvíkingi, ikki fødd, og onnur vóru so ung, at tey ikki minnast sigurin í 1970. Sum tað varð nevnt í vikuskiftis­ blaðnum, so er tað ikki í hvørjum ára tíggju, at Klaksvíkingur vinnur á Norðoyastevnu. Sigurin í fyrra­ dagin var bara tann næsti í 60 ár. Tann fyrri var vunnin í 1958! – Hetta var fantastiskt. Vit vón­ aðu tað, og vit vóru vísir í, at tað var møguleiki fyri tí, søgdu rógvararnir, tá ið teir høvdu summað seg og í neystinum á Biskupsstøð framvegis smakkaðu rákan av søta sigrinum. Klaksvíkingu upp við fortíð 10-MANNAFØR Í so dramatiskari kapping við Vestmenning, sum tað ber til at ímynda sær, eydnaðist tað akkurát klaks­ víkingum at sleppa úr 41 ára longu oyðimarkagongdini nordlysid.fo